Uttanlands

Frels okkum frá sannleika

Endamálið hjá Facebook er ikki at halda sínar brúkarar tryggar. Endamálið er at teir skulu kenna seg tryggar, til tess at forða teimum í at varnast nýggja og avbjóðandi vitan, forða teimum at hugsa.

2022-11-15 12:28 Author image
Thorsteinn Siglaugsson

Í morgun legði ein vinur mín ein stuttan post út á Facebook, har hann vísti á, at tað sær út fyri honum, sum at felagið ikki so frægt sum tímir at vísa til teir sokallaðu “óheftu faktatjekkararnar” longur, fyri at rættvísgera sín sensur. Hann hevði lagt eitt klipp við Fox-vertinum Tucker Carlson út, har Carlson við tilvísingum til javnlíkametta gransking, tosar um negativan virknað av koronu-koppsetingunum. Klippið kann síggjast her.

Eingin tilvísing til bachelorlesandi starvsfólkini á sensur-skrivstovunum, bara hetta spjaldrið:

[object Object]

leystliga umsett:

"! Títt uppslag stríðir ímóti okkara reglugerð viðvíkjandi falskunning um koppsetingar

Eingin annar sær títt uppslag.

Vit hava hesar reglugerðir tí at falskunning um koppsetingar kann fáa summi at kenna seg ótrygg á Facebook."

Hvussu í allari víðu verð kunnu javnlíkamett granskingarúrslit vera “falskunning”? Skipanin við javnlíkametan er ikki lýtaleys, langt frá tí, men tað er hóast alt tann viðurkendi standardurin, vit hava. Fyrsta niðurstøða má tískil vera, at orðið “falskunning” ikki vísir til falskunning meira, men bara vísir til eina og hvørja vitan ella upplýsing, sum sensorurin vil hava undirtrýsta. Orðið er vorðið meiningsleyst.

Tað sum sker, er also undirkúgan av ávísari kunning, men hvør er orsøkin?

Orsøkin til at óhøglig kunning um kovidkoppsetingarnar skal haldast niðri, er at summi kunnu fara at “kenna seg ótrygg”, síggja tey slíka kunning. Hvat merkir tað so meira nágreiniliga?

Her eru í minsta lagi tveir møguleikar, og her tosi eg bara um tey, sum trúgva frásøgnini. Fyrsti møguleikin er, at fólk kunnu kenna seg ótrygg, um tey síggja próvtilfar, sum mótsigur tí, sum myndugleikarnir, miðlarnir og stóru sosialu miðlarnir hava sagt teimum; júkanin upp í saman, um at koppingarnar eru “tryggar og munadyggar”. At síggja Tucker Carlson ganga ígjøgnum próvtilfarið kann fáa fólk at kenna seg ótrygg, óviss og ivandi mótvegis óendaliga propagandafloyminum, sum áhaldandi verður trýstur í høvdið á teimum. Tað er tað sama, sum hendir, tá ið tú varnast, at onkur, tú hevði álit á, hevur svikið teg. Tú kennir teg ótryggan, tí nú veitst tú brádliga ikki, hvørjum tú kanst hava álit á meira.

Fyri tað næsta kunna fólk kenna seg ótrygg tí teirra heimsmynd verður hótt, samstundis sum tey framvegis royna at halda fast í henni av øllum alvi. Tey trúgva framvegis lygnunum; tey ivast ikki, men at síggja onnur, ið hava eina aðra fatan av heiminum, ræðir tey. Kanska hava tey verið við til at halda onnur uttanfyri, látursgera tey, ynskja teimum ilt, og óttast nú fyri at sannleikin skal koma út. Kanska hava tey ein varhuga ella illgruna innast inni, at tey vera lumpað, men óttast avleiðingarnar, um tey viðurkenna tað.

Tey kunnu vera so væl og virðiliga heilavaskað, at tey í roynd trúgva, at ung fólk við góðari heilsu - ein aldursbólkur, sum próvfast ikki er í størri vanda av koronu enn av vanliga kríminum - fara at doyggja sum flugur, um tey verða smittað, eins og hendan óhepna unga kvinnan, sum er til reiðar at seta lív sítt í vanda, fyri at verja sína illa-upplýstu trúgv.

[object Object]

Legg til merkis orðingina í spjaldrinum frá Facebook. Tað stendur ikki at sokallaða “falskunningin” ger fólk ótrygg, har stendur, at hon fær tey at kenna seg ótrygg.

Tá ið tín mynd av heiminum er hótt, so kanst tú sanniliga kenna teg ótryggan, men tað merkir ikki at tú ert minni tryggur enn tú vart áður. Um onkur vísir tær á, at brúgvin, sum tú koyrir á hvønn dag, og sum tú hevur fingið at vita, er væl bygd og trygg at koyra á, í veruleikanum er við at rusta burtur og kann fella saman nær tað skal vera, so kennir tú teg kanska ótryggan á tann hátt, at tú fert at ivast í, um okkurt annað, sum tú hevur fingið at vita frá teimum somu, sum vissaðu tær, at brúgvin var trygg, veruliga er sum tey siga. Men at sleppa tær undan hasi brúnni ger teg í veruleikanum tryggari í framtíðini. Um tú gerst varugur við, at ein heiligvágur, sum tú hevur fingið at vita, er tryggur og munadyggur at nýta, í veruleikanum ikki er tað, so kanst tú kenna teg ótryggan á sama hátt. Men at lata vera við at taka hendan heiligvágin ger teg í veruleikanum tryggari í framtíðini.

At noyðast at hugsa teg um, kann fáa teg at kenna teg ótryggan, men tað ger teg ikki ótryggan. Ein sonn sannføring er úrslitið av hugsan; til tess at koma til ein sannleika noyðast vit at hava allar viðkomandi upplýsingar, sum vit kunnu fáa hendur á, meta um teir og til endans koma til eina upplýsta niðurstøðu. Tað er møguligt at hon ikki heldur í allar ævir, nýtt próvtilfar kann koma undan kavi, og vit kunnu vera noydd at endurhugsa okkara niðurstøðu. Hetta er sjálvur kjarnin í vísindunum, fortreytin fyri framstigum, og eisini fortreytin fyri at kunna taka skilabestu og tryggastu avgerðirnar vegna okkum sjálv. 

Ætlanin hjá Facebook er ikki at halda sínar brúkarar tryggar. Ætlanin er at fáa teir at kenna seg tryggar, fyri í veruleikanum at forða teimum at varnast vitan, ið bjóðar teimum av; at forða teimum at hugsa. Facebook umboðar apostlarnar hjá einum nýggjum gudi, og hansara fylgjarar biðja hann ikki um at frelsa seg frá tí illa, men um at bjarga teimum frá sannleikanum.

Eftir Thorsteinn Siglaugsson

Týtt: JT

Les eisini um sama evni ella eftir sama høvund:

Føroyar, ein fyrimynd í kovidpolitikki

Talið av deyðføddum og pinkubarnadeyða í Íslandi tvífaldaðist í 2021

“Fakta-tjekkarar” latnir úr

84% øking í vandanum fyri deyða av hjartasjúku, fær Florida at mæla monnum millum 18 og 39 ár frá koppseta seg

Vitja annars Thorsteinn á hansara Substack her

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun fyri at vit fyrst og fremst kunnu halda á, men eisini víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald