Uttanlands

Video við stjóranum í Pfizer, Bourla, og spyrjandi tíðindamonnum, er vorðið viralt, hóast bann frá Facebook, Instagram og Youtube

Eitt video við stjóranum í Pfizer, Albert Bourla, har tveir tíðindamenn frá Rebel News royna at fáa hann at svara nøkrum uppløgdum spurningum, er farið viralt hóast Youtube, Facebook og Instagramm hava bannað videonum. Á Twitter hava fleiri enn 34 mió hugt at videonum í skrivandi stund. Síggj video her

2023-01-23 03:34 Author image
Jón Tyril

Millum hin útvalda skaran av valdmiklastu fólkum á fold, var sjálvandi stjórin í Pfizer, Albert Bourla. Og í eini sárbarari løtu, har Bourla skuldi ganga eitt strekki uttan fyri sjálvt ráðstevnuøkið hjá World Economic Forum, har bara góðkend tíðindafólk sleppa inn, rendi hann seg í óynsktu tíðindamenninar frá kanadisku Rebel News.
Teir royndu at spyrja hann eina rúgvu av spurningum, so sum, "nær visti tú, at koppingarevni hjá tykkum ikki verjir ímóti at gerast smittaður ella at smitta víðari. Hvussu leingi visti tú tað, uttan at siga tað alment?"
Síggj video her umvegis Rumble (uppslagið á Twitter kann síggjast her):


Hjarta/Nýralæknin, Peter McCullough, mangan róptur 'heimsins mest publiseraði lækni á sínum øki', hevði hetta at siga um "fundin" millum tíðindamenninar og Pfizer-stjóran:

Mong av heimsins valdsmiklastu fólkum hittast einaferð um árið í Davos í Sveis til árliga fundin hjá felagskapinum World Economic Forum, har hin navnframi Klaus Schwab, ið skrivaði bókina "The Great Reset" um at nýta kovidkreppuna til at endurstilla heimin vit liva í, er formaður og stovnari.

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla arbeiðinum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald