Uttanlands

Youtube slettaði filmin, nú kanst tú taka hann niður frítt

Leikstjórin Igor Lopatonok gjørdi saman við m.ø. hollywood leikstjóranum, Oliver Stone, ein dokumentarfilm um Ukraina. Youtube tók filmin niður, men nú svarar leikstjórin aftur.

2022-03-09 17:43 Author image
Jón Tyril

YouTube hevur slettað filmin "Ukraine on Fire" sum hevur Oliver Stone sum 'executive producer' (hvussu eitur tað á føroyskum?). Filmurin er tikin av almennu youtubekanalini hjá framleiðslufelagnum hjá Igor Lopatonok. Nú bjóðar hann øllum, sum dáma filmin, at taka hann niður frá sínari Vimeo kanal og leggja hann út allastaðni tey vilja.

"Sum rættindaeigarar geva vit tykkum - fólkinum, hesi rættindi," sigur Lopatonok á Twitter.

Filmurin er gjørdur í 2015, stutt eftir sokallaðu Euromaidan kollveltingina í Ukraina í 2014. Filmurin gongur ígjøgnum nakað av søguni hjá Ukraina og fylgir síðani gongdini í 2014 og 2015.
Filmurin kastar ljós á eitt tíðarskeið, sum er avgerandi fyri núverandi kríggið í Ukraina.

Filmurin kann takast niður her

GEVIÐ GÆTUR: Dagføring 13. mars. Tað sær út til at leinkið á Vimeo heldur ikki riggar nú. Helst er Vimeo farið sama sensurvegin, sum Youtube.

Filmurin liggur tó framvegis á Rumble her

Og á Odysee her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald