“Kristin ímóti valdsmisnýtslu.” Soleiðis byrjar júst útkomna Frankfurt yvirlýsingin. Hon varð snikkað saman av kristnum leiðarum bæði í Amerika, Evropa og aðrastaðni og er eitt mótmæli ímóti, hvussu statir av órøttum hava gjørt seg inn á mannarættindi í kjalarvørrinum av kovidkreppuni.
“Tað, sum skundaði undir hesa yvirlýsing var alsamt vaksandi totalitarisman, staturin legði omanyvir øll øki í samfelagnum, serliga kirkjur og samkomur, og hvussu gudsgivin og grundlógartryggjað rættindi vórðu sett til síðis undir kovidkreppuni,” siga høvundarnir. Endamálið við yvirlýsingini er at “viðgera slíkar hóttarnir við støði í ævigu sannleikunum úr Guds orði.”
Millum kristnu leiðararnar, sum hava skrivað undir yvlrlýsingina eru Voddie Baucham, professari, trúarverjarnir James White og Jeff Durbin, umframt pastorarnir Doug Wilson og John MacArthur. John MacArthur, sum er pastorur í Grace Community Church í Kalifornia, har eini 8,000 fólk savnast hvørja viku, noktaði í 2020 at lata samkomuna aftur, hóast myndugleikarnir høvdu givið boð um tað. Í fjør vann samkoman eina rættarsak ímóti statinum í Kalifornia og staðfest varð, at staturin ongan rætt hevur at forða átrúnaðarligum fundum. Samkoman fekk $800,000 - næstan 6 milliónir krónur - í endurgjaldi.
Kanadisku pastorarnir, Dr. James Coates og Tim Stephens, skrivaðu eisini undir. Báðir vórðu teir settir í geglið, tí teir ikki vildu gevast at hava møti. Dr. James Coates varð settur fastur í februar 2021 og slapp útaftur ein mánaða seinni. “Eg eri ikki nakar politiskur kollveltingarmaður,” segði pastorurin í rættindum. “Eg eri her, heilt einfalt tí eg eri Jesusi Kristi lýðin og tað er hetta lýdni, sum setur meg upp ímóti lógini.”
Tim Stephens varð settur fastur tvær ferðir í 2021: fyrst í tveir dagar í mai og síðani í tvær vikur í juni. Løgreglan handtók Tim Stephens frammanfyri konu og átta børnum hansara. Ein filmsupptøka av handtøkuni kann síggjast her:
Fimm greinar eru í Frankfurt yvirlýsingini: ávíkavist nevndar “Gud, skapari heimsins, er lóggevari og dómari yvir øllum”, “Gud er uppruni til allan sannleika - og leikluturin, vísindi hava”, “Mannaættin er skapt í mynd Guds”, “Gud hevur givið myndugleikum heimild og avmarkingar” og “Kristus er høvur samkomunnar”.
Í fyrstu greinini sigur yvirlýsingin, at “vit avnokta at nakar jarðiskur myndugleiki hevur rættin at allýsa moralskan sannleika og frá borgarum krevja treytaleyst lýdni, sum gongur ímóti (Guds) lógum.” Yvirlýsingin heldur sostatt fast við frælsið, bæði einstaklingar og kirkjur og samkomur hava, uttan uppílegging at dýrka Gud soleiðis, sum tey sjálv meta er rætt.
Yvirlýsingin endur við eini áheitin til myndugleikar, sum hava misnýtt sítt vald, at venda við og aftur byrja at verja Gudsgivin frælsi og rættindini hjá sínum borgarum. Boðini yvirlýsingin hevur til teirra, sum ynskja at noyða onnur at vera statinum lýðin og sostatt Gudi ólýðin, eru orðini hjá Sadrak, Mesak og Abed-Nego í Dánielsbók, tá ið myndugleikarnir kravdu at teir skuldu tilbiðja kongin, Nebukadnezar, ella missa lív síni.
“Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin! Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!" (Dánielsbók 3:17-18)
Frankfurt-yvirlýsingin kann lesast og undirskrivast her:
The Frankfurt Declaration of Christian & Civil Liberties
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald