Uttanlands

Video: Dr. Campell hyggur at "Pfizer skjølunum" og er skelkaður

Kendi bretski "youtubelæknin" Dr. John Campell, hevur alla tíðina mælt staðiliga til at lata seg koppseta, tí tær eru jú "tryggar og munadyggar". Men nú er hann stúrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-12 09:04 Author image
Jón Tyril

Dr. John Campell er blivin eitt kovid-fyribrigdi. Við at leggja video út dagliga, og fylgja gongdini við farsóttini á sín erliga og sakliga hátt, hevur Campell vunnið størri og størri virðing og alt fleiri fylgjarar á Youtube til hann nú er komin yvir eina millión haldarar.

Dr Campell hyggur í hesum videonum at nýliga leysgivnu Pfizer-skjølunum, sum verða leyslatin sum partur av einum máli um alment innlit. Skjølini, eini 400.000 í tali, sum eru dáturnar frá klinisku kanningunum hjá Pfizer, sum vóru latin FDA í sambandi við góðkenning av koppsetingini. Ein bólkur av læknum bað um at sleppa at síggja skjølini, men fingu at vita, at tey skuldu leysgevast í smáum ígjøgnum 75 ár. Tað vildu læknarnir ikki lata sær lynda og fóru til ein dómara við eini sokallaðari FOIA request, ella bøn um alment innlit. Dómarin eftirlíkaði og nú skulu øll skjølini verða almenn í ár. Fyrstu síðurnar komu áðrenn jól, og so komu næstu uml 10.000 síðurnar fyri nøkrum døgum síðani.

The Highwire hevur alla bakgrundssøguna og nøkur av mest týðandi úrslitunum úr teimum fyrstu skjølunum her:



Ein annar, sum ger nógv burturúr Pfizer skjølunum, er Steve Kirch, ríkmaður og uppfinnari, sum skrivar á substack - Ymiskt tú skalt vita um Pfizer-skjølini

Vit fara at fylgja hesi søguni um Pfizer-skjølini so hvørt sum fleiri skjøl vera leyslatin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald