Bourla, sum er koppsettur fýra ferðir, hevði eisini kovid í august mánaða, tá hann eisini tók ein kur av Paxlovid, nýggja heiligvágnum hjá Pfizer móti kovid. Bourla bíðaði eftir at kunna fáa fimmtu koppsetingina, hina sum er kannað á 8 mýs, nú hansara immunverja var fánað so mikið nógv, at hon ikki kláraði at verja hann móti smittuni meira.
“Eg havi tað gott og eri uttan sjúkueyðkenni” skrivaði hann í boðum á Twitter leygardagin. “Hóast vit hava gjørt stór framstig, so er virusurin hjá okkum enn,” segði hann eisini. Bourla segði, at hann fylgdi tilmælunum frá CDC við at bíða í minsta lagi 3 mánaðir frá seinastu koppseting, til tikið verður ímóti tí nýggju. Tíverri fall immuniteturin so mikið skjótt, at hann ikki náddi at fáa nýggju koppsetingina, áðrenn hann bleiv smittaður. Bourla er annars kendur fyri tann 1. apríl í 2021 at twitta, at koppsetingin vísti seg at vera 100% effektiv. Hetta tweet er nú slettað, men tíðindaskrivið hjá Pfizer, sum hann sipaði til, liggur á heimasíðuni enn.
Tað var ein heil perlurøð av kendum koppsetingarforsprákarum, sum blivu smittaðir í august, eftir at hava fingið 4. prikið, umframt Pfizerstjóran, Bourla. M.a. Biden forseti og kona hansara, og ikki minst ein hin kendasti koppsetingaradvokaturin av øllum, Anthony Fauci.
“Eg eri takksamdur fyri at hava fingið fýra prik við Pfizer-BioNTech koppsetingini. Eg kenni meg væl og havi mild sjúkueyðkenni,” segði Bourla í sambandi við smittuna í august mánaða.
Í Føroyum eru sum vit skilja, innbjóðingar farnar út til fólk omanfyri 50 ár, at tey nú kunnu lata seg koppseta einaferð enn. Spennandi verður at vita, hvussu leikur fer, hvussu mong lata seg koppseta, og hvussu væl hon fer at verja, og hvussu leingi.
Kelda: Washington Examiner - Pfizer CEO tests positive for COVID-19 for second time in two months
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald