Innanlands

Nýggju dagførdu kovid-koppsetingarnar eru einans kannaðar á 8 mýs

Nýggju og dagførdu koppsetingarnar frá Pfizer ímóti kovid, sum danska heilsustýrið hevur keypt inn í stórum tali, eru ikki farnar ígjøgnum kliniskar kanningar í menniskjum. 8 mýs fingu koppsetingina, og so var mált um antikroppar vórðu skaptir í blóðinum. Fleiri serfrøðingar undrast, og mæla fólki til at bíða við at lata seg prika

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-08 11:23 Author image
Jón Tyril

Hesar seinastu vikurnar er tað komið fram, at nýggju boostara-koppingarevnini frá Pfizer, ikki eru kannað á fólk. Einans 8 mýs eru kannaðar fyri at síggja, um immunverjan hjá teimum gav ein immunrespons. Víðari kanningar, hvørt koppingin er trygg ella megnar at forða smittu, verða framdar eftir at hópkoppseting er sett í verk. Síggj video omanfyri, har kendi kovid youtube'arin Dr. John Campell gongur ígjøgnum máli.

Nýggi hátturin at góðkenna koppingarevni, har einans djórakanningar eru framdar, hevur fingið harðar atfinningar. Ein av teimum atfinngarsomu, er kendi koppsetingarserfrøðingurin og limur í vaccinu-ráðgevarabólkinum hjá FDA, Paul Offit, sum mælir fólki til at bíða við at lata seg prika við nýggju koppingunum, til meira data um hvussu tær virka upp á fólk, er tøkt. Síggj samrøðu sum NBC gjørdi við Offit her:

Mýsnar, sum verða brúktar til kanningarnar, eru av slagnum BALB/c, sum eru aldar serliga til slík medisinsk endamál og eru genetiskt sera líkar.

Hvat hendi so við teimum 8 mýsnum, sum fingu nýggju koppsetingina áleið 100 dagar eftir at vera “liðugt koppsettar” við upprunaligu vaksinuni?

Hetta hevur Igor Chudov, sum skrivar á Substack hugt nærri at

Pfizer tók blóðroyndir av mýsnum fyri at kanna, um tær høvdu skapt antikroppar móti nýggju variantunum, ba 4 og ba 5. Tað at finna antikroppar í blóðinum merkir ikki neyðturviliga, at koppsetingin so megnar at steðga tær at gerast sjúkur ella at smitta onnur, eftirsum antikropparnir einans eru ein lítil eind, ið til ber at máta, í einari nógv størri og torgreiddari immunverju.

Tú skuldi trúð, at mýs, sum eru aldar til at vera líkar, eisini høvdu áleið sama immunrepsons uppá koppingina, men so var ikki. Innihaldið av antikroppum, sum verður mált í sokallaðum titarum (titers), vísti seg at vera sera ymiskt fyri tær 8 mýsnar. Summar høvdu høgt innihald, summar lágt.

Eina músin hevði eitt titaravirði á 300. Tvær høvdu titara á 700, tvær á 1500, ein hevði titara á 3000, ein 7000, og seinasta músin hevði titaravirði á heili 22 000. Tað er 73 ferðirnar meira enn músin við minst antikroppum.

Hvussu er so, gjørdist músin við titaravirði á 22 000 sjúk vegna flúgvandi høga talið av antikroppum, fekk hon t.d. myocarditis ella blóðpropp, og hvussu við henni, sum einans hevði eitt titarafirði á 300, hevði hon nakra verju ímóti kovid yvirhøvur? Hetta eru spurningar, sum vit ikki hava svar uppá, tí Pfizer upplýsir tað ikki.

Chudov lýsir tað so væl her:

Hugsa tær, hvat hevði hent, um hetta ikki vóru mýs, talan var um, men fólk. Ádam hevði fingið Ba.5-boostaran og X mongd av antikroppum. Meðan Zack hevði fingið sama slag prik, men framleitt 73X, ella 73 ferðirnar fleiri antikroppar!

So Zack hevði fingið 73 ferðirnar sterkari, álvarsamari, ella hvat vit vilja kalla tað, reaktión í kroppinum, samanborið við Ádam.

Hevði tað merkt, at Zack við síni 73 ferðirnar sterkari virknaði av somu blanding, hevði verið í størri vanda fyri at doyð av hjartabruna? Hevði Ádam verið fulkomiliga óvardur vegna sín 73 ferðirnar veikari virknað?

Tað vita vit ikki!

(...)

Av teimum 171 000 000 skamtunum, sum longu eru sendir út, so mugu vit hugsa okkum, útfrá músakanningini, at ein áttandapartur av teimum sum reagera sterkast, tað eru áleið 21 375 000 fólk, at hava 73 ferðirnar ógvusligari immunreaktión, enn tey við veikastu reaktiónini.

Og um vit so taka við, at fólkini, sum fáa hesi prik, ikki eru ald til at vera so genetiskt lík sum gjørligt, eins og BALB/c mýsnar, men eru ymisk í aldri, rasu, sjúkrasøgu og so mongum øðrum, so er ikki óhugsandi, at ójavnin í hvussu tey reagera uppá prikini, verður enn størri, enn millum mýsnar.

Annars er eisini vert at gera vart við, at allar 8 mýsnar, sum vórðu koppsettar við nýggju boostaraprikunum, gjørdust sjúkar av kovid, tá tær komu í samband við Ba5 variantin, sum prikið skuldi verja ímóti.

Nýggi boostarin frá Moderna og tær 10 mýsnar

Men hvussu er so við boostara-koppingini frá hinum kenda mRNA framleiðaranum, Moderna? Jú, teirra boostari er royndur í verki í 437 fólkum og 10 músum.

Eftir fyrst at hava fingið tvey prik av upprunakoppingini og síðani eitt við nýggju Ba5 koppingini, blivu allar mýsnar sjúkar av kovid, eftir at koma í samband við Ba5 variantin.

Granskararnir hjá Moderna taldu síðani virusbitlar í lungum og nøs hjá mýsnum. Mýsnar høvdu stórt tal av virusbitlum í bæði lungum og nøs eftir koppseting. Hetta bendir á, at tær kundu verið super-spjaðarar.

Eisini her var stórur ójavni í mongdini av virusbitlum, har músin, ið hevði hægst mátingar hevði tíggjutúsund ferðirnar fleiri bitlar enn músin við lægst mátingum.

Samanumtikið fingu allar mýsnar í hesum báðum kanningum krúnukrím eftir at hava fingið nýggja prikið. Harafturat var sera ymiskt hvussu nógvar antikroppar tær framleiddu, og hvussu nógvir virusbitlar vóru í andaleiðini.

Hendan mánaðin fer Pfizer at byrja sínar kanningar, hvussu prikini rigga at geva fólki. Úrslitini vera vónandi tøk áðrenn jól.

Samstundis fara hesi prikini at vera boðin tær og mær og milliónum av øðrum fólkum. 

So kunnu vit seta okkum spurningin, hvørt vit fara at síggja sama brádliga og eksplosiva vøkstur í smittu beint eftir at fólk eru prikað, eins og vit sóu tá ið fyrru prikini vóru givin.

Keldur til hesa grein:

Dr. John Campell á Youtube - FDA, BA 5 vaccine

Steigan - Hva skjedde med musene som høstens nye koronavaksiner ble testet på?

Dag Fallet á Substack - Hva skjedde med musene som høstens nye koronavaksiner ble testet på?

USA Today - Pfizer-BioNTech submits new COVID vaccine booster targeting BA.5 to the FDA for authorization

NPR - What's behind the FDA's controversial strategy for evaluating new COVID boosters

NBC News - New Covid boosters, which target BA.5, haven't yet been tested in people. How well will they work?

Igor Chudov á Substack - Bivalent Booster's "8-Mice Trial" Actually FAILED


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald