Uttanlands

Russland økir virðið av orkuútflutninginum við 38% í ár

Reuters skrivar í kvøld at størri oljuútflutningur saman við hægri gassprísum,fer at lyfta Russisku inntøkurnar frá orkuútflutningi til 337,5 mia dollarar í ár (umleið 2470 milliardir krónur), ein vøkstur uppá 38%, hetta sambært einum skjali úr russiska fíggjarmálaráðnum, sum Reuters hevur sæð.

Mynd: Oljutangaskip sigla í Nakhodkavíkini nær við havnabýin Nakhodka, Russland 12 august, 2022. REUTERS/Tatiana Meel

Mynd: Oljutangaskip sigla í Nakhodkavíkini nær við havnabýin Nakhodka, Russland 12 august, 2022. REUTERS/Tatiana Meel

2022-08-18 00:41 Author image
Jón Tyril

Um hesin vøkstur heldur sær, so fer tað at hjálpa landinum at standa seg fíggjarliga ímóti handilstiltøkunum hjá vestanlondunum.

Harumframt kunnu inntøkurnar veita myndugleikunum pening til at fíggja hernaðarliga virksemið ella til at hækka lønir og pensiónir, nú afturgongd er búskaparliga, og inflatiónin etur av livistøðinum í landinum.

Men vøksturin frá orkuútflutningi røkkur bara lutvíst til at dekka mistar inntøkur vegna handilstiltøkini, siga greinarar við Reuters.

“Ávirkanin sum handilstiltøkini hava á russiska búskapin raka sera ójavnt. Fyri summar geirar hevur tað verið vanlukkuligt, til dømis bilídnaðin. Oljuídnaðurin er rímiliga ónervaður í løtuni,” segði Janis Kluge frá týska stovninum fyri altjóða- og trygdarviðurskifti.

Umframt bilídnaðin nevndi hann KT og fíggjargeiran, sum tveir av teimum harðast raktu. “Hesir geirarnir hava sterkastu bondini við vestanlondini og eru tí harðast raktir.”

Skjalið úr ráðnum metir at inntøkurnar frá orkuútflutningi javna seg við áleið 255,8 mia dollarar (umleið 1870 mia krónur) í næsta ár, sum hóast minni enn í ár, er hægri enn tær 244,2 mia dollararnir (1787 mia kr) sum útflutt var fyri av orku í 2021.

Gassfloymurin úr Russlandi, sum er høvuðsveitari til Europa, er annars lægri í ár enn vanligt. Nakrar av orsøkunum eru, at nøkur lond vildu ikki gjalda við ruplum, sum Russland setti sum krav, og fáa tískil ikki gass í løtuni, harumframt hava trupulleikar verið at fáa eina turbinu til Nord Stream 1 leiðingina, sum hevur darvað floyminum.

Sum úrslit av hesum eru gassprísirnir vaksnir sera nógv í Europa og húsarhaldini og fyritøkur skulu møguliga venja seg við tankan um rationeringar av orkuni í vetur, samstundis sum inflatiónin er hin hægsta í fleiri áratíggju.

Russiska fíggjarmálaráðið roknar við at mongdin av gassi, sum verður útflutt gjøgnum rørleidningar frá Gazprom fer at fella til 170,4 mia kubikmetrar í ár, samanborið við forsøgnina uppá 185 mia kubikmetrar í mai mánaða og í mun til teir 205,6 mia kubikmetrar sum Gazprom útflutti í 2021.

Russland er farið undir eina stigvísa øking av oljuframleiðsluni eftir at handilstiltøkini í byrjanini elvdu til minking. Keyparar í Asia hava vaksið um innkeypið og tað hevur havt við sær, at russiskir myndugleikar vænta sær meira útflutning fram til endan á 2025, stendur m.a. í skjalinum.

Sum heild væntar ráðið at russiski búskapurin fer at klára seg betur ígjøgnum handilstiltøkini, enn upprunaliga væntað, og minkingin verður minni enn roknað var við.

Einaferð ávaraði ráðið um at búskapurin var á veg at minka meira enn 12%, sum vildi verið størsta fallið síðani Sovjetsamveldið skramblaði saman í nítiárunum.

Nú verður roknað við at BTÚ minkar 4,2% í ár og at veruliga tøka inntøkan minkar 2,8%.

Kelda: Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald