Innanlands

Hetta er ikki nakar vegur til eydnusemi

Kortstíðani las eg eina barnsliga og niðrandi grein í Forbes, sum æt: “Vælkomin til 2030: Eg eigi einki, havi einki privatlív, og lívið hevur ongantið verið betri.” Greinina hevur ein av teimum einastandandi “Ungu heimsfevnandi leiðarunum” (Young Global Leaders) hjá WEF skrivað og givið út 10. november 2016

2022-04-02 02:50 Author image
David Smith

Onkuntíð haldi eg, at Klaus Schwab, stovnarin av World Economic Forum, og ein av høvundunum av bókini COVID-19: The Great Reset, er ein stórhjartaður vælgerari við sansi fyri svørtum skemti.

Kortstíðani las eg eina barnsliga og niðrandi grein í Forbes, sum æt: “Vælkomin til 2030: Eg eigi einki, havi einki privatlív, og lívið hevur ongantið verið betri.” Greinina hevur ein av teimum einastandandi “Ungu heimsfevnandi leiðarunum” (Young Global Leaders) hjá WEF skrivað og givið út 10. november 2016. (Høvundurin er faktiskt kendur her á leiðum, Ida Auken.)

Greinin lýsir mangt av tí, sum WEF hevur sprákað fyri hesi seinastu tvey árini, tað, sum tey kalla Tann Stóra Nullstillingin (The Great Reset). Sumt av tí, sum verður lýst, er longu sett í verk, ella er á veg við at blíva tað.

Sjálvandi eru tað bara hálvbýttir samansvørjingarástøðingar, sum sita í myrkum kjallarum, sum kunnu hugsa, at farsóttin var ein undanførsla, ein tilvenjing til at oyðileggja frælsa samfelagið, og skapa eitt talgilt totalitert serfrøðingastýrt marrusamfelag, har smærri vinnufyritøkur og arbeiði eru strikað, har mestu ognir og uppsparing eru mist, og har krøv um koppseting verða brúkt sum eitt loynivápn, til tess at fáa kropsligt sjálvræði og heilsufrøðilig privatlívsrættindi at verða avoldað.

Stuttligt, hvussu alt tað er tikið við í yvirskriftina, men sum fagurheiti (uttan parturin um at lívið skal vera betri enn nakrantið, uttan so, sjálvandi, at tú ert ein milliardingur, sum jú mangir av limunum í WEF eru).

Greinin í Forbes rýkur, sum alt annað frá WEF, bókstaviliga av at onkur tosar niður til eitt barn, sum er júst tað, sum er endamálið - at venda sær til ein býttlingagjørdan part av fólkinum, sum er sosialt snikkaður til at vera sum pinkubørn í sínum evnum at hugsa og gera vitbornar niðurstøður.

Her eru nøkur hæddarpunkt úr greinini við mínum týðingum.

Fyrst, yvirskriftin:

“Vælkomin til 2030: Eg eigi einki, havi einki privatlív, og havi ongantíð havt tað betri.”

Nýtist hetta nakra útgreining, hvussu svakar og ómenniskjaliggerandi teirra ætlanir eru við hesi sokallaðu Stóru Nullstillingini? “Tú fert einki at eiga. Og tú verður eydnusamur.” Hetta undarliga og skammleysa slagorðið hjá WEF. Ein og hvør við bara tveimum virkandi heilakyknum, dugir at síggja, hvussu seinastu tvey árini, hava gjørt okkum klár til júst hatta (bara uttan eydnusemi). Við at brúka farsóttina sum umbering og skjól fyri ein longu kollsilgdan búskap, ið elvir til skýhøga inflatión, sum aftur elvir til at dollarin fer um koll. Og síðani at venja fólk við at góðtaka, at tey ikki hava ræði yvir egnum kroppi ella rættin til privatlív, alt meðan tey verða talgilt sporað allastaðni tey fara við CBDC (talgildur tjóðbanka valuta), sum er væl á veg. Ja, eftir at búskapurin er farin í sor, so verður tú tikin av fótum, undirdýktur í skuld, og tú fert ikki at eiga nakað, einki privatlív at hava, og lívið hjá tær verður betri enn nakrantíð!

“Vælkomin til 2030. Vælkomin til mín bý - ella skuldi eg sagt “okkara bý.” Eg eigi einki. Eg eigi ongan bil. Eg eigi eingi hús. Eg eigi eingi húsarhaldstól ella nøkur klæði.”

Um tú framvegis eigur nakað enn, enntá klæðini á kroppinum, so bíða bara. Eftir at tú ert rakt/ur av búskaparligu flóðalduni, sum vit hava skapt, so fer Blackrock endiliga at eiga alt, sum er eftir.

“Viðhvørt brúki eg súkkluna tá eg fari at vitja onkrar vinir. Mær dámar venjingina og túrin. Tað líkasum fær sálina at koma við á ferðina.”

Ja, tað er vist. Um tú ert nóg heppin at eiga eina súkklu, so verður tað tín einasti máti at ferðast uppá. Nú kanst tú noyðast at reisa teg av tíni dovnu og feitu reyv. Um tú framvegis hevur nakra sál, tillukku.

“Alt, sum tú hevur hildið vera eina vøru, er nú vorðið ein tænasta.”

Hetta er eisini nakað, sum WEF elskar at tosa um. Stutt sagt, og hetta siga tey aðrastaðni, so fert tú ikki at eiga klæðini á kroppinum, men fert ístaðin at leiga tey, saman við øllum øðrum vørum, sum nú vera veittar sum “tænastur”. Og gita, hvør skal veita allar hesar undurfullu tænastur? Tað verður ikki lokala familjufyritøkan longur niðri á vegnum. Tær flestu av teimum eru longu koyrdar í senk ella uppkeyptar av okkara undurfullu hjartagóðu yvirharrum, sum Bezos og Gates.

“Tað gav ikki meining fyri okkum at eiga bilar longur, tí vit kundu altíð ringja eftir einum føraraleysum akfari…”

Hetta er tað, sum svøku og kunstiga høgu brennievnisprísirnir snúgva seg um, saman við framleidda óttanum fyri veðurlagsbroytingum. Persónbilar mugu hoyra fortíðini til. Ikki tí at flogvitini í WEF leggja nakað í umhvørvið, sum teir sjálvir hava oyðilagt í áratíggjur. Hetta snýr seg um at nýta umhvørvið sum umbering fyri at sleppa tær av við vanliga persónbilin, soleiðis at ríkmenninir í WEF kunnu kunnu eiga, og tú leiga, og teir tjena meira pengar. (Sí “Alt sum tú hevur hildið vera eina vøru, er nú vorðið ein tænasta.”

“í okkara býi gjalda vit ikki leigu, tí onkur annar brúkar rúmið hjá okkum, tá vit ikki hava tørv á tí. Stovan hjá mær verður t.d. brúkt til forrætningsfundir, tá eg ikki eri har”

Hetta er typiskt WEF-løgið. Tá vit sleppa út úr okkara bingju-íbúðum, so skal onkur annar brúka tær til týðandi forrætningsfundir? Er hetta eitt slag av BnB leigumáta, bara tað, at tú ikki tjenar nakað oyra uppá tað? Í minsta lagi fara tey at lata okkum hava eitt rúm. Deiligt. Og hvørjir eru so hesir forrætningsmenninir, sum skulu fundast í okkara stovum? Eftirlitismenn og/ella koppsetingarumsitingin í klædningi? Tey meina tað veruliga, tá tey siga, at “tú fert ikki at hava nakað privatlív”.

“Tá allar vørur verða broyttar til tænastur, so hevur eingin nakran áhuga fyri at tingini ganga fyri skjótt. Alt verður sniðgivið soleiðis at tað skal halda, kunna umvalast og endurnýtast.”

Tú mást leiga alt, og tað verður sniðgivið til at halda so stutt sum gjørligt, við vilja, soleiðis at eigarin (útleigarin) má keypa nýtt so ofta sum gjørligt. Men hey, tey fara sjálvandi at orðna umvalingar og endurnýggjanir fyri teg á vinaligasta hátt. Fyri eitt gjald sjálvandi.

“Shoppa? Eg minnist ikki ordiliga hvat tað er. Fyri tey flestu av okkum er tað broytt til at velja, hvørjar lutir vit skulu brúka. Onkuntíð haldi eg tað er stuttligt, og onkuntíð lati eg bara algorytmuna velja fyri meg. Hon kennir mín smakk betur enn eg sjálv eftirhondini.”

Hetta elski eg! Einki við at shoppa til tú smellur í gólvið longur. Tú kanst bara líta fult og heilt á Amazon, júst sum vit hava vant teg til í okkara tvey-ára farsóttarvenjing. Og hvør hevur brúk fyri einum heila ella privatlívi, tá tú bara kanst líta á eina algorytmu, sum veit meira um teg, enn tú sjálv/ur? Nú nýtist tú ikki so frægt sum at stríðast við tað ræðuligu byrðu, tað er, at hugsa um, hvat tú skalt keypa. Hvat fara hesi tøkniflogvitini at finna uppá næst? Ófatiligt.

“Tá tilgjørdur vitleiki (AI) og tólmenni tóku so stóran part av okkara arbeiði yvir, so høvdu vit knappliga tíð til at eta góðan mat, sova væl ,og nýta tíð saman við øðrum fólkum.”

Tá tú ikki ert til nakra sum helst nyttu meira, so fert tú at hava alla tíðina í verðini til at grunda yvir tín vesaldóm og meiningsloysi. Enntá saman við tínum vinum og familju.

“Í eina tíð gjørdist alt tað bera undirhald, og fólk tímdu ikki at befatta seg við trupul mál. Tað var ikki fyrr enn í seinastu løtu, at vit funnu útav, hvussu vit skuldu brúka alla hesa nýggju tøknina til okkurt skilabetri, enn bara tiðsfordrív.”

Vit hava givið tykkum vesalingum breyð og sirkus, og tit eru framvegis ótakksom, óstyrlig og sum heild bara ein plága. Men vit hava funnið mátar at nýta nýggja tøkni - sosum regluligar endur-koppsetingar uppá haldaragjald, sett saman við endaleysum fabrikeraðum kreppum, við tí endamáli at kunna stýra tykkum.

“Mín stórsti ampi er øll tey fólkini, sum ikki búgva í okkara býi. Tey sum vit mistu á vegnum. Tey sum avgjørdu, at tað var ov nógv við allari hesari tøknini. Tey sum kendu seg skúgvað til viks og óbrúkilig tá ið tólmenni og tilgjørdur vitleiki tóku yvir stórar partar av okkara arbeiðum. Tey sum gjørdust ónøgd við politisku skipanina, og vendu sær ímóti henni. Tey liva eitt annað slag av lívi uttan fyri býin. Summi hava skapt lítil sjálvbjargin samfeløg. Onnur vóru bara verandi í teimum tómu og frágingnu húsunum í smáum 1800tals bygdum.”

Tá ið eg las hetta, so mátti eg turka eitt tár av kinn. Okkara harrar gerast ongantíð troyttir av at ampast so nógv av okkum, ha? Sigur hetta ikki nokkso nógv um seinastu tvey árini? So øll tey missnøgdu, fortaptu og vesaligu fólkini, sum avgjørdu, at tey tímdu ikki at vera fangar og eingangs vørur hjá einari korruptari kabal av ríkum svaklingum, og ístaðin valdu at gera síni egnu lítlu frælsu samfeløg, planta sær sínar egnu urtagarðar og hava sín egna mikro-búskap fyri at halda fast í síni menniskjaligheit, verða flutt burtur í “1800tals bygdir”?

Tað ljóðar rætt. Minnir meg á kovid-avbyrgingarlegurnar í Avstralia. Tey kundu í minsta lagið sagt 1900tals bygdir. Uttan so, sjálvandi, at hesar bygdirnar, tey sipa til, hesir endur-útbúgvingar miðdeplar fyri tey tvøru, eru so strangir, at tað veruliga kennist sum at búgva í 1800talinum.

“Av og á, so kann eg gerast eitt sindur ørg um at eg ikki havi nakað veruligt privatlív. Tað er ongastaðni eg kann fara, uttan tað verður skrásett. Eg veit, at onkunstaðni verður alt, sum eg geri, hugsi og droymi um, skrásett. Eg vóni bara at eingin fer at brúka tað ímóti mær.”

Legg til merkis, at tey hava ongan trupulleika við at siga, at tú kanst ikki fara nakrastaðni uttan at vera “skrásett/ur”. Hetta merkir sjálvandi “talgilt sporað/ur”. Tá búskapurin endiliga smokkar fulkomiliga saman og tilætlaði veitingar og vørumangulin ger at tú fert at svølta, so fert tú at bøna um at fáa borgaraløn (Universal Basic Income / UBI), sum gávumilt verður bjóðað tær, og noyðir teg inn í eina marrukenda talgilda villiniborg. Krøvini um at lata seg koppseta vóru ein fittur máti at venja flokkin við at lata seg stýra fult og heilt. Og tú kanst vedda tína ómenniskjaligu reyv uppá, at alt sum tú gert, hugsar og droymir, uttan iva fer at verða brúkt ímóti tær. Tað lova tey.

“Alt í alt er hetta eitt gott lív. Nógv betri enn tann leiðin, vit gingu, tá tað byrjaði at gerast greitt, at vit kundu ikki halda á við sama leistinum fyri vøkstur. Tað hendu øll hesi ræðuligu tingini: Lívstílssjúkur, veðurlagsbroytingar, flóttafólka kreppan, niðurpíning av umhvørvinum, fulkomiliga ovurfyltir býir, vatndálking, luftdálking, sosialur ófríður og arbeiðsloysi.”

Onkursvegna, so hoyrdi eg ódámligu røddina hjá Bill Gates fyri mær, tá eg las hatta. Oh ja, Billurin, alt í alt hava hesi tvey árini verið ein búskaparlig endurnýggjan fyri teg og aðrar milliardingar, og ein fulkomin marra fyri okkum, óbrúkiligu átarar og vesalingar, sum eru uttan tamarhald, ómøgulig at seta í starv, og skúgvað til viks, og sum hava tann frekleika, at halda, at vit hava krav uppá frælsi.

Tú sópaði restina av miðalklassanum burtur, og flutti milliardir afturat í tínar lummar. Tú  smírdist í samrøðum, ílatin tínar mjúku ullintu blusur, meðan øll tey, sum tú stýrir, raktu okkum við einari ræðuligari framleiddari kreppu fyri, og aðrari eftir.

Tú hevur forritað fólkið, eins og teldur, at ræðast ein ósjónligan virus, meðan tíni strongu mannavondu krøv skaptu milliónir av flóttum, sum leitaðu eftir frælsi. Tú og títt slag, saman við fjølmiðlunum, sum tit eiga, hava veruliga borið av við tykkara siðspillu, tykkara eggjan til moralskt forfall, kynsliga ørkymlan og býir fongdar við brotsverkum. Sjálvandi hava tit eisini funnið ein máta at nýta vatndálking, luftdálking, sosialan ófríð og arbeiðsloysi (sum tit eisini hava skapt) sum eitt munadygt vápn til at avlíva flokkin av nyttuleysum átarum, soleiðis at tú kanst fáa tað lendi og tilfeingi, sum tú hevur rætt til. Eg haldi tað er fantastiskt, at tú, í øllum tí strævna arbeiðinum og hjálpararbeiðinum, sum tú gert, hevur havt tíð og orku til at skriva um, hvussu strævið tú hevur havt tað undir farsóttini, sum tú hevur útnyttað.

“Ja, tit skulu einki eiga, einki privatlív hava, og lív tykkara skal vera helviti á jørð.”


Eftir grein hjá David Smith, týtt JT, 

fyrst útgivin 31. mars 2022 á Brownstone Institute

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald