Uttanlands

Rundborðsfundur hjá guvernørinum í Florida við Kulldorff, Malone, Bhatacharya o.ø.

Á fundinum var handfaringin av kovidnítjan umrødd og viðgjørd. Sí video

2022-03-07 22:24 Author image
Jón Tyril

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, hevur hildið enn ein rundborðsfund í dag um handfaringina av kovid og um koppsetingarnar. Serliga varð umrøtt koppseting av frískum børnum, sum "landslæknin" í Florida nú mælir frá. Eitt sjónarmið, sum talskvinnan hjá Hvítu Húsunum seinni á degnum kallaði fyri konspiratiónsteori.

Mangir serfrøðingar vóru savnaðir til fundin og kjakaðust m.a. um vandatættir, niðurlæsingar og tað ótal av trupulleikum, sum kravboð um koppseting av børnum, sum eru í evarska lítlan vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, elva til. Millum luttakararnar og talararnar vóru Martin Kulldorff, Jay Bhattacharya, Robert Malone, Harvey Risch og onnur.

Undir fundinum segði Dr. Joseph Fraiman frá St. Bernard Parish Hospital fylgjandi um sína undanfarnu og sína núverandi áskoðan á niðurlæsingar.

"Persónliga vil eg gjarna biða um umbering frá hesum vísindafólkunum, sum eru við mær her á Zoom, sum vóru oddafólkini í Great Barrington yvirlýsingini. Eg biði um umbering, tí at nú haldi eg, at tit høvdu rætt. Og tit høvdu rætt, heilt frá byrjan."

Her er video frá fundinum:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald