Uttanlands

Svøríki vinnur við lægst samlaða deyðatíttleika fyri alt koronutíðarskeiðið

Tað vísir seg, at landið, sum sambært uppgerðini hjá OECD hevur lægsta samlaða deyðatalið fyri tíðarskeiðið 2020 til 2022, er tað sama landið, sum setti fæstu smittutálmandi tiltøkini í verk, og sum varð nýtt sum ræðudømi hjá mongum. Men Svøríki stendur seg nú betur í samlaða deyðatíttleikarokniskapinum enn nógv róstu grannarnir Noregi, Finnland og Danmark.

2022-11-09 15:59 Author image
Jón Tyril

Svøríki, landið sum (lutvíst saman við Føroyum) noktaði at fylgja flokkinum, læsa landið niður og noyða øll at ganga í masku, er tað landið, sum klárar seg allarbest, hvat deyðatíttleikanum fyri samlaða tíðarskeiðið 2020-2022 umræður.

Stuff skrivaði í apríl 2020 um hvussu tað hevði gingist hjá Svøríki:

Johan Giesecke, professarin, sum setti Anders Tegnell í starv undir sær, meðan hann var stats-smittulækni, nýtti eina sjáldsama samrøðu í seinastu viku til at argumentera fyri at svenska fólkið fer at taka betur undir við betur umhugsaðum átøkum. Hann fanst hvassliga at slíkum niðurlæsingum, sum Bretland og Australia høvdu sett í verk, og og ávaraði um, at tað slapst ikki undan eini næstu bylgju, so skjótt sum tiltøkini vóru linkað.

“Svenska stjórnin avgjørdi tíðliga í januar, at tiltøkini, sum vit skuldu taka ímóti alheimsfarsóttini skuldu vera bygd á próvfasta grund. Og tá ið tú fert at hyggja tey í kring eftir teimum tiltøkum, sum vera sett í verk í ymsu londunum, so eru sera lítið av nøkrum sum líkist próvføstum grundarlagi,” segði hann.

Giesecke, sum hevur verið ovasti fyri Europeiska Centre for Disease Control og sum hevur ráðgivið svensku stjórnini undir farsóttini, segði við heimasíðuna hjá UnHerd, at tað “finnst næstan ikki tað sum eitur vísindi handan átøkini at læsa landamørk, læsa skúlarnar niður og at skula halda frástøðu, og at hann gleddi seg at hyggja afturá og eftirmeta hvussu sjúkugongdin hevur verið um eitt ára tíð.

“Eg haldi at munurin millum londini fer at vera rættiliga lítil til endans,” segði hann. “Eg haldi ikki tað ber til at steðga tí. Tað spjaðist. Tað fer at rulla seg út yvir Europa, uttan mun til hvat tú gert.”

Giesecke hevði næstan rætt. Uttan tað, at munurin millum londini var ikki so lítil. Svøríki kláraði seg so nógv nógv betur. Tíggju ferðir betur enn Kili, sum hevði strangastu niðurlæsingarnar, “hóast” landið eisini hevði eina av heimsins “best eydnaðu” koppsetingarherferðum.

Av øllum londum, sum vóru greinað av OECD pr juni í 2022, so hevði Svøríki lægsta samlaða talið av ovurdeyða fyri tíðarskeiðið.

[object Object]

Tann eitt sindur truplari samanberingin av kovid-andlátum pr millión hevur ikki somu samanberingarkraft, tí ymisk lond nýta ymiskar hættir at skráseta, hvat er, og hvat ikki er eitt kovid andlát. Umframt tað, so er neyðugt at hava sonevnda pyrrhus-sigurin ella ov dýrt keypta sigurin í huga, sum í hesum føri er at avmarka kovidandlátini bara fyri at elva til fleiri andlát av øðrum ávum. Hygg at Kanada og Ísrael sum skúladømi um hetta - sera lág andlátstøl, samanborið við restina av heiminum, men langt niðri í ringastu hálvuni tá ið tað kemur til ovurdeyðiligleika av øðrum orsøkum.

[object Object]

So tá ið saman um kom, kláraði Svøríki seg enntá betur enn Noregi og Danmark. Og sum tað sæst á talvunum niðanfyri, so er Noregi framvegis á veg skeivan veg. Eins og onnur, ið høvdu viðgongd at byrja við, sum Australia og Ný Sæland. Teirra samlaða uppgerð fyri ovurdeyðiligleika hevur minni av kovid enn onnur lond, men tey gjalda aftur í andlátum av øðrum orsøkum nú.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Her eru talvurnar, sum vísa kumulativan (upphópaðan) ovurdeyðiligleika vs andlát av kovid. (Heilt sett finst her her.)

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Mínar greiningar av hvørjum einstøkum landi fáa meg at koma til tríggjar høvuðsniðurstøður:

Fyri tað fyrsta, so er kovid til og tað er deyðiligt fyri summi. Hetta er eyðsæð, tá ið hugt verður at áhaldandi og sterka samanfallinum (korrelatiónini) millum ovurdeyða um vikuna og hvussu nógv andlát eru um vikuna vegna kovid. Eg haldi eisini tað er vert at gera vart við tað faktum, at tað nú er sera lítil mótstøða ímóti tí páhaldi, at kovid var framleitt á eini starvsstovu. Tey sum hava ábyrgdina av at framleiða virusin, hava eisini ábyrgdina av teimum milliónatals andlátum, sum virusurin hevur elvt til.

Fyri tað næsta, at experimenterandi tiltøk til tess at minka um smittuspjaðingina við ymiskum “sosialari frástøðu”-tiltøkum, so sum at læsa skúlar og fyritøkur niður og senda frísk fólk í heimafongsul, noyða tey at ganga við maskum osfr, vísa seg at hava sera lítið próvgrundarlag fyri at tað riggar. Eitt hvørt hugsandi prógv frá fangaoyggjum (Australia og Ný Sæland) er prógvað nyttuleyst, sum eisini teir báðir bestu smittuserfrøðingar í heiminum (Giesecke og Tegnell) spáddu. Skaðin, sum hesi átøkini hava volt, er eisini eyðsýndur í endaligu tølunum fyri ovurdeyðiligleika. Tey sum høvdu ábyrgdina av at seta hesi átøk í verk, eiga at vera hildin til svars fyri andlátini, tey hava volt.

Fyri tað triðja, so var tað einasta, sum kundi gjørt kovid verri, at sett somu fólkini, sum høvdu ábyrgdina av at skapa virusin, sum oddvitar til at skapa mótgiftina. Tað er eitt sindur sum at seta brennivargin at vera stjóra fyri sløkkiliðið eftir at hann hevur brent býin niður. Men tað var tað, sum hendi við kovid. Tað stendur púra klárt, at har var eingin minking í andlátunum av kovid vegna hópútbreiðsluna av royndar-‘koppsetingini’. Harafturat áttu vit logiskt at roknað við lægri deyðatølum aftaná eitt tíðarskeið við hækkaðum tølum fyri ovurdeyða, sum vit sóu í nýggju mánaðir framanundan heiligvágsroyndina, og vegna størri verju frá floksimmuniteti, umframt nátúrligu úrveljingina av minni vandamiklum variantum. Tað er trupult at afturvísa, at experimentið onkursvegna hevur verið viðvirkandi til at kovid helt á, heldur enn at doyggja burtur. Hetta sjónarmið verður stuðlað av tí roynda luti, at bæði kovid og ovurdeyði svinna samstundis sum fólk endaliga innsíggja, at tey vilja ikki meira taka lut í experimentinum.

Næstu ferð skuldu vit kanska øll verið eitt sindur meira sum Svøríki? Tú veitst, sum um okkara lív vóru upp á spæl. Men ikki tann partin við at skunda medisinsk eksperiment ígjøgnum, tann partin kunnu vit vera fyriuttan.

Bara tann partin, sum snýr seg um at lata fólk gera av vegna seg sjálvan, hvørji átøk og tiltøk tey skulu seta í verk.

Kann vera tað bara eri eg, men eg haldi so ikki at tollutir politikkarar, pengagrískar heiligvágsfyritøkur og akademikarar, hvørs størv og karrierur eru beinleiðis tengd av fíggjing frá heilivágsídnaðinum, eru tey bestu at taka sær av tí.

Upprunagrein Joel Smalley á Substack. Tekna hald her.

Umvegis Daily Sceptic

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald