Fyri tað fyrsta klára vestanlondini ikki at vinna kríggið hernaðarliga, fyri tað næsta hava handilstiltøkini á ongan hátt skakað grundvøllin undir Russlandi, fyri tað triðja hava handilstiltøkini gjørt ófatiliga stóran og óbótaligan skaða á europeiska búskapin, og fyri tað fjórða er heimurin ikki farin í part við USA og Ukraina: “Ein stórur partur av heiminum fer tilvitað og avgjørt ikki í part við USA og vestanlondunum í hesum málinum: Kina, India, Brasilia, Suður Afrika, arabiski heimurin, Afrika”, segði Orbán m.a. í samrøðu við mánaðarliga tíðarritið Tichys Einblick. “Tað er væl møguligt, at tað verður hetta kríggið, sum ger enda á vesturlendskum yvirlegni.”
Men tað eru fleiri sum vinna upp á kríggið. “Svarið er, at tey, sum hava egnar orkukeldur vinna uppá tað. Russararnir vinna uppá tað. Innflutningurin hjá ES úr Russlandi er minkaður ein fjórðing, men inntøkurnar hjá Gazprom eru tvífaldaðar. Kinesararnir, sum plagdu at vera prísgivnir arabarunum, hava fingið fyrimun av støðuni”, greiddi Orbán frá. “Og sjálvandi eru tað tey stóru amerikansku feløgini, sum fáa fyrimun av tí,” segði ungarski stjórnarleiðarin, og vísti til stóra vøksturin í yvirskotunum hjá amerikansku feløgunum Exxon, sum hevur tvífaldað, Chevron, sum hevur fýrafaldað, og ConocoPhillips, sum hevur seksfaldað yvirskotið.
Í endanum av juli var ungarski uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto í Moskva fyri at samráðast beinleiðis við russiska starvsbróðurin, Sergej Lavrov. Sambært fjølmiðlunum snúðu samrøðurnar teirra millum seg nógv um gass.
Ungarn fær 60% av sinari olju og 85% av sínum gassi úr Russlandi. Av tí at Ungarn hevur langtíðar sáttmálar, hevur landið tryggjað sær hesa orkuna til prísir, sum liggja á umleið 20% av tí, sum onnur ES lond rinda.
Samstundis fjøltáttar Budapest sín orkugeira og roynir stigvíst at minka um bundinskapin at russiskum ráevnum. Budapest keypir LNG úr Kroatia, tekur lut í gassverkætlanum í Sameindu Arabisku Emiratunum og Oman, og hevur eitt strategiskt samstarv við ExxonMobil. Ungarski veitarin FGSZ og Serbiska Srbijagas framdu í fjør eina samankrøking við markið millum londini, soleiðis at veitingar kunnu fáast ígjøgnum Turkish Stream, á henda hátt kann stjórnin í Ungarn keypa natúrgass úr Aserbajdjan frá 2023. Ungarn innflytur olju úr Irak og Iran, og samstarvar í hesum geiranum við Kuwait og Bahrain, samstundis sum egin framleiðsla verður ment í Baranja landslutinum.
Ungarn letur seg ikki trýsta
Ungarski forsætisráðharrin hevur ávarað stjórnina um “ikki at geva eftir fyri trýsti um at víðka handilsforðingarnar móti Russlandi til at umfata gass ella olju, tí tað vildi dripið ungarska búskapin.” Uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, segði við CNN herfyri, at 85 prosent av gassinum og 65 prosent av oljuni hjá Ungarn, kemur úr Russlandi, og at tað ikki eru nakrar alternativar veitingarleiðir, sum kunnu gera tað møguligt at sleppa sær av við russisku oljuna og russiska gassið hesi næstu árini, hóast landið hevur gjørt alt fyri at fjøltáttað orkugeiran.
Nei til fleiri avmarkingar á orkusamhandil við Russland
Péter Szijjártó, uttanríkisráðharri, hevði eina telefonsamrøðu við estiska starvsbróður sín, Urmas Reinsalu. Szijjártó skrivaði í einum Facebook-uppslagi, at teir báðir vóru samdir um at kríggið í Ukraina má steðga skjótast gjørligt. Hann minti starvsbróður sín um at Ungarn, sum grannaland, hevði serligan áhuga í at fáa frið í lag sum skjótast. Hetta skrivar Hungary Today.
Szijjártó legði dent á, at teir høvdu ymiskar metingar av, hvørt handilstiltøk kundu hjálpa til at náa hesum málinum. Hann var “kvikur at gera greitt”, at Ungarn noktar at samráðast um fleiri orkuhandilsforðingar mótvegis Russlandi.
“Í løtuni er tað fysiskt ógjøgligt at tryggja gass- og oljuveitingar til Ungarn, uttan russiskar orkukeldur, og vit ætla ikki at noyða ungarska fólkið at rinda prísin fyri kríggið,” legði hann dent á.
Sambært ráðharranum elva orkuhandilsforðingar til meira skaða á Europa enn á Russland, so at økja um hesar, er sambært honum í stríð við vanligt vit og skil.
Keldur: steigan.no, Tichys Einblick, Hungary Today
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald