Richard Black er fyrrverandi republikanskur senatorur fyri Virginia, Vietnam-veteranur og oberstur í amerikanska herinum. Hann legði um dagarnar eitt video út, sum er farið víða, har hann tosar um kríggið millum Russland og Ukraina.
Nakrar av niðurstøðunum hjá Black eru endurgivnar her (síggj alt video niðast):
USA og NATO leggja ikki í hvussu nógvir Ukrainar doyggja. Hvørki sivilfólk, kvinnur, børn ella herfólk.
“Vit leggja einki í tað. Hetta er blivið sum ein stórur fótbóltsdystur. Vit vilja bara vinna stig, uttan mun til um spælararnir á vøllinum fáa skaða”.
Putin vildi sambært Black ikki hava kríggj, og gjørdi ein stóran innsats fyri at sleppa undan júst tí, m.a. við uppskotum og áheitanum um ítøkiligar friðaravtalur, men noyddist at gera okkurt, tá ið hesar vóru kveistraðar til viks, tí Ukraina hevði savnað ein stóran og vælútgjørdan her á markinum til Donbass, og stóð til at loypa á landslutin hvørja løtu. Russland metti, at tað noyddist at gera eitt fyribyrgjandi álop, fyri at steðga komandi álopinum frá Ukraina. Hernaðartaktiskt verður sagt, at lutfallið millum áloypandi partin og verjandi partin eigur altíð at vera eitt 3:1 lutfall, har áloypandi parturin hevur trýfaldan meiriluta í herfólki og hernaðarútbúnaði, annars er ómøguligt at vinna, greiður Black, sum er krígsveteranur og fyrrverandi oberstur í amerikanska herinum, frá. Tá kríggið byrjaði høvdu russar einans 160.000 manns í økinum, meðan Ukraina hevði 250.000 manns í økinum, helst til at loypa á Donbass. Black kemur sostatt til tað niðurstøðu, at atsøknin var ikki ætlað og løgd til rættis langt framanundan, men varð sett í verk, tí russar kendu seg noyddar til tað, eftir at teirra áheitanir og uppskot um loysn á stríðnum um Donbass vóru vrakaðar og Ukrainar stóðu til at loypa á.
Tað sæst sambært Black, at russar høvdu vónað, at teir kundu fremja hesa serligu atsøknina við minst møguligum skaða fyri sivilfólkið og liviumstøðurnar í Ukraina, hetta tí Russar uppfata(ðu) Ukrainar sum brøðrafólk. Black vísir á, at russisku flogførini, sum hava fulkomið ræði á loftrúminum yvir Ukraina, eitt nú ikki hava bumbað miðbýin í Kiev við parlamentinum, øllum stjórnarbygningunum og umsiting av landinum. Ei heldur hava teir bumbað vatnverk, el-veiting, miðla-infrakervi, brýr, jarnbreytir og tílíkt, sum hevði lagt landið lamið. Hetta sigur fyrrverandi senatorurin er tí, at Russland framvegis vónar at fáa eina friðarliga samráðingarloysn sum enda upp á kríggið. Hann sigur at hann gjørdust varugur við hetta vegna eina detalju, sum varð víst í sjónvarpi í byrjanini av krígnum.
“Í mun til amerikansku stríðsvognarnar í Vietnam, so steðgaðu russararnir fyri friðarligum fólkamongdum, sum stillaðu seg í vegin fyri tanksunum teir fyrstu dagarnar av innrásini. Í eini slíkari støðu høvdu vit bara knúst tey uttan so mikið sum at skotið eitt ávaringarskot fyrst,” sigur Black, sum sjálvur var í kríggj í Vietnam.
Black endar við at siga, at tað ikki eru Ukrainar, sum taka avgerð, hvørt friðaravtala skal gerast, ella ikki:
”Eg haldi ikki Ukraina hevur nakað at siga í avgerðunum um kríggj ella frið. Tann avgerðin verður tikin í Washington. So leingi vit vilja hava kríggið at vara, so verður kríggið koyrandi, við Ukrainarunum sum staðgongumonnum, og vit fara at kríggjst til seinasti Ukrainarin liggur eftirá.”
Síggj video við Black her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald