Bretska tíðindasíðan DailySceptic.org skrivar um nýggja gransking, sum er útgivin í New England Journal of Medicine (NEJM), sum vísir at virknaðurin av kovidkoppingini hjá Pfizer gerst negativur (tað merkir, at tann koppsetti er í størri váða fyri at verða smittaður, enn tann ókoppsetti) innan fimm mánaðir eftir koppseting, og tað sum verri er, at at koppsetingin oyðileggur verjuna, fólk hava frá natúrligum immuniteti.
Talan er um eina stóra granskingarætlan við eygleiðingargransking (observational study), sum hugdi at 887.193 børnum millum 5 og 11 ár í statinum North Carolina í USA, harav 273.157 (30,8%) í minsta lagi fingu eitt prik við Pfizer-koppingarevni ímillum 1. november 2021 og 3. juni 2022. Kanningin umfatar 193.346 SARS-CoV-2 smittutilburðir, sum eru skrásettir millum 11. mars 2020 og 3. juni í 2022.
Granskararnir nýttu ein hátt at gera hagfrøðiligar myndlar, ið tekur hædd fyri ávísum skeiklandi viðurskiftum (so sum undirliggjandi sjúkur), til at rokna út metingar av koppsetingar-virknaði yvir tíð og ímóti ymisku kovid-variantunum.
Úrslitini síggjast í talvunum niðanfyri. Legg til merkis í talvu A, at grønu og bláu linjurnar, sum umboða børn, ið vóru koppsett í november og desember ávikavist, fara um nullið, niður í negativt øki í einum brøttum falli innan fimm mánaðir eftir fyrsta prik. Tað er óvist, hví grøna linjan ikki heldur á eftir apríl, eftirsum granskararnir helst høvdu neyðuga datatilfarið, men útfrá tí, ið verður víst, so sær tað rættiliga nógv út sum at virknaðurin heldur á at minka langt niður í negativa økið.
Í talvu B síggja vit bæði reyðu og bláu linjurnar - sum umboða børn sum sum eru koppsett og sum antin hava verið smittað áður og tey sum ikki hava verið smittað, ávikavist - og hendan fer aftur rættiliga bratt niður í negativt øki innan fyri fimm mánaðir eftir koppseting. Hetta, at koppsett, sum hava natúrligan immunitet frá undanfarnari smittu, eisini uppliva negativan virknað, kemur eitt sindur óvart á, eftirsum at eingin hevði roknað við at tey sum hava natúrligan immunitet vóru meira móttakilig fyri smittu enn tey uttan.
Talvurnar C og D benda á at tað er koppingin, sum elvir til hesa nullstilling av natúrligum immuniteti. Talva D vísir virknaðin av natúrligum immuniteti frá undanfarnari smittu millum tey koppsettu. Legg til merkis, at blá linjan, sum er verja ímóti Deltafrábrigdinum millum tey koppsettu og áður-smittaðu, rakar null í eini knappari kurvu innan sjey mánaðir. Hygg síðani at bláu linjuni í talvu C, sum er verja móti Deltafrábrigdinum millum tey áður-smittaðu, men ókoppsettu. Her fánar virkanðurin eisini, men nógv seinni, og eftir átta mánaðir er linjan framvegis í positiva økinum á yvir 50%. Tað sama kann sigast um natúrligan immunitet mótvegis eldri frábrigdum (grøna linjan), sum fánar spakuliga og framvegis er positivt eftir 16 mánaðir. Hví heldur natúrligi immuniteturin á at verja tey ókoppsettu, meðan hann millum tey koppsettu fánar so skjótt, eisini hóast tey hava náttúrligan immunitet?
Hetta er órógvandi, tí tað bendir ikki einans á, at koppsetingarnar geva negativa “verju” eftir nakrar mánaðir, men eisini at tær oyðileggja verjuna, sum natúrligur immunitetur eigur at geva. Tey ókoppsettu varveita sína verju frá undanfarnari smittu, men tey koppsettu enda við negativari verju, eisini hóast tey hava verið smittað. Út frá hesum sær sostatt út til, at koppsetingin niðurbrýtir natúrligu verjuna hjá teimum, sum fáa sær hana, og ger tey meira viðbrekin og móttakilig fyri smittu enn tey vóru framanundan.
Hesi úrslitini leggja afturat stúranum hjá øðrum granskarum viðv. hvørja ávirkan kovid-koppsetingarnar hava á immunskipanina. Ein kanning millum mýs vísti, at mRNA koppingarevni, sum tað hjá Pfizer, forðar immunverjuni at taka sær av øðrum sjúkubirtlum (pathogens). Í tí kanningini (sum ikki er javnlíkamett enn), sá tað út til at syndarin var sokallaðu lipid nano-partiklarnir, eisini kallaðir LNP, sum eru elalítlir feitt biltar, ið bera mRNA-ið í koppingarevninum: “vit sóu at undan-exponering (pre-exposure) til mRNA-LNP ella LNP einsamalt, leiddi til langtíðar forðing (inhibition) av tillagandi immun verjuni (adaptive immune responses).”
Ein onnur pre-print kanning vísti, at Pfizer-koppsetingin “setur í verk fløktar virkandi endurforritanir av íbornu immunreaktiónunum (induces complex functional reprogramming of innate immune responses)”, harímilum “forðing av íbornu immunverjuni (inhibition of innate immune responses”. (Orsaka jánkasliga umseting av fakmálinum. Eg taki við takksemi móti rættleiðing og vegleiðing frá onkrum málkønum medisinara ella øðrum. - JT)
Daily Sceptic vísir á, at tað kann tykjast løgið, at høvundarnir í nýggju kanningini einki nevna um hesi órógvandi fund. Ístaðin koma teir til tað niðurstøðu, at koppsetingin “vísti seg at veita munandi verju mótvegis omikronfrábrigdinum” – hóast hendan góða verjan einans vardi í vikur og gjørdist negativ innan mánaðir. Teir skriva eisini at “kvika fallið í verju ímóti omikron smittu, sum sást millum tey sum høvdu fingið koppseting og høvdu verið smittað áður, stuðlar undir boostara-koppseting”.
Men, endar Daily Sceptic, “úrslitini í kanningini tala fyri seg, og tey eru sera órógvandi. Tað stendur klárari og klárari, at tað var eitt misstak at skunda mRNA koppsetingartøknina á marknaðin, og vit eiga at steðga at nýta hesar koppsetingarnar og senda tær aftur til kanningarfasuna, til vit hava fingið nógv størri fatan av teirra ávirkan og trygd.”
Keldur:
Daily Sceptic - Covid Vaccine Destroys Natural Immunity, NEJM Study Shows
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald