Greinin er upprunaliga givin út tann 27. mars 2022 á Centre Français de Recherche sur le Renseignement (franska miðstøðin fyri fregnargransking), Paris. Greinin er komin út á enskum m.a. á The Postil Magazine.
Um høvundin: Jacques Baud úr Sveis er fyrrverandi oberstur í herleiðsluni (General Staff), fyrrverandi limur í sveisisku strategisku fregnartænastuni, serfrøðingur í londum eystanfyri. Hann lærdi í amerikonsku og bretsku fregnartænastunum. Hann hevur virkað sum ráðleggingarleiðari í friðarvarðveitandi tiltøkum hjá ST. Sum ST-serfrøðingur í rættarstati og trygdarstovnum uppbygdi og leiddi hann ta fyrstu fleirdimensjonalu fregnareindina hjá ST í Sudan. Hann hevur arbeitt fyri Afrikanska Samveldið og hevði í 5 ár ábyrgdina av stríðnum hjá NATO ímóti spjaðing av hondvápnum. Beint eftir, at Sovjetsamveldið fall, var hann partur av orðaskiftinum við hægstu russisku tænastumenn í herinum og í fregnartænastuni. Sum partur av NATO fylgdi hann við kreppuni í Ukraina í 2014 og tók seinni lut í tiltøkum at hjálpa Ukraina. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um fregnartænastu, kríggj og yvirgang.
Elin Henriksen týddi.
1. partur kann lesast her: 1. partur: Leiðin til kríggj
2. partur kann lesast her: 2. partur: Kríggið
3. partur: Niðurstøður
Sum ein, ið áður hevur havt sítt yrki í fregnartænastuni, er tað fyrsta, eg leggi til merkis, fullkomna fráveran av vesturlendskum fregnartænastum at umboða støðuna seinasta árið. Í Sveis hevur verið funnist at fregnartænastuni fyri ikki at hava givið rætta mynd av støðuni. Tað sær satt at siga út, sum fregnartænasturnar í øllum Vesturheiminum eru tiknar av ræði av politikarunum. Trupulleikin er, at tað eru politikararnir, sum ráða - sjálvt tann besta fregnartænastan í heiminum er ónýtilig, um tey, ið taka avgerðirnar, ikki lurta. Tað er tað, sum er hent undir hesi kreppuni.
Tó so, at meðan summar fregnartænastur høvdu eina sera neyva og skynsama mynd av støðuni, so var greitt, at summar høvdu somu mynd sum ta, ið miðlarnir miðlaðu okkum. Í hesi kreppuni høvdu fregnartænasturnar hjá londunum í tí “nýggja Evropa” ein týðandi leiklut. Trupulleikin er - sum eg havi lært av royndum mínum - at tær eru út av lagi vánaligar á analytiskum stigi - doktrinerar, teimum vantar tað intellektuella og politiska óheftnið, sum krevst til at meta um eina støðu við hernaðarligum “kvaliteti”. Tað er betri at hava tær sum fíggindar enn sum vinir.
Fyri tað annað sær út, sum politikarar í summum evropeiskum londum tilvitað hava skúgvað fregnartænastur sínar til viks fyri í staðin at svara hugsjónarliga upp á støðuna. Tað er tí, henda kreppan frá byrjan hevur verið irrationell. Viðmerkjast skal, at øll skjøl, sum hava verið løgd fram fyri almenningin undir hesi kreppuni, vórðu løgd fram av politikarum, sum bygdu á kommersiellar keldur.
Eyðsæð er, at summir vesturlendskir politikarar ynsktu, at kreppa skuldi koma í lag. Í USA vóru tey hugsaðu álopini, sum Anthony Blinken legði fyri Trygdarráðið, ikki annað enn úrslit av hugflognum hjá einum “Tiger Team”, ið arbeiddi fyri hann. Hann gjørdi júst tað sama, sum Donald Rumsfeld gjørdi í 2002, tá ið hann fór uttan um CIA og aðrar fregnartænastur, ið als ikki vóru líka so sjávvissar viðvíkjandi irakiskum evnafrøðiligum vápnum.
Tann skakandi gongdin, sum vit í dag kunnu eygleiða, hevur orsøkir, sum vit vistu um, men sýttu fyri at síggja:
- á strategiskum stigi: víðkanin av NATO (sum ikki er viðgjørd her);
- á politiskum stigi: vesturlendska noktanin fyri at seta Minsk-avtalurnar í verk;
- og operationelt: framhaldandi og endurtiknu álopini á sivila fólkið í Donbass hesi seinastu árini og ógvisliga økingin av teimum seinast í febrar 2022.
Við øðrum orðum kunnu vit sjálvandi harmast um og fordøma tey russisku álopini. Men VIT (t.e við USA, Fraklandi og ES á odda) hava lagt viðurskiftini til rættis fyri stríðnum. Vit hava samkenslu við ukrainska fólkinum og teimum tveimum milliónunum (almenna talið er pr 15. apríl komið uppá 4,8 mió) av flóttafólkum. Tað er gott. Men høvdu vit havt minsta vet av samkenslu við sama tali á flóttafólkum úr ukrainska fólkinum í Donbass, sum vóru fyri atsóknum frá síni egnu stjórn og sum seinastu átta árini eru flýdd til Russlands, so er sannlíkt, at einki av hesum var hent.
Tal á sivilum, sum eru dripin í Donbass í 2018-2021, býtt eftir landaøki:
Í landaøkjum undir eftirliti av sjálvútnevndu lýðveldunum | Í landaøkjum undir eftirliti av stjórnini | Í “ongamanna-landi” | Til samans | Prosentvís minking í mun til árið fyri | |
2018 | 128 | 27 | 7 | 162 | -41,9 % |
2019 | 85 | 18 | 2 | 105 | -35,2 % |
2020 | 61 | 9 | 0 | 70 | -33,3 % |
2021 | 36 | 8 | 0 | 44 | -37,1 % |
Til samans | 310 | 62 | 9 | 381 | |
Prosent | 81,4 | 16,3 | 2,3 | 100,0 |
Her sæst, at meiri enn 80 % av teimum dripnu í Donbass doyðu sum úrslit av bumbuatsóknum hjá ukrainska herinum. Í áravís hevur tøgn valdað vestanfyri um atsóknirnar hjá stjórnini í Kyiv móti russiskmæltum ukrainum, uttan so mikið sum at royna at leggja trýst á Kyiv. Tað var henda tøgnin, sum noyddi Russland at handla.
[Kelda: “Conflict-related civilian casualties,“ United Nations Human Rights Monitoring Mission in Ukraine.]
Um hutakið “fólkamorð” er galdandi um ágangin, sum fólkið í Donbass hevur liðið undir, er opin spurningur. Hugtakið verður vanliga nýtt um størri mál (Holocaust o.tíl.). Men tað er sannlíkt, at definitiónin, sum Fólkamorðs-sáttmálin nýtir, er nóg breið til at fevna um hetta málið. Løgfrøðiliga lærd fara at skilja hetta.
Tað er greitt, at hetta stríðið hevur ført okkum út í vitloysi. Revsitiltøk tykjast vera blivin fremsta amboðið í uttanríkispolitikki okkara. Høvdu vit hildið fast í, at Ukraina skuldi halda Minsk-avtalurnar, sum vit samráddu okkum fram til og góðtóku, hevði einki av hesum verið hent. Fordømingin av Vladimir Putin er eisini okkara. Tað nyttar einki at gremja seg aftaná - vit skuldu havt handlað fyrr. Tó hevur hvørki Emmanuel Macron (sum garantur og limur í Trygdarráðnum), Olaf Scholz ella Volodymyr Zelenskij virt sínar skyldur. Tá samanum kemur, eru teir veruligu tapararnir tey, sum onga rødd hava.
ES megnaði ikki at fremja íverksetanina av Minsk-avtalunum - tvørturímóti, tey lótust ikki um vón, tá ið Ukraina bumbaði egnu íbúgvar sínar í Donbass. Hevði ES tá tikið neyðugu stigini, hevði ikki verið neyðugt hjá Vladimir Putin at lagt uppí. Fráverandi frá tí diplomatiska stignum gjørdi ES vart við seg við at kyka undir stríðið. Tann 27. februar var tann ukrainska stjórnin til reiðar at samráðast við Russland. Men nakrar tímar seinni samtykti ES at veita Ukraina vápn fyri 450 milliónir evrur, sum er at stoyta bensin á bálið. Frá tá av kendu ukrainar seg ikki hava fyri neyðini at semjast. Mótstøðan hjá Azov-militsini í Mariupol hevði enntá við sær, at 500 milliónir evrur aftrat vórðu játtaðar til vápn.
Við vælsignilsi frá vestanlondum verður beint fyri teimum, sum eru fyri samráðingum. Hetta er galdandi fyri Denis Kireyev, ein av ukrainsku samráðingarmonnunum, myrdur 5. mars av ukrainsku fregnartænastuni (SBU), tí hann var ov jaliga sinnaður mótvegis Russlandi og varð mettur sum landasvíkjari. Sama lagna rakti Dmitrij Demyanenko, fyrrverandi varaleiðara í høvuðsleiðsluni hjá SBU fyri Kyiv og landspartin kring býin. Hann varð myrdur 10. mars, tí hann var ov jaliga sinnaður fyri eini avtalu við Russland - hann varð skotin av Mirotvorets(“friðarskapandi”)-militsini. Henda militsin er knýtt at Mirotvorets-heimasíðuni, sum vísir fram “fíggindarnar hjá Ukraina” við persónligum dátum, bústaði og telefonnummari, so tey kunnu verða álopin ella kanska myrd; ein framferð, sum er revsiverd í nógvum londum, men ikki í Ukraina. ST og summi evropeisk lond hava kravt, at heimasíðan verður stongd, men Rada (ukrainska tingið) noktar.
At enda verður prísurin høgur, men tað er sannlíkt, at Vladimir Putin fer at røkka teimum málum, hann setti sær. Bondini millum Russland og Kina eru styrkt. Kina bjóðar seg fram at mekla í stríðnum, meðan Sveis kemur á listan yvir fíggindar Russlands. Amerikanarar mugu biðja Venesuela og Iran um olju fyri at sleppa burtur úr orkukreppuni, teir hava sett seg í - Juan Guaido má taka seg aftur med alla, og USA má finna seg í at endurskoða revsitiltøkini, sum tey løgdu á fíggindar sínar.
Vesturlendskir ráðharrar, sum royna at fáa russiska búskapin at fara um koll og russiska fólkið at líða, ella enntá koma við áheitanum um at beina fyri Putin, vísa (hóast teir lutvíst hava snarað sniðið á orðum sínum, men ikki týdningin!), at leiðarar okkara eru einki betri enn teir, sum vit hata. Tí at seta revsitiltøk í verk móti russiskum ítróttarfólkum á paralympisku leikunum ella móti russiskum listafólkum hevur einki at gera við at stríðast ímóti Putin.
Harvið viðurkenna vit hinvegin, at Russland er eitt fólkaræði, eftirsum vit meta, at russiska fólkið hevur ábyrgd av krígnum. Um tað ikki er so, hví royna vit so at revsa eitt heilt fólk fyri mistøkini hjá einum persóni? Lat okkum minnast, at kollektiv revsing er bannað sambært Genève-sáttmálanum.
Tað, vit kunnu læra av hesum stríðnum, er, at kensla okkara fyri medmenniskjanum er ein variabil. Um vit løgdu so nógv í frið og Ukraina, hví skundaðu vit so ikki undir Ukraina fyri at fáa landið at virða tær avtalur, tað sjálvt hevði skrivað undir, og sum Trygdarráðið hevði góðkent?
Hvussu heiðurligir miðlarnir eru, verður mátað við vilja teirra at arbeiða eftir “München-samtyktini um skyldur og rættindi hjá tíðindafólki”. Tað eydnaðist miðlunum at breiða út hatur móti kinesarum undir covid-kreppuni, og polariserandi boðskapur teirra elvir til somu avleiðing móti russum. Journalistikkurin verður alt meira óprofessionellur og militantur.
Sum Goethe segði: “Tess størri ljós, tess myrkari skuggi.” Tess longur revsitiltøkini móti Russlandi fara út úr proportión, tess størri ljós varpa tey málini, har vit einki hava gjørt, á okkara rasismu og undirbrotligheit. Hví hava eingir vesturlendskir politikarar latið við seg koma um álopini á sivilfólkið í Donbass seinastu átta árini?
Tá samanum kemur, hvat er tað so, ið ger stríðið í Ukraina meira átaluvert enn kríggini í Irak, Afganistan ella Libya? Hvørji revsitiltøk hava vit sett í verk ímóti teimum, sum tilvitað lugu fyri altjóða samfelagnum fyri at føra órættvís, ikki rættvísgjørd og deyðilig kríggj? Hava vit roynt at “fáa amerikanska fólkið at líða” fyri at hava logið fyri okkum (tí tey eru eitt fólkaræði!) fyri kríggið í Irak? Hava vit samtykt eitt einasta revsitiltak móti londunum, fyritøkunum ella politikarunum, sum veita vápn til stríðið í Jemen, ið verður mett sum tann “ringasta humanitera vanlukkan í verðini”? Hava vit sett í verk revsitiltøk móti londunum í ES, sum fremja ræðuligastu píning á landaøkjum sínum til frama fyri USA?
At seta spurningin er at svara honum - og svarið er ikki pent.
_____
PS. Jacques Baude, var gestur hjá Aaron Maté á The Grey Zone tann 12. apríl. Tann samrøðan kann hoyrast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald