Bretska blaðið The Telegraph skrivar, at munnbind, grímur ella andlitsmaskur, sum tað eisini verður rópt, fløkja seg upp í fugl alla staðni kring heimin, og at plastik dálking nú ávirkar fuglastovnar kring allan knøttin. Hetta vísir nýggj gransking sambært blaðnum.
“The online citizen science project, Birds and Debris”, er ein online verkætlan, sum savnar fotomyndir av fugli, sum er fløktur í plastik ella sum hevur plastik í reiðrinum. Myndirnar koma ymsastaðni frá kring allan heim.
Næstan ein fjórðingur av myndunum vísa fugl, sum er fangaður í persónligan verjuútbúnað (PPE - personal protective equipment á enskum), harav tað mesta er einnýtis munnbind, siga granskararnir.
Verkætlanin, sum verður rikin av granskarum við Environmental Research Institute, sum er partur av bæði North Highland College UHI, og University of the Highlands and Islands, hevur koyrt í fýra ár.
Dr Alex Bond, sum er ein av granskarunum í verkætlanini, sum kemur frá Natural History Museum í London, segði sambært blaðnum, at burturkast frá menniskjum, ið ávirkar fuglalív, er ein “alheims trupulleiki”.
“Tá tú byrjar at hava eyguni eftir hesum, so sært tú tað allastaðni,” segði hann við BBC.
“Vit hava fingið frágreiðingar úr Japan, Australia, Sri Lanka, Stóra Bretlandi, Norður Amerika.”
“Tað er næstan alt munnbind," segði Dr Bond.
“Og um tú hugsar um øll tey ymisku evnini, sum eitt einnýtis munnbind er gjørt av - har er elastik, sum vit síggja fløkjast um beinini á fugli, ella síggja vit fugl, sum hevur fingið skaða tí hann hevur roynt at etið tilfar ella tað harða petti av plasti, sum skal syrgja fyri at bindið liggur tætt at nøsini”.
“So vit nýta hetta altfevnandi orðið ‘plastikk’, men tað er í veruleikanum ein heil røð av ymiskum polymerum, og munnbind eru eitt gott dømi um tað."
Mett verður at 129 milliardir munnbind og 65 milliardir einnýtishandskar vóru nýtt um mánaðin, tá ið alheims farsóttin var í hæddini.
Meginparturin av einnýtis munnbindum eru framleidd av plastikki, sum ikki kann brótast niður lívfrøðiliga, men sum kann verða brotið niður til mikroplast, sum síðani verður spjatt út í umhvørvið.
Onkur gransking er komin til at í 2020 endaðu 1,6 milliardir munnbind í heimsins høvum.
Annað burturkast var m.a. einnýtishandskar. Í eina førinum vóru bæði handskar og munnbind endað í einum fuglareiðri, greiddu granskararnir frá.
Niðurstøðan hjá teimum sigur m.a.: “Hóast krøv um munnbind eru slept í ymsum pørtum av heiminum, so fara milliardir av einnýtis útbúnaði í sambandi við farsóttina at síggjast í bæði land- og havumhvørvinum í fleiri tíggjuár fram.”
“Tískil er neyðugt at taka við lærdómi frá hesari hending og meta um tað ávirkan, sum plastikk burturkast frá farsóttini hevur havt á okkara alheims djóralív og umhvørvi”.
Granskararnir heita á fólk um at taka lut í verkætlanini við at leggja myndir upp av fugli ella reiðrum, sum eru fongd við burturkasti.
“Um tú ikki hevur nakra mynd, so kanst tú eisini bara greiða frá, hvat tú sást. Halt eyguni við fugli, sum er fløktur í plast og sum skolar upp á strondina. Ella halt eyguni við burturkasti í reiðrunum, tá tú vitjar eina sjófugla koloni ella líknandi, siga granskararnir.
Greinin á Telegraph kann lesast í heimum líki her: Covid face masks 'devastating' bird populations all over the world
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald