Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Henry Kissinger, er aftur úti við eini grein, har hann talar fyri samráðingum um at enda kríggið í Ukraina. Hesaferð skrivar hann í The Spectator undir heitinum “How to Avoid Another World War” ella “Hvussu vit kunnu sleppa undan enn einum heimskríggi.”
Í greinini sigur Kissinger seg “áhaldandi havi givið til kennar mín stuðul til hernaðarligu hjálpina frá teimum sameindu til at steðga russisku álopunum í Ukraina”, men at hann heldur, at rúm er fyri samráðingum.
“Tíðin til at byggja á strategisku broytingarnar sum longu eru vunnar, nærkast, og til at tvinna hesar inn í ein nýggjan bygnað til tess at náa friði ígjøgnum samráðingar,” skrivar hann.
Kissinger fekk øði í heykarnar í bæði Kyiv og Washington í mai mánaða, tá ið hann skeyt upp, at Ukraina skuldi lata Krim hálvoynna, umframt øki sum loysingarfólkini í Donbas høvdu ræðið á undan innrásina 24. februar, til tess at fáa frið í lag. Í nýggju greinini skjýtur Kissinger eitt líknandi hugskot upp, hóast hann sigur at Ukraina kann ikki longur vera óheft og má vera tengt at NATO.
“Ukraina hevur fingið sær ein av størstu og máttugastu land-herum í Europa, útgjørdur av USA og tess sameindu. Ein friðartilgongd eigur at tengja Ukraina at NATO, hvussu tað so verður framt. At halda seg óheftan gevur ikki meining longur, serliga ikki eftir at Finnland og Svøríki fara í NATO,” sigur Kissinger í greinini.
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin skjýtir upp, at fólkaatkvøður kunnu verða hildnar fyri at koma til sættis um summi av økjunum, sum Russland hevur tikið frá Ukraina.
“Um skiljilinjan, sum var millum Russland og Ukraina undan krígnum ikki kann náast - antin við stríði ella samráðingum - so ber til at leita aftur til prinsippið um sjálvsavgerðarrætt. Fólkaatkvøður kunnu verða hildnar undir altjóða eftirliti í teimum økjum, sum eru serliga ring at semjast um, og sum hava skift eigara ferð eftir ferð gjøgnum øldirnar,” skrivar hann m.a.
Kissinger sigur at málið við friðinum í Ukraina eigur at vera, at tryggja Kyiv frælsi og at “skilmarka ein nýggjan altjóða bygnað”, sum Russland við tíðini kann koma við í. Hann sigur seg ikki taka undir við tankanum um at Russland skal “gerast ómáttugt av krígnum”, sum er vanlig hugsan millum heykar í Washington.
“Hóast sítt lyndi at nýta harðskap, so hevur Russland á avgerandi hátt verið vil til at javnviga alheims valdsjavnvágina í meira enn hálvt-túsund ár. Tess leiklutur má ikki lítisvirðast,” skrivar Kissinger.
Ukrainskir myndugleikar halda upp á, at landið kann vinna á Russlandi, men Kissinger viðurkennir, at hóast Russland er viknað viðvíkjandi vanligari vápnamegi, so hevur landið framvegis eitt ovurstórt arsenal av kjarnorkuvápnum.
“At Russland hernaðarliga hevur verið fyri bakkasti hevur ikki tikið førleikarnar at røkka kring allan heimin við kjarnorkuvápnum frá teimum, og tí kann landið hótta við herða av stríðið í Ukraina,” skrivar hann.
Hóast Kissinger er kendur sum ein heykur vegna sín illa gitna og leiðandi leiklut í loyniligu bumbingini av Kambodja meðan hann var trygdarráðgevi hjá Nixon forseta, so hevur hann leingi mælt til vinaligari viðurskifti við Russland eftir at kalda kríggið endaði. Í 2014, stutt eftir at Ukrainski forsetin Viktor Yanukovych við amerikanskari hjálp varð rikin frá, ávaraði Kissinger at um Ukraina skuldi “yvirliva og mennast,” so mátti landið virka sum ein “brúgv” millum Russland og vesturheimin.
Nýggju áheitanirnar um frið frá Kissinger, koma í eini tíð, har útlitini fyri samráðingum at enda stríðið eru vánalig. Ukrainskir myndugleikar halda fast við, at málið hjá teimum er at reka Russland út úr øllum teimum økjunum, sum landið hevur lagt undir seg í Ukraina og á Krim, meðan Russland sigur seg ikki vilja fara úr økjunum, tað hevur lagt hald á. USA og NATO leggja í løtuni ætlanir um at stuðla Ukrainska herinum í áravís frameftir.
Samandrátturin omanfyri er umsettur úr enskum frá antiwar.com - Henry Kissinger Calls for Negotiated Peace in Ukraine to Avoid World War.
Upprunagreinin hjá 99 ára gamla Henry Kissinger stendur í The Spectator, og er verd at lesa í síni heild, ikki minst fyri søguligu perspektiveringina aftur til fyrra veraldarbardaga og fyri skrivikynstur og diplomatiskt innlit.
The Spectator - How to avoid another world war by Henry Kissinger
___
Les eisini greinina um tá ið Kissinger seinast mælti til samráðingar:
Hinvegin - Henry Kissinger: Ukraina noyðist at geva Russlandi landøki
***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo
Okkara mál er at fáa upplýsandi tilfar út til føroyingar, sum hinir miðlarnir ikki koma við.
Hjálp okkum í hesum arbeiði við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald