Greinin er upprunaliga givin út tann 27. mars 2022 á Centre Français de Recherche sur le Renseignement (franska miðstøðin fyri fregnargransking), Paris. Greinin er komin út á enskum m.a. á The Postil Magazine.
Um høvundin: Jacques Baud úr Sveis er fyrrverandi oberstur í herleiðsluni (General Staff), fyrrverandi limur í sveisisku strategisku fregnartænastuni, serfrøðingur í londum eystanfyri. Hann lærdi í amerikonsku og bretsku fregnartænastunum. Hann hevur virkað sum ráðleggingarleiðari í friðarvarðveitandi tiltøkum hjá ST. Sum ST-serfrøðingur í rættarstati og trygdarstovnum uppbygdi og leiddi hann ta fyrstu fleirdimensjonalu fregnareindina hjá ST í Sudan. Hann hevur arbeitt fyri Afrikanska Samveldið og hevði í 5 ár ábyrgdina av stríðnum hjá NATO ímóti spjaðing av hondvápnum. Beint eftir, at Sovjetsamveldið fall, var hann partur av orðaskiftinum við hægstu russisku tænastumenn í herinum og í fregnartænastuni. Sum partur av NATO fylgdi hann við kreppuni í Ukraina í 2014 og tók seinni lut í tiltøkum at hjálpa Ukraina. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um fregnartænastu, kríggj og yvirgang.
Elin Henriksen týddi.
1. partur kann lesast her: 1. partur: Leiðin til kríggj
2. partur: Kríggið
Sum fyrrverandi leiðari av hermegini hjá Warszawasamgonguni í sveisisku strategisku fregnartænastuni, eygleiði eg syrgin - men ikki bilsin -, at tænastur okkara ikki longur eru førar fyri at skilja hernaðarligu støðuna í Ukraina. Teir sjálvútnevndu “serfrøðingarnir”, sum trína fram á skíggjunum hjá okkum, bera ótroyttiliga fram somu kunning, borna av uppáhaldinum um, at Russland - og Vladimir Putin - eru irrationell. Lat okkum stíga eitt fet aftur.
1. Kríggj brestur á
Síðan novembur 2021 hava amerikanarar uttan íhald hótt við russiskari innrás í Ukraina. Tað sýntist tó ikki, sum ukrainar vóru samdir. Hví ikki?
Vit mugu aftur til 24. mars 2021. Henda dagin kunngjørdi Volodymyr Zelenskij avgerðina um at taka Krim aftur, og fór undir at savna hermegi sína sunnarlaga í landinum. Samstundis vóru fleiri NATO-venjingar í økinum millum Svartahav og Eystrasalt, og hartil munandi vøkstur í eftirlitsflogferum fram við russiska markinum. Russland helt síðan fleiri venjingar fyri at kanna skipanarligu tilbúgvingina hjá herliðum sínum og fyri at vísa, at tey fylgdu við gongdini í støðuni.
So varð friðarligari aftur fram til oktobur-novembur, móti endanum á ZAPAD 21-venjingunum, har flytingin av herliðum var tulkað sum endurstyrking upp undir eitt álop á Ukraina. Men sjálvt teir ukrainsku myndugleikarnir vístu aftur hugsanini um russiskar fyrireikingar til kríggj, og ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikoc, staðfesti, at har høvdu ongar broytingar verið við markið síðan um várið.
Út á heystið framdi Ukraina loftatsóknir í Donbass og breyt soleiðis Minsk-avtalurnar. Í hesum atsóknum vórðu dronur brúktar, og talan var um minst eitt álop á eina brennievnisgoymslu í Donetsk, í oktobur 2021. Amerikanskir tíðindamiðlar løgdu hetta til merkis, men ikki evropearar, og eingin fordømdi hesi brot.
Í februar 2022 tóku hendingarnar dik á seg. Tann 7. februar váttaði Emmanuel Macron á vitjan í Moskva fyri Vladimir Putin, at hann bant seg til at halda Minsk-avtalurnar, og hetta endurtók hann eftir fundin við Volodymyr Zelenskij dagin eftir. Men tann 11. februar, í Berlin, eftir níggju tíma arbeiði, endaði fundurin við teir politisku ráðgevarnar hjá leiðarunum av “Normandí-formatinum” [diplomatiska samstarvið millum Týskland, Russland, Ukraina og Frakland, sum varð sett á stovn undir vápnaðu samanbrestunum í Donbass] uttan nakað ítøkiligt úrslit: ukrainar sýttu framvegis fyri at halda Minsk-avtalurnar, at síggja til eftir trýsti úr USA. Vladimir Putin gjørdi síðani vart við, at Macron var komin við tómum lyftum, og at Vestanveldini ikki vóru til reiðar at klára at handhevja avtalurnar, eins og tey heldur ikki høvdu klárað tað seinastu átta árini.
Í eystaru landslutunum, í sokallaðu kontaktsonuni, hildu ukrainskar fyrireikingar fram. Ekki kom á russiska tingið, Dumuna, sum tann 15. februar heitti á Vladimir Putin um at viðurkenna lýðveldini sum sjálvstøðug. Hesum sýtti hann fyri.
Tann 17. februar kunngjørdi Joe Biden, forseti, at Russland fór at leypa á Ukraina ein av næstu døgunum. Hvussu visti hann tað? Løgið ... Men frá 16. februar øktust skotálopini á íbúgvarnar í Donbass í stórum, soleiðis sum dagligu frágreiðingarnar frá eygleiðarunum hjá “Felagsskapinum fyri trygd og samstarvið í Evropa” (OSCE) vísa. Sjálvandi lótu hvørki miðlar, ES, NATO ella nøkur vesturlendsk stjórn við seg koma ella løgdu uppí. Seinni fer at verða sagt, at hetta eru russisk falstíðindi. Í veruleikanum tykist tað, sum ES og summi lond tilvitað hava tagt um massakruna á fólkið í Donbass, væl vitandi, at hetta fór at framprovokera eina russiska innrás.
Samstundis koma frágeiðingar um sabotasju í Donbass. Tann 18. februar tóku Donbass-hermenn sabotørar, sum tosaðu pólskt og vóru útgjørdir við vesturlendskari útgerð, og sum royndu at seta í verk kemiskar hendingar í Gorlivka. Teir kunnu hava verið CIA-leiguhermenn, leiddir ella leiðbeindir av amerikanarum, settir saman av ukrainskum ella evropeiskum hermonnum til at fremja sabotasjutiltøk í Donbass-lýðveldunum.
Í veruleikanum visti Joe Biden longu tann 16. februar, at ukrainar vóru farnir at skjóta eftir sivilum í Donbass. Hetta setti Vladimir Putin í eina torføra støðu, har hann skuldi velja ímillum at hjálpa Donbass við hernaðarmegi og skapa ein altjóða trupulleika, ella einki gera og síggja tað russiskmælta fólkið í Donbass verða knúst.
Um hann skuldi tikið ta avgerð at leggja uppí, kundi Putin skjóta seg undir altjóða ábyrgdina “Responsibility To Protect” (R2P). Men hann visti, at uttan mun til, á hvønn hátt ella hvussu nógv hann legði uppí, so fór tað at elva til ein floym av revsitiltøkum. Annaðhvørt tann russiska uppíleggingin varð avmarkað til Donbass ella fór longur fyri at leggja trýst á Vestanlond viðvíkjandi støðuni hjá Ukraina, so fór prísurin at vera tann sami. Hesum greiddi hann frá í røðu síni tann 21. februar.
Henda sama dag gekk hann áheitanini frá Dumuni á møti og viðurkendi tey bæði Donbass-lýðveldini sum sjálvstøðug, og samstundis skrivaði hann undir vinar- og stuðulssáttmálar við tey.
Ukrainsku skotálopini á fólkið í Donbass helt fram, og 23. februar bóðu tey bæði lýðveldini Russland um hernaðarliga hjálp. Tann 24. februar skeyt Vladimir Putin seg undir grein 51 í ST-sáttmálanum, sum gevur møguleika fyri sínámillum hernaðarligari hjálp innan fyri karmarnar á eini verjusamgongu.
Fyri at gera ta russisku uppíleggingina fullkomiliga ólógliga í eygunum á almenninginum, fjaldu vit tilvitað ta sannroynd, at kríggið í veruleikanum byrjaði 16. februar. Ukrainski herurin fyrireikaði seg til at leypa á Donbass longu í 2021, soleiðis sum ávísar russiskar og evropeiskar fregnartænastur væl vóru greiðar yvir. Løgfrøðingar fara at døma.
Í røðu síni tann 24. februar legði Vladimir Putin fram tey bæði endamálini við átøkum sínum: at “av-militarisera” og “av-nasifisera” Ukraina. So tað var ikki ein spurningur um at taka Ukraina, sannlíkt heldur ikki at hertaka tað, og avgjørt ikki at oyðileggja tað.
Síðan tá er avmarkað gjøgnumskygni av gongdini: russarar hava sera vælútbygda trygd viðvíkjandi tí, teir gera (OPSEC), og smálutirnir í ætlanum teirra er ikki kend. Men hvussu hendingarnar fóru fram, læt okkum skjótt skilja, hvussu tey strategisku málini vórðu umsett til operativa stigið.
Av-militarisering:
- oyðilegging niðri á jørðini av ukrainskari loftferðslu, loftverjuskipanum og kanningar- og njósnara-útgerð;
- nevtralisering av kommando- og fregnartænastuskipanum (C3I), og somuleiðis av týdningarmestu logistisku rutunum djúpt inni í økinum;
- kringseting av meginpartinum av ukrainska herinum, samlaður í landssynningspartinum av landinum.
Av-nasifisering:
- oyðilegging ella nevtralisering av sjálvbodnum herliðum, sum virka í býunum Odessa, Kharkov og Mariupol, umframt av ávísum málum í økinum.
2. "Av-militarisering"
Russiska atsóknin varð framd á sera “klassiskan” hátt. Byrjaði - eins og ísraelar gjørdu í 1967 - við at oyðileggja loftvápnið niðri á jørðini longu teir fyrstu tímarnar. Síðan sóu vit eina samstundis progressión eftir fleiri ásum eftir meginregluni um “rennandi vatn”: halt fram allastaðni, har mótstøðan er veik og far fyribils uttan um býirnar (sera krevjandi hjá herliðunum). Í norðara parti av landinum varð orkuverkið í Tjernobyl tikið beinanvegin fyri at forða fyri sabotasju. Myndirnar av ukrainskum og russiskum hermonnum, sum í felag halda vakt við verkið, verða sjálvandi ikki vístar.
Hugskotið, at Russland roynir at taka høvuðsstaðin Kyiv fyri at gera av við Zelenskij, kemur vanliga frá Vestanveldunum - tað var tað, tey gjørdu í Afganistan, Irak, Libya, og tað, tey royndu at gera í Sýria við hjálp frá Islamiskum Stati, IS. Men Vladimir Putin hevði ongar ætlanir um at skjóta Zelenskij ella fáa hann frá. Í staðin roynir Russland at lata hann verða sitandi við valdið við at trýsta hann til samráðingarborðið við at kringseta Kyiv. Higartil hevur hann sýtt fyri at seta Minsk-avtalurnar í verk. Men nú vilja russar røkka málinum, at Ukraina verður uttanveltað.
Nógvir vesturlendskir viðmerkjarar vóru bilsnir av, at russar hildu fram at royna eina samráðingarloysn, meðan teir framdu hernaðarligar atsóknir. Frágreiðingin er at finna í russisku strategisku sjónarmiðunum síðan Sovjettíðina. Hjá Vestanveldunum byrjar kríggj, tá ið politikkurin endar. Hinvegin halda russar seg til íblástur frá Clausewitz: kríggj er framhald av politikki, og tað ber til flyta seg flótandi frá øðrum til hitt, sjálvt meðan bardagin fer fram. Hetta loyvir einum at leggja trýst á hin partin og trýsta hann til at samráðast.
Úr einum operativum sjónarhorni var tann russiska atsóknin eitt serdømi: Eftir seks døgum hertóku russar eitt øki líka stórt sum Bretland, við eini ferð, sum var størri enn tann hjá Wehrmacht í 1940.
Meginparturin av ukrainska herinum var til reiðar sunnarlaga í landinum sum fyrireiking til eina størri atsókn móti Donbass. Hetta er grundin til, at russisk herlið kundu kringseta hann fyrst í mars í “grýtuni” millum Slavyansk, Kramatorsk og Severodonetsk, við einum átaki eystaneftir gjøgnum Kharkov og einum øðrum sunnaneftir av Krim. Herlið úr lýðveldunum Donetsk (DPR) og Lugansk (LPR) stuðlaðu russisku hermegini við átøkum eystaneftir.
Á hesum stignum stramma russisku herdeildirnar spakuliga lykkjuna, men eru ikki longur undir tíðartrýsti. Málið hjá teimum um av-militarisering er næstan nátt, og tær ukrainsku herdeildirnar, sum eru eftir, hava ikki longur nakra operativa og strategiska kommandoskipan. At tað gongur spakuliga hjá russum - nakað, sum okkara “serfrøðingar” geva vánaligum logistikki skyldina av - er bara avleiðing av at hava rokkið málum sínum. Tað sýnist ikki, sum Russland er áhugað í at hertaka alt Ukraina. Í veruleikanum tykist tað heldur, sum Russland roynir at avmarka átøk síni til málsliga markið í landinum.
Miðlar okkara tosa um tilvildarligar bumbuatsóknir móti sivilum, serliga í Kharkov, og ræðuligar Dante-líknandi myndir verða sendar í umferð. Men Gonzalo Lira, ein latínamerikanari, sum býr har, vísir okkum ein friðarligan bý tann 10. og 11. mars. Satt er, at býurin er stórur, og vit síggja ikki alt - men hetta sær út sum eitt tekin um, at talan ikki er um stórkríggj, soleiðis sum okkum framhaldandi verður víst á skíggjunum.
Viðvíkjandi Donbass-lýðveldunum, so hava tey “frígjørt” síni egnu øki og stríðast í býnum Mariupol.
3. "Av-nasifisering"
Í býum sum Kharkov, Mariupol og Odessa eru tað paramiliterar eindir, sum verja býirnar. Tær vita væl, at málið um av-nasifisering fyrst og fremst er vent ímóti teimum.
Hjá einum áleypara í býarøkjum eru tey sivilu ein trupulleiki. Hetta er grundin til, at Russland roynir at skapa sivilfólkinum rýmingarleiðir og soleiðis sleppa teimum sivilu út úr býunum og bara lat militsirnar vera eftir og harvið betur kunna berjast ímóti teimum.
Hinvegin royna militsirnar at hava tey sivilu í býunum fyri at forða russiska herinum í at berjast har. Hetta er grundin til, at tær treyðugt vilja seta rýmingarleiðir í verk og gera alt fyri at vissa sær, at russisku royndirnar miseydnast - tær kunnu nýta sivilfólk sum “menniskjaligt skjøldur”. Filmsbrot, sum vísa sivil, ið royna at sleppa út úr Mariupol og verða bard av krígsmonnum úr Azov-herliðnum, verða sjálvandi væl sensurerað her.
Á Facebook varð Azov-liðið bólkað saman við Islamskum Stati, IS, og lagt undir politikkin hjá miðlinum fyri “vandamiklar einstaklingar og felagsskapir”. Tað var ikki loyvt at fagna teimum, og uppsløg til teirra fyrimun vórðu bannað. Men tann 24. februar broytti Facebook leiðreglur sínar og loyvdi uppsløgum, sum vóru til fyrimun fyri militsirnar. Í sama anda loyvdi miðilin brúkarum í eystureuropa at posta áheitanir um at drepa russiskar hermenn og leiðarar. (Hetta loyvi bleiv seinni avmarkað til einans at galda í Ukraina - Red.) So mikið fyri virðini, sum geva leiðarum okkara íblástur, eins og vit skulu síggja.
Miðlarnir hjá okkum miðla eina romantiska mynd av fólksligari mótstøðu. Hetta er myndin, sum hevur elvt til, at ES fíggjar vápnasendingar til sivilfólk. Hetta er eitt brotsverk. Sum leiðari í friðarvarðveitingini hjá ST arbeiddi eg við spurninginum um sivila verju. Vit sóu, at valdsgerðir móti sivilum fór fram í heilt serligum samanhangum. Serliga, tá ið ivaleyst er til av vápnum, og ongar kommandoskipanir eru.
Hesar kommandoskipanirnar eru kjarnin í herum: tær skulu beina nýtsluna av valdi móti einum máli. Við at vápna íbúgvarnar tilvildarliga, eins og nú verður gjørt, ger ES tey til stríðsfólk við teirri avleiðing, at tey gerast møgulig mál fyri atsóknum.
Við ongari kommando og ongum operativum málum slepst ikki undan hevndaratgerðum, kriminellum virksemi og gerðum, sum eru meira deyðiligar enn munagóðar. Kríggj verður ein spurningur um kenslur. Styrki verður til valdsgerðir. Hetta er tað, sum hendi í Tawarga (Libya) frá 11. til 13. august 2011, tá ið 30 000 svartir afrikanarar vóru massakeraðir við vápnum, sum Frakland (ólógliga) slepti út við fallskíggja. Annars sær “British Royal Institute for Strategic Studies” (RUSI) einki eyka virði í hesum vápnaveitingum.
Harumframt setur tann, ið letur vápn til eitt land, sum er í kríggi, seg í vanda fyri at verða mett sum ein av stríðandi pørtunum. Tey russisku álopini 13. mars 2022 móti flogstøðini Mykolayev komu eftir russiskar ávaringar um, at vápnasendingar fara at verða viðgjørdar sum fíggindalig mál.
ES endurtekur tær vanlukkuligu royndirnar hjá Triðja Ríkinum teir seinastu tímarnar av slagnum um Berlin. Kríggj má verða latið upp í hendurnar á hervaldinum, og tá ið annar parturin hevur tapt, má tað verða viðgingið. Og skal mótstøða vera, so má hon verða leidd og skipað. Men vit gera beint øvut - vit trýsta íbúgvarnar til at fara at stríðast, og samstundis góðtekur Facebook áheitanir um at drepa russiskar hermenn og leiðarar. So mikið fyri virðini, sum geva leiðarum okkara íblástur.
Summar fregnartænastur meta hesa ábyrgdarleysu avgerðina sum ein máta at brúka tað ukrainska fólkið sum kanónføði fyri at niðurberja Vladimir Putinsa Russland. Hetta slagið av drápshugaðum avgerðum skuldu verið latið starvsfeløgunum hjá abba Ursulu von der Leyen. Tað hevði verið betri at farið undir samráðingar og harvið tryggja sivilfólkið enn at stoyta bensin á bálið. Tað er lætt at vera stríðshugaður við blóðinum hjá øðrum.
4. Føðideildin á sjúkrahúsinum í Mariupol
Tað hevur týdning at skilja frammanundan, at tað ikki er ukrainski herurin, sum verjir Mariupol, men Azov-militsin, ið er sett saman av útlendskum leiguhermonnum.
Í samandrátti sínum av støðuni tann 7. mars 2022 segði russiski ST-sendiharrin í New York, at “íbúgvarnir greiða frá, at ukrainskar vápnaðar herdeildir vístu starvsfólkunum burtur úr Føðideild nr. 1 í Mariupol og settu upp ein skjótistøð í bygninginum”.
Tann 8. mars kunngjørdi óhefti russiski miðilin Lenta.ru vitnisfrágreiðingar frá sivilum í Mariupol, sum greiddu frá, at sjúkrahúsið var hersett av militsum hjá Azov-deildini, sum koyrdi tey sivilu út haðani við at hótta við vápnum sínum. Tey váttaðu tað, sum russiski sendiharrin segði fáar tímar frammanundan.
Sjúkrahúsið í Mariupol stendur væl fyri; best egnaða stað at seta upp vápn, sum eru vend ímóti stríðsvognum og til eygleiðing. Tann 9. mars lupu russisk herlið á bygningin. Sambært CNN vórðu 17 fólk særd, men myndirnar vísa eingi deyð í bygninginum, og eingi prógv eru fyri, at tey nevndu ofrini hava samband við hesa hendingina. Tosað verður um børn, men í veruleikanum er tað einki. Hetta kann vera satt, men tað kann eisini vera ósatt. Tað forðar ikki leiðarunum í ES at meta hetta sum krígsbrotsverk. Og tað ger, at Zelenskij kann kreva flogforboð yvir Ukraina.
Í veruleikanum vita vit ikki neyvt, hvat er hent. Men hendingargongdin bendir á at vátta, at russisk herlið lupu á Azov-deildir, og at eingi sivil tá vóru á sjúkrahúsinum.
(Síðani greinin varð skrivað, hevur m.a. ein av kvinnunum, sum vóru á føðideildini staðið fram og fortalt sína søgu. Her er vinklingin hjá The Grey Zone, hennara video frágreiðing er í greinini. - Red)
Trupulleikin er, at tær paramiliteru militsirnar, sum verja býirnar, verða eggjaðar av altjóða samfelagnum til ikki at virða reglurnar fyri kríggj. Tað sær út, sum ukrainar hava endurtikið pallmyndina av føðideildini á sjúkrahúsinum í Kuwait Býi í 1990, sum firmaið Hill & Knowlton pallsetti fyri 10,7 milliónir dollarar fyri at sannføra trygdarráðið hjá ST um uppílegging í Irak fyri “Operation Desert Shield/Storm”.
Vesturlendskir politikarar hava góðtikið, at sivil hava verið bumbumál í Donbass í átta ár, uttan at samtykkja nøkur revsitiltøk móti ukrainsku stjórnini. Vit eru langt síðani komin inn í ein dynamikk, har vesturlendskir politikarar eru vorðnir samdir um at ofra altjóða lóg á leið síni til málið um at gera Russland veikari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald