Bretska blaðið, The Telegraph, skrivar í gjár, 23. mai, at uttanríkispolitiski veteranurin og statsmaðurin, Henry Kissinger, heitir á vestanlondini um at steðga við at royna at áleggja ein knúsandi ósigur á russisku styrkirnar í Ukraina, tí hetta sambært honum kann hava oyðileggjandi avleiðingar fyri europeiskan stabilitet í longdini.
Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin og arkitekturin aftanfyri sáttarpolitikkin millum USA og Kina undir kalda krígnum, segði á fundi í Davos, at tað vildi verið eitt lagnutungt misstak, at latið seg ríva við av róminum í løtuni, og gloymt rætta plássið hjá Russlandi í Europeisku valdsjavnvágini.
Dr. Kissinger segði at kríggið má ikki sleppa at draga út leingi afturat, og fór næstan so langt, sum at heita á vestanlondini, um at trýsta Ukraina til at góðtaka samráðingar eftir treytum, sum eru sera langt frá teirra núverandi málum í krígnum.
“Samráðingar mugu byrja innan næstu tveir mánaðirnar, áðrenn so nógvur ruðulleiki og spenningar eru skaptir, at tað verður ov trupult at fáa í rættlag aftur. Ideelt sæð eigur at vera vent aftur til tað javnvágina, sum var framanundan. At halda á við krígnum longur enn tað, vildi ikki snúð seg um frælsi fyri Ukraina, men um eitt kríggj ímóti Russlandi í sær sjálvum” segði Kissinger.
Hann segði við áhoyrararnar á World Economic Forum, at Russland hevur verið ein grundleggjandi partur av Europa í 400 ár, og hevur verið trygdin fyri europeisku valdsjavnvágini í kritiskum løtum. Europeiskir leiðarar eiga ikki at missa langtíðar sambandið úr eygsjón, og eiga heldur ikki at váða at trýsta Russland í eina varandi samgongu við Kina.
“Eg vóni at Ukrainararnir fara at vísa eins nógvan vísdóm, sum teir hava víst hetjudirvi,” segði hann, og legði afturat, at rætti leikluturin hjá landinum er at vera ein óheftur buffari, heldur enn at vera landamark hjá Europa.
Viðmerkingarnar koma, júst sum tað eru vaksandi tekin um at vesturlendska samgongan ímóti Vladimir Putin er við at flusna illa so hvørt sum matvøru- og orkukreppan gerst djúpari og handilstiltøkini kunnu hava nátt síni mørk.
Ellivu senatorar og 57 kongresslimir í USA atkvøddu ímóti risapakkanum uppá 40 mia $ til Ukraina, eitt tekin um at semjan í Washington eisini er við at flusna.
Volodomyr Zelenskyy segði á fundinum, at Russland eigur at verða fullkomiliga útihýst úr siviliseraða heiminum, og at allur handil við landið eigur at steðga til allar russiskar herdeildir eru riknar úr Ukraina.
Tað er ivasamt um vestanlondini klára at draga eina línu við so víðfevndum og avgjørdum krígsendamálum. Eric Cantor, fyrrverandi limur í amerikansku kongressini og floksvørður (house whip), segði, at tað fór at krevja handilstiltøk á øðrum stigi, móti øðrum londum, og hetta hevði sent vestanlondini í beinleiðis krasj við Kina, India og nærum 60 onnur lond, sum ikki tóku undir við ST-samtyktini, sum fordømdi russisku innrásina.
Orkumálaráðharrin í India, Shri Hardeep Puri skúgvaði burtur ábendingar um at hansara land skuldi givist at keypt olju úr Russlandi. “Europeararnir keypa meira russiska olju ein seinnapart, enn vit keypa um kvartalið,” segði hann í Davos.
Harra Cantor segði, at vandi var fyri, at USA yvirspældi sína hond. “Vit mugu hava stuðul úr mongum londum. Vit vera longu sum er, ákærd fyri at nýta heimsins tiltaks-gjaldoyra sum vápn. Sjálvt sameind og vinir spyrja, um vit nú brúka tað á henda hátt, um vit so ikki eisini kunnu fáa sett slík handilstiltøk í verk ímóti teimum,” segði hann.
Amerikanska kongressin er ikki samd um hvørji málini við krígnum eru. Senatorurin Joe Manchin segði at USA skal halda á inntil har er ein greiður sigur, sum endurvinnur alt landøki aftur til Ukraina, og sum syrgir fyri at Vladimir Putin missir valdið. Men aðrir partar av amerikansku tingsendinevndini ynskja eina semju millum partarnar, sum byggir á samráðingar.
Saudi Arabia og Opec londini hava gjørt greitt, at tey fara ikki at økja um framleiðsluna fyri at dekka missin av russiskum oljuveitingum, sum varð mettur til eina millión tunnur um dagin í endanum av apríl. Hetta ger tað ógvuliga torført at fylla gloppið, um Europa skuldi givist at keypt russiskar tunnur.
Francisco Blanch frá Bank of America segði at oljumarknaðurin er sera hart spentur í løtuni. “Orku-buffarin nærkast null. Ráoljugoymslurnar eru vandamikið lágar í Europa, Norður Amerika og í OECDlondunum í Asia. Goymslurnar av millumdestilati (middle distillates) og enntá bensini eru falnar til vandamikið lágt støði,” segði hann.
Uttan so, at vit fáa eina heimsumfevnandi búskaparliga afturgongd og ógvusligt fall í eftirspurninginum, so kunnu ráoljuprísirnir skjótt fara á flog upp eftir aftur. “Vit liva ikki í eini dreymaverð: vit mugu hava aðra olju ístaðin fyri mista olju,” segði Fatih Birol, stjóri fyri Altjóða Orkustovnin IEA (International Energy Agency).
Harra Birol segði, at ríku OECD londini leysgeva 1,5 mió tunnur av olju um dagin til tess at kyrra marknaðin, og hava higartil brúkt 9% av sínum goymslum. Hetta er áðrenn Europiski stongsulin fyri olju úr Russlandi yvirhøvur er byrjaður. “Hetta verður ein harður vetur í Europa,” segði hann.
Kelda: The Telegraph / Yahoo! Finance
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald