Innanlands

Tríggir mátar tú kanst gerast glaðari í dag

Tað eru mangir mátar at vera eydnusamur. Her eru trý góð ráð, hvussu tú kanst gerast eitt sindur (ella nógv) glaðari longu í dag.

2022-04-12 13:06 Author image
Jón Tyril

Psychology Today vísir á, at nýggjari vísindalig gransking peikar okkum á gongdar leiðir, hvussu vit kunnu venda einum ringum degi til nakað betri.

At sleppa okkara perfektionistisku málum, lættir um mentalu byrðina og setur okkum frí til at gleðast um “at fáa okkurt burturúr” uttan trýst. At koma saman við øðrum, gevur okkum eina kenslu av at hoyra til, sum er sera týðandi fyri lagið og sálarheilsuna sum heild. Og at fyrigeva, enntá sær sjálvum, kann eisini venda einum ringum degi á høvdið. Tað minkar um ótta og órógv, og bøtir um sálarheilsu og sjálvsvirði.

Ein stórur partur av tí at vera menniskja á fold, er upp og niðurtúrarnir í gerandisdegnum. Summar tíðir sær alt út til at rigga, sólin skínur bjartari og fótafetini kennast lættari.

Aðrar tíðir er púra øvut. Dagurin er gráur og alt sum kann enda galið, gongur galið.

Tíbetur finnast góð ráð, stuðlað av nýggjari gransking, sum kunnu hjálpa okkum at venda einum ringum degi til nakað betri. Her eru trý slík:

1. Gevst at royna at vera fullkomin.

Hóast tað er gott at seta sær greið og høg mál, so kann trýstið, at noyðast at fáa alt at ganga perfekt, lættliga fáa okkum at kenna okkum útbrend, óverdug, kedd og ónøktað.

Nýggj gransking, sum er kunngjørd í Journal of Research in Personality, skilmarkar trý sløg av perfektionismu, sum vit skulu ansa okkum fyri:

  • Sjálvs-miðað perfektionisma - hetta at krevja fullkomileika av sær sjálvum
  • Perfektionisma miðað móti øðrum - hetta at vit krevja fullkomileika av øðrum fólkum
  • Sosialt treytað perfektionisma - hetta at halda, at onnur krevja, at vit eru fullkomin

Tað finnast betri mátar at halda sær sjálvum og teimum kring ein til, uttan at streva eftir fullkomileika í øllum lutum. At sleppa perfektionistisku strembanini lættir um sálarligu byrðina og gevur frælsi til at gleðast um tað at “gera ymiskt,” heldur enn at kenna trýstið av at skula “gera tað perfekt.”

2. Ver so sosialur, sum tú kanst

At hava eitt sindur av tíð fyri seg sjálvan í friði og náðum, eiga vit at virðismeta - men við denti á eitt sindur. Tað er heilt fitt av gransking sum vísir, at hetta at koma saman við sínum javnlíkum, er ein sera góður máti at gerast í betri hýri. At økja um nøgdina av felagskapi við onnur kann eisini gagna fólki, sum eru meira innvend (introvert), smæðin, ella líða av sosialum ótta (social anxiety).

Til dømis vísir ein nýggj kanning, sum var kunngjørd í Journal of Anxiety Disorders, at fólk við sosialum ótta fáa eins nógva gleði burturúr at vera saman við øðrum, sum tey meira sosialu, og at viðgerð fyri fyri sosialt ótta ólag, eigur at miðsavna seg um hættir at eggja til felagskap við onnur hjá teimum, sum royna at sleppa undan tí.

“Gott samband við onnur riggar sum ein álítandi máti at bøta um hýrin,” siga granskararnir undir leiðslu av Fallon Goodman frá University of South Florida.

Onnur gransking bendir á, at útvend fólk (extravertar) hava ein fyrimun, tá ið talan er um at taka sær av sær sjálvum, júst tí tey brúka tíð saman við øðrum fólkum.

“Tað eru størri sannlíkindi fyri at ein við høgum støði av útvendni (extraversion) hevur eitt breitt sosialt netverk, hevur lættari við at seta seg í samband við onnur, at brúka fría tíð til at vera saman við øðrum, og at siga ja til innbjóðingar til samkomur av ymsum slag,” siga granskararnir. “Alt hetta kann vera við til at nøkta tørvin fyri at kenna seg at hoyra til (relatedness).”


3. Fyrigev onkrum (kanska enntá tær sjálvum)

Tað liggur í okkara náttúru at vilja staðfesta ábyrgd og halda fólki til svars fyri tað, tey hava gjørt. Tað er hóast alt ein av mátunum vit sum samfelag eggja til samstarv, ábyrgd og gevandi atburð.

Men tunga byrðan av at halda fast í øllum órætti, okkum hevur verið fyri - enntá skuldarkenslur mótvegis okkum sjálvum - kunnu hava stórar sálarligar fylgjur. Og sambært nýggjari gransking, sum er útgivin í Journal of Personality and Social Psychology, so er ein av hesum fylgjum, at kenna seg ómenniskjaliggjørdan (dehumanized).

Til tess at náa hesum niðurstøðum býttu granskarar við University of Pittsburgh sjálvbodnar luttakarar í tveir bólkar. Annar bólkurin varð biðin um at ímynda sær, at onkur starvsfelagi gjørdi teimum órætt, og at tey síðani fyrigóvu viðkomandi, meðan hin bólkurin skuldi ímynda sær at onkur gjørdi teimum órætt, og at tey síðani hevndu órættin.

Tey komu fram til, at tey, sum ímyndaðu sær at hevna móti starvsfelaganum, vóru verandi í eini ómenniskjaliggjørdari støðu (dehumaized state), t.e. tey lýstu tað, sum at tey kendu seg minni mentað, kenslulig og inteligent, og meira grunn, køld og djórisk - í mun til tey, sum fyrigóvu starvsfelaganum.

“Hetta mynstrið vit síggja í úrslitunum bendir á, at fyrigeving kann endurmenniskjaliggera okkum eftir at onkur, við at gera okkum órætt, hevur skatt okkara kenslu av menniskjaligheit,” sigur Karina Schumann, leiðandi granskarin í kanningini.

Aðrir vísindaliga staðfestir fyrimundir við fyrigeving eru m.a.

Lægri ótti og strongd

Minni fíggindskapur í gerandis umgangi við onnur

Bøtt sálarheilsa

Bøtt sjálvsvirði

At enda: Sum vit síggja, er als ikki ómøguligt at venda einum ringum degi til nakað betri. Nýggj gransking bendir á, at vit kunnu gera stóran mun við at slaka krøvunum um fullkomileika, gera meira burturúr at koma saman við øðrum fólkum, og við at seta okkum fyri at fyrigeva. Hesi trý einføldu ráð kunnu hjálpa okkum at koma í betri hýr.


Kelda: Psychology Today - 3 Scientific Ways to Be Happy Today

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald