Uttanlands

Ein gjøllari eftirkanning av koronu-deyðatølunum

Ein nýggj gjøgnumgongd av andevniskanningum og deyðatølunum úr 38 londum, sum eru gjørdar áðrenn koppsetingarnar byrjaðu, vísir at deyðatíttleikin av kovid var skelkandi nógv lægri, enn áður hildið, og fleiri tíggjufalt ferðir lægri, enn vit fingu at vita frá WHO í byrjanini

2022-11-04 06:27 Author image
Ian Miller

Í byrjanini av alheimsfarsóttini, vóru “serfrøðingarnir” sera áhaldandi í sínum royndum, at prenta í almenningin, at kovid var ein ómetaliga deyðilig sjúka.

Meðan tað ikki skerst burtur, at fyri tey heilt gomlu, og fólk við sera skerdari immunverju, so er kovid ein verulig og álvarsom hóttan, so royndu “serfrøðingarnir” alt teir vóru mentir, at sannføra fólk í øllum aldursbólkum um at tey vóru í vanda.

Í byrjanini hjálpti Heimsheilsustovnurin (WHO) til at breiða út hesa fatan, við at pástanda, at deyðatíttleikin av kovid var skelkandi høgur.

Í mars 2020, kom WHO við tí ræðandi uppáhaldi, at 3,4% av teimum, ið høvdu fingið kovid, doyðu.

Tíðindastovan CNBC segði frá einum tíðindafundi, sum aðalstjórin í WHO, Tedros Ghebreyesus, skipaði fyri í byrjanini av farsóttini, har hann samanbar væntaða deyðatíttleikan av kovid19 við tann av krími.

“Kring heimin hava áleið 3,4% av øllum teimum við skrásettum kovid19 tilburðum latið lív,” segði aðalstjórin í WHO, Tedros Ghebreyesus, á einum tíðindafundi, ið var hildin í høvuðssætinum hjá WHO í Genf (Geneve). Til samanberingar doyggja munandi færri enn 1% av vanligum vetrarkrími, segði hann eisini.”

Hetta samsvaraði ikki við tær undanfarnu metingarnar, ið eisini vóru omanfyri 2 %.

“Tíðliga í útbrotinum vóru vísindafólk komin til, at deyðatíttleikin var um tey 2,3%.

Meðan vit kunnu fyrigeva “serfrøðingum” fyri ikki at vera heilt vísir um deyðatíttleikan av eini spildurnýggjari sjúku, har sera lítið av vitan var tøk, so hevur ræðslu-herferðin og heimsbroytandi politikkurin, ið var samtyktur og viðtikin útfrá hesum metingum, ført til óútrokniligan skaða.

Tað er nú víða kent og góðtikið, at hesar metingar vóru langt við síðunar av, fleiri tíggjutalsferðir við síðunar av.

Men ein nýggj grein frá einum av heimsins leiðandi serfrøðingum, staðfestir, at metingarnar vóru enn meira av leið, enn vit áður hildu.

John Ioannidis er ein av leiðandi fólkaheilsu serfrøðingunum í USA, arbeiðir á Stanford Universiteti sum professari í læknavísindum á ‘Stanford fyribyrgingar-granskingingarstovninum’ í epidemiologi og fólka heilsu eins væl og hagfrøði og lívlæknaligum dátuvísindum.

Ioannidis ávaraði í byrjanini av farsóttini um at sera álvarsamar samfelagsligar avgerðir vóru við at vera tiknar á tunnum og vánaligum dátugrundarlagi, men fekk eina øðiliga vreiði at føla frá pørtum av vísindaumhvørvinum og fjølmiðlunum fyri hetta. 

Hann var eisini partur av tiltiknu seroprevalens granskingini í Santa Clara County, undir leiðslu av Dr. Jay Bhattacharya.

Tann granskingarætlanin, ið hugdi at hvussu stórur partur av fólkinum í San Jose økinum, hevði andevni í sær, kom til tað niðurstøðu, at kovid var munandi meira útbreitt í mars og apríl 2020, enn fólk flest vistu um.

Hetta hevði víttfevnandi fylgjur, men tann viktigasta avdúkingingin var, at metingarnar av kovid-deyðatíttleikanum, sum “vísindafólk” og WHO nýttu, var næstan púra vist sett alt ov høgt.  

Hesar metingar vóru gjørdar undir tí fyritreyt, at kovidtilburðir vóru ómetaliga lættir at varnast, at allir tilburðir vóru funnir við kanningum, og at tað tískil bar til at fylgja deyðiligleikanum við einum “case fatality rate” (CFR) - á føroyskum kunnu vit kalla tað “tilburðar-deyðatíttleiki” í staðin fyri “infection fatality rate” (IFR), sum vit á føroyskum kunnu kalla “smittu-deyðatíttleiki”. 

Tað var feilurin sum Tedros og WHO gjørdu fyri tveimum og einum hálvum ári síðani.

Sjálvandi blivu Ioannidis (og Bhattacharya) álopnir av “serfrøðinga klubbanum” fyri at koma við rættiligum próv- og taltilfari, ið vísti, at kovid ikki var so deyðiligt, sum stúrt varð fyri í fyrstani. 

Við tí, sum nú er vorðið ein kend æruskemming, vórðu teir, ið stóðu handan granskingarverkætlanina útsettir fyri útspiling, kallaðir kovid lítisvirðarar og vandamiklir samansvørjingar-ástøðingar, sum fóru at elva til at fólk fór at doyggja, tí at tey ikki tóku virusið í størri álvara.

Men hetta nervaði ikki Ioannidis, og saman við fleiri høvundum hevur hann nú givið út enn eina gjøgnumgongd av smittu-deyðatíttleikanum (infection fatality rate) hjá kovid.

Tað sum er týdningarmikið er, at henda gjøgnumgongd hyggur at tíðini undan koppsetingin fór í gongd, og hyggur av teimum yngru aldursbólkunum, sum vóru mest ávirkaðir av kovid avmarkingunum og endaleysu kravboðunum.

Tølini

Gjøgnumgongdin byrjar við eini staðfesting av viðurskiftum, sum næstan vóru fulkomiliga skúgvað til viks av niðurlæsingar-“serfrøðingunum” ígjøgnum alla farsóttina, men serliga í byrjanini, tá skerjingarnar, afturlatingarnar og kravboðini vóru í hæddini.

Smittu-deyðatíttleikin (IFR) av kovid19 millum yngru aldursbólkarnar, uttan koppseting ella undanfarna smittu, er eitt tal, sum neyðugt er at meta rætt, eftirsum heili 94% av heimsins íbúgvum eru yngri enn 70 ár og 86% eru yngri enn 60 ár.

Áherðsla løgd afturat.

94% av heimsins íbúgvum eru yngri enn 70 ár.

6 % eru eldri enn 70 ár.

86% eru yngri enn 60 ár.

Hetta er viðkomandi, tí avmarkingarnar raktu í nógv stórstan mun tey 86-94% av fólkunum, ið vóru yngri enn 60 ella 70 ár.

Ioannidis og hansara med-høvundar gingu í gjøgnum 40 greinar um nationalar seroprevalens-kanningar úr 38 londum, til tess at áseta teirra meting av smittu deyðatíttleikanum fyri meginpartin av heimsins íbúgvum.

Tað er av týdningi, at hesar seroprevalens-kanningar eru gjørdar áðrenn koppsetingarnar vóru tiknar í brúk, sum merkir, at smittu-deyðatíttleikin (IFR) er roknaður út áðrenn koppsetingarnar hava havt ávirkan á teir yngru aldursbólkarnar.

Hvat vístu so hesar kanningar?

Miðtalið fyri smittu-deyðatíttleikan (infection fatality rate) í aldursbólkinum 0-59 ár var 0,035%.

Hesin bólkur umboðar 86% av heimsins íbúgvum, og yvirlivingartíttleikin fyri tey, ið vórðu smittað við kovid áðrenn koppsetingarnar, var 99,965%

Fyri tey í aldursbólkinum 0-69 ár, ið fevnir um 94% av heimsins íbúgvum, var deyðatíttleikin 0,095%, ið merkir at yvirlivingartíttleikin fyri 7,3 milliardir fólk var 99,905%.

Hesi tøl fyri yvirlivingartíttleikan eru eyðsæð skelkandi høg, og tað skapar longu ørkymlan, at avmarkingar vóru lagdar á allar aldursbólkar, tá ið átøk, sum savnaðu seg um at verja tey omanfyri 70 ára aldur ella tey, sum vóru í serligum vandabólki, hevði verið ein munandi skilabetri leið at ganga. (Enski teksturin brúkar orðið “focused protection,” sum vit m.a. kenna frá The Great Barrington Declaration. - JT red.)

Men tað gerst verri.

Granskarnir deildu aldursbólkarnir í smærri bólkar, sum vísti, hvussu vandin øktist fyri teir eldru aldursbólkarnar og øvut, hvussu evurslítil váðin var fyri yngru aldursbólkarnar.

  • Aldursbólkurin 60-69, deyðatíttleiki 0.501%, yvirlivingartíttleiki 99.499%
  • Aldursbólkurin 50-59, deyðatíttleiki 0.129%, yvirlivilingartíttleiki 99.871%
  • Aldursbólkurin 40-49, deyðatíttleiki 0.035% yvirlivingartíttleiki 99.965%
  • Aldursbólkurin 30-39, deyðatíttleiki 0.011%, yvirlivingartíttleiki 99.989%
  • Aldursbólkurin 20-29, deyðatíttleiki 0.003%, yvirlivingartíttleiki 99.997%
  • Aldursbólkurin 0-19, deyðatíttleiki 0.0003%, yvirlivingartíttleiki 99.9997%

Granskarnir løgdu afturat, “at taka taltilfar frá 9 londum afturat við, har aldursbýtið av kovid19-andlátum eisini var býtt í bólkar, gav eitt miðtal av smittu-deyðatíttleika (IFR) á 0,025-0,032% fyri aldursbólkin 0-59 og 0,063-0,082% fyri aldursbólkin 0-69.

Hesi tølini eru so sissandi lág, at tú gerst steinbilsin.

Men tey eru mestsum ikki til fyri børnini.

Hóast tað gekk Fauci so seint sum á heysti í 2021 og spjaddi ræðslu millum fólk um vandan av kovidsjúku millum børn, við tí endamáli, at fáa hesi koppsett. Hann segði m.a. í eini samrøðu, at støðan við kovid millum børn, var ikki ein “góðkynjað støða” (en: benign situation).

“Vit vilja vissuliga fáa so nógv børn í hesum aldursbólki koppsett sum yvirhøvur gjørligt, tí sum tú hoyrdi og greiddi frá, so er hetta ikki, tú veitst, ein góðkynjað støða.”

Tað ber nærum ikki til fyri nakra sjúku at vera minni vandamikil, ella meira “góðkynjað” enn ein deyðsváði á 0,0003%.

Sjálvt í oktober 2021, í somu samrøðuni við NPR, segði Fauci, at tað var neyðugt, at børnini framvegis brúktu maskur sum eina “eyka verju”, sjálvt eftir at vera koppsett. 

“Og tá ið vit hava hetta slagið av virus-dynamikki, sjálvt tá ið tú hevur børnini koppsett, kanst tú heilt sikkurt - tá tú ert innandura, so vilt tú tryggja tær, at tú tekur hatta eyka stigið fyri at verja tey. 

So eg kann Ikki siga tær tað nágreiniliga talið, hvat tað vildi verið í virusdynamikkinum í samfelagnum, men vónandi koma vit har innan rímiliga tíð.

Tú veitst, maskur oftani nú - sum vit siga, tær eru ikki í allar ævir. Og vónandi koma vit til eitt stað, har vit kunnu taka maskurnar burtur aftur í skúlunum og aðrastaðni. Men eg trúgvi ikki at tíðin er búgvin til tað júst nú.”

Onki kundi betur varpað ljós á ódugnaskappin og miskunningina frá Dr. Fauci, enn hetta, at hann tykist als ikki leggja lag í, at børnini longu áðrenn koppseting vóru í so fánandi líltum vanda av kovid,

at hvussu nógv børn vóru koppsett, var fulkomiliga óviðkomandi, eftirsum at koppsetingin hvørki forðar fyri at tú verður smittaður, ella at tú bert smittuna víðari til onnur, og at ganga við masku er púrasta nyttuleyst, tí hon klárar ikki at verja nakran. Serliga fyri tey, sum ikki høvdu nakran tørv á verju av fyrstani tíð.

CDC, “serfrøðinga” klubbin, Heimsheilsustovnurin WHO, og fólkini í fjølmiðlunum - øll spjaddu tey ræðslu um at virusið var ein hóp-mordari, alt meðan tey blandaðu saman “tilburðar-deyðatíttleika” (case fatality rate) og “smittu-deyðatíttleika” (infection fatality rate).

Tó hava vit nú enn eitt prógv, ið bendir á, at fyrstu metingarnar hjá WHO vóru 99% við síðunar av fyri 94% av heimsins íbúgvum.

Bara fyri at seta tað eitt sindur í perspektiv, so er munurin ímillum tað, sum WHO framsetti, og tað ið Ioannidis kom fram til, visuelt vístur í hesari myndini:

[object Object]

ups

Hóast niðurlæsingirnar, maskukrøvini, avmarkingarnar hvussu mong sluppu inn á ymsu støðini, og avløstu spæliplássini skuldu havt riggað, so var vandin av virusinum so elalítil, at fylgiskaðarnir í somu løtu vórðu verri enn nakar møguligur fyrimunur.

Búskaparlig oyðilegging, øking í sjálvmorðsroyndum vegna tað, sum kendist sum óendalig avbyrging, ræðandi stórur missur í innlæring, vaksandi ovurfiti millum børn, vánaligari royndarpróvtøl, meira fátækradømi og hungur, trupulleikar í veitingarketunum, alsamt vaksandi inflatión; alt hetta er eitt beinleiðis úrslit av teimum politisku átøkum, sum ræðsluslignir ódugnaligir “serfrøðingar” løgdu á samfeløg og fólk.

Teirra metingar vóru vónleysa og vanlukkuliga skeivar, og tó hava teir varveitt sína kenslu av ómótmæltum valdi í fleiri ár, og fáa framvegis virðislønir, lov og prís, øktan granskingarpening og eina kenslu av lýtaloysi millum politikkarar og tey, sum taka avgerðirnar.

Um vanligt vit og skil umframt erlig vitborin hugsan enn vóru til, so vóru hesar metingarnar á hvørji forsíðu á øllum teimum stórum tíðindastovunum í verðini.

Ístaðin verður tað látist sum einki, tí at fjølmiðlarnir og teirra sameindu innan tøkni, vinnulív, og politisku klassarnar, vóru tey, sum talaðu fyri og eggjaðu til niðurlæsingarnar og avmarkingar, samstundis sum tey sensureraðu tey ið talaðu at.

Onki kundi verið meira fullkomiliga kovid enn tað.

_______

Endurgivið við loyvi frá Brownstone Institute.

Upprunagrein: Brownstone Institute - A Closer Look at the Covid Mortality Rate

Høvundurin:

Ian Miller hevur skrivað bókina “Unmasked: The Global Failure of COVID Mask Mandates.” Hansara verk hevur verið við í tjóðarsjónvarpi, tjóðar- og altjóða tíðindaútgávum og endurgivið og víst til í fleiri bestseljandi bókum um alheimsfarsóttina. Hann skrivar eitt tíðindabræv á Substack, sum hann eisini nevnir “Unmasked.”

Týtt: JT & TWR

Síggj Del Bigtree og Jeffrey Jaxen viðgera frágreiðingina hjá Ioannidis og greinina hjá Miller í innslagnum her:

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger stóran mun fyri at vit kunnu halda á, víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald