Dr John Ioannidis, professari á Stanford medical, víðagitin fyri sína grein frá 2005 "Why most published research findings are false", sum er mest lisna vísindaliga grein í søguni hjá Public Library of Science, setti seg saman við Dr. Jay Bhattacharya, eisini professari á Stanford medical. Bhattacharya var ein av trimum stigtakarum til The Great Barrington yvirlýsingina.
Teir tosaðu vítt og breitt um farsóttina, hvussu hon var handfarin politiskt og medisinskt, og hvat kundi verið gjørt øðrvísi og hví. Síggj alla samrøðuna omanfyri, ella okkurt smærri brot her niðanfyri.
Nøkur av evnunum teir komu inn á vóru:
"Niðurlæsingarnar gjørdu alt verri":
"Tað var so nógv trýst á í vísindaliga umhvørvinum, at tað var trupult at siga sína meining":
"Mong eru deyð, ikki bara av virusinum, men av tiltøkunum"
"Eg helt at byrja við, at niðurlæsingarnar vóru eitt gott hugskot"
Síggj alla samrøðuna ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald