Reuters skrivaði fríggjadagin 28. oktober, at italskir læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum vóru send til hús, tí tey ikki vóru koppsett ímóti kovid19, nú fara at sleppa aftur til arbeiðis. Hesum boðaði nýggi heilsumálaráðharrin, Orazio Schillaci, frá fríggjadagin.
Stigið verður tikið eftir at stórur tørvur á heilsustarvsfólkum er staðfestur, samstundis sum talið av kovid19 smittaðum er fallandi. Nýggja stjórnin sigur seg eisini vilja strikað bøtur, sum tey ókoppsettu omanfyri 50 ár, hava fingið, legði heilsumálaráðharrin afturat.
“Vit eru við at leggja seinastu hond á eitt átak, sum skal fáa heilsustarvsfólk aftur í starv, sum hava verið burturvíst fyri ikki at akta koppsetingarboðini,” segði ráðharrin m.a. í eini fráboðan á heimasíðuni hjá ráðnum.
Stjórnin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Mario Draghi, setti koronukoppseting sum krav fyri at sleppa at arbeiða sum lærari og sum heilsustarvsfólk í 2021, og í januar í ár víðkaði stjórnin kravboðini, soleiðis at øll omanfyri 50 ár skuldu lata seg koppseta.
Tey í almennum starvi, sum noktaðu, vóru send til hús uttan løn, meðan tey sum vóru omanfyri 50 ár fingu 100 eurur í bót (uml. 750 kr).
Fráboðanin legði afturat, at ráðharrin heldur tað vera hóskandi at venda líðandi aftur til normalitet og fór at steðga við dagligum kunngerum av smittutølum, innleggingum og andlátum. Hesir upplýsingar vera nú útgivnir einaferð um vikuna.
Vit skrivaðu um bøturnar og heimsendingarnar í juli mánaða - 2,4 milliónir ókoppsettir italienarar yvir 50 í vanda fyri at fáa bót, 1,7 millión ávaringar longu sendar.
Vit fegnast um at Italienar nú vónandi kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur í næstum.
Tað var longu í februar, at føroysku myndugleikarnir góvust við at kunngerða daglig tøl fyri smittu, innleggingar, og andlát og vit vendu aftur til normalitet.
Kelda: Reuters - Italy to end ban on health workers not vaccinated against Covid
Heldur tú at tørvur er á at fáa meira upplýsandi tilfar út? Ver við til at stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd. Konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun fyri at vit kunnu halda á og víðka og vaksa um virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald