Sambært eini fyribils útgávu av eini vísindaligari grein frá 14. oktober, sum eitt lið við 14 granskarum á deildini fyri gransking av smittandi sjúkum, National Emerging Infectious Diseases Laboratories (NEIDL) á fróðskaparsetrinum í Boston, hava granskararnir framleitt eitt nýtt brigdi av kovid19, sum var so mikið deyðiligt, at 80% av mýsnum, sum vóru smittaðar við virusinum í starvstovuni, doyðu.
Granskararnir skapt nýggja brigdið við at seta saman tað sera smittandi omokron-frábrigdi við upprunaliga Wuhanbrigdið, og hava harvið fingið skapt eitt nýtt brigdi av kovid19, sum sær út til at vera munandi meira vandamikið enn undanfarin brigdi.
Granskingin, sum líkist royndunum, fleiri og fleiri halda vera upprunan til og orsøkina til at sarscov2 fór at ganga, hevur elvt til øsing millum granskarar og serfrøðingar.
Granskararnir úr Boston greiða í síni grein frá, hvussu teir hava isolerað speik-proteinið frá omikronbrigdinum og sett tað saman við “bulinum” frá 2020 upprunabrigdinum. Hetta hevur skapt ein virus, sum “trygt sleppir sær undan koppsetingarelvdum …órini” og sum “elvir til álvarsliga sjúku” millum starvsstovumýs, harav 80% av teimum doyðu undir royndunum, verður greitt frá í greinini.
Meðan granskaraliðið helt at hetta brigdi mest sannlíkt var minni deyðiligt í fólki enn mús, so sóu teir at hetta brigdið framleiddi fimm ferðirnar fleiri virusbitlar í starvstovualdum menniskjaligum lungnakyknum, samanborið við omikronbrigdið.
Greinin hjá granskarunum er ikki javnlíkamett enn.
Tíðindini um hesa granskingina hava fingið mong at geva ilt av sær. Nógv hevur verið frammi um ‘gain-of-function’ gransking – sum er gransking, ið fæst við at gera sjúkuelvandi birtlar meira vandamiklar fyri fólk í vón um at vera frammanfyri møgulig útbrot í framtíðini.
Summi halda hetta slagið av granskning vera orsøkina til alheimsfarsóttina, tí ein slíkur snikkaður virusur skuldi verið sloppin út úr einari starvsstovu á Wuhan Institute of Virology, sum fekst við at granska koronavirusar frá flogmúsum og snikka teir til, soleiðis at teir kundu smitta fólk. Stovnar undir amerikansku stjórnini fíggjaðu slíka gransking í Wuhan, hóast tað enn er óvist, hvørt tað var júst hendan granskingin í Wuhan, sum elvdi til alheimsfarsóttina.
“Hetta skuldi verið fulkomiliga bannað, hetta er at spæla við eld,” segði fyrrverandi stjórin fyri Ísraelska granskingarstovnin, Institute for Biological Research, Shmuel Shapira, um virus-royndirnar í Boston.
Roger Marshall, sum er lækni og senatorur segði at hendan granskingin er “lívhættislig ‘gain of function’ virusgransking,” sum “hevur potentialið at taka fleiri mannalív enn nøkur einstøk kjarnorkubumba.”
“Virusar hava klárað at sleppað úr sjálvt teimum tryggastu starvsstovunum,” segði Marshall, og legði afturat, at hetta slagið av “gransking má steðgast í stundini, meðan váði og møguligur vinningur verða kannað nærri.”
Jessica Rose, Ph.D., viðmerkti granskingina á sínum Substack og skrivaði:
“Tað sum tey hava gjørt við hesum arbeiðinum, sum tey hava lýst sínar egnu arbeiðsgongdir og úrslit, er at líkna við vitloysi.”
“Tað er at líkna við vitloysi… tí at í roynd hava tey skapt og útgivið eina uppskrift uppá ein deyðiligan sjúkubirtil (80% deyðiligheit millum tey sum tóku lut í royndini), sum tey sjálv hava skapt á síni starvsstovu.”
“Og forrestin, hetta er júst ‘gain-of-function’ gransking. Tað finst ikki betri orð at lýsa hetta við.”
Boston University hevur annars nokta, at granskingin fellir undir ‘gain of function’ hugtakið, og segði eisini m.a. soleiðis í tíðindaskrivi:
“Hendan gransking var ummæld og góðkent av Institutional Biosafety Committee (IBC), sum er samansett av vísindafólkum eins væl og umboðum úr lokalsamfelagnum. Boston Public Health Commission góðkendi eisini granskingina.
Harumframt endurspeglar og styrkir hendan granskingin, tað, sum onnur líknandi gransking, framd av øðrum stovnum og feløgum, herundir FDA, er komin til. Hendan granskingin fer í seinasta enda at vera til alment gagn, tí hon ger okkum før fyri menna betri heiligvág sum kann hjálpa til at vinna á heimsfarsóttum, ið fara at koma í framtíðini.”
Granskaraliðið í Boston er ikki tey einastu vísindafólkini, ið aftur fáast við møguliga vandamikla gransking, aftaná farsóttina. EcoHealth Alliance, sum er privata vinnurekandi felagið sum stóð fyri stórum parti av ‘gain of function’ granskingini í Wuhan fram til 2020, fekk herfyri játtað 650.000 dollarar (smáar 5 mió kr) til tess at kanna “møguleikarnar fyri at flogmýsakoronuvirusar koma fram í Myanmar, Laos og Vjetnam í framtíðini.” Tað málið skrivaðu vit um her: Peter Daszak og hansara EcoHealth Alliance fáa meira pengar til at granska krúnukrím frá flogmúsum.
Vit skrivaðu eisini í mai um Jeffrey Sachs, navngitnan professara og leiðara fyri kovid19 nevndina hjá The Lancet, sum vil hava stovnar at lata upp sínar dátugrunnar, soleiðis at hesir kunnu kannast gjølla, beint sum mong óttast, at vísindafólk tillaga virusar genetiskt á starvsstovum:
Amerikanskar royndir “kunnu hava havt sín lut í at Kovid kom”
Sí eisini video við Dr. John Campell ovast, har hann greiðir sera væl frá málinum.
Keldur til hesa greinina:
RT - US scientists create new lethal Covid variant
***
Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út við at stuðla okkum - antin við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald