Tey, sum fingu nýggja omikron-boostaran sum sítt fjórða prik, høvdu líknandi immunreaktión mótvegis eini røð av Kovid-frábrigdum, sum tey, ið fingu upprunaligu koppsetingina, hetta sambært eini kanning frá Columbia University og University of Michigan, sum varð givin út mánadagin. Hetta skrivar Fortune Well.
Ein onnur grein frá týsdegnum sum granskarar við sambandi til Harvard University stóðu fyri, kom til somu niðurstøðu: Uppruna-koppsetingin og dagførdi boostarin riggaði áleið eins væl. Báðar hækkaðu greitt antikroppa-responsin, men ikki T-kyknu responsin, sum er hin mangan yvirsædda helvtin av immunverjuni, sum ikki forðar fyri infektión, men sum kann avmarka hvussu illa sjúkur tú gerst.
Báðar greinar nevna fyribrigdið “immune imprinting” sum eina møguliga orsøk til at nýggju boostararnir ikki virka betur enn upprunaliga koppsetingin. Tað er eitt fyribrigdi, har fyrsta sambandi við ein virus - t.d. tað upprunaliga brigdi av Kovid, antin frá smittu ella koppseting - avmarkar framtíðar immunresponsin hjá tær ímóti nýggjum avbrigdum av virusinum.
“Áhaldandi at dagføra” kovid-koppsetingarnar “er kanska ikki heilt munagott” orsaka av júst hasum fyribrigdinum, ávaraðu australsk vísindafólk um í eini vísindaligari grein frá 2021, sum var givin út í tíðaritinum Trends in Immunology.
‘Immune imprinting’ “kann vera ein størri avbjóðing, enn higartil hildið, í mun til at skapa ein sterkan immunitet” mótvegis Kovid-frábrigdum, skrivaði høvundarnir við sambandi við Harvard í sína grein. Høvundarnir av hinari greinini søgdu seg stúra fyri tí sama, men gjørdu vart við at eitt prik afturat av boostaranum kanska kann elva til betri antikroppa respons.
Nýggju boostararnir fingu neyðgóðkenning (emergency use authorization), eins og upprunaprikini fingu. Einans dátur frá kanningum við músum vóru givin myndugleikunum sum grundarlag, áðrenn prikini vóru góðkend. Sambært fyribils kanningunum, sum Pfizer lat myndugleikunum í juni, vístu tær átta mýsnar, sum fingu nýggja boostaran, betri antikroppa respons mótvegis omikron, enn tær, sum høvdu fingið gamla upprunaliga prikið, sambært Yale Medicine. Tó gjørdust allar átta boostaðu mýsnar sjúkar. Sí grein um tað her - Nýggju dagførdu kovid-koppsetingarnar eru einans kannaðar á 8 mýs.
Enn eru dátur við menniskjaligum kanningum av nýggju boostarunum ikki tøkar, men vera tað møguliga í næstum.
Báðar hesar umrøddu greinarnar vóru givnar út á bioRxiv, sum er ein pre-print ambætari fyri greinar, sum ikki eru javnlíkamettar enn. Ambætaratænastan er í samstarvi við Yale University.
Lutfalsliga fáir amerikanarar hava fingið sær nýggjan omikron boostara, og teir flestu hava heldur ongar ætlanir um at fara at fáa sær ein sambært eini kanning Kaiser Family Foundation frá september.
Einans 19 milliónir amerikanarar - av 333 milliónum tilsamans - hava fingið sær eitt av nýggju prikunum, sum hava verið tøk síðani fyrst í september. Tað skal haldast upp ímóti 226 milliónum, sum fingu upprunaligu prikini.
Sambært KVF er undirtøkan í Føroyum eisini sera lítil fyri nýggju boostara prikunum. Landslæknin: Alt ov fá eru koppsett fyri koronu.
Les eisini atfinningarnar at nýggju koppsetingarætlaninum hjá einum av fremstu koppsetingarserfrøðingum í danska ríkinum, Christine Stabell Benn - Danskur professari um koppseting av øllum omanfyri 50 ár: “Klikkað!”
og Kovid-koppseting oyðileggjur natúrligan immunitet, vísir gransking kunngjørd í NEJM
Kelda: Fortune - High hopes were riding on the new Omicron boosters this autumn. But they may not work any better than the original
***
Hjálp okkum í arbeiðinum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út. Stuðla okkum antin við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald