2022-12-05 23:06
Eg sendi hesar spurningar til allar floksformenninar í seinastu viku. Pr 5. desember er tað bara formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, sum hevur svarað. Spurningarnir vóru soljóðandi:
Spurn. 1
Í november mánaða í 2021 settu Føroyar í verk eina skipan við koronupassi, har munur var gjørdur á hvørji rættindi borgarar høvdu, alt eftir, hvørt teir høvdu prógv fyri at teir vóru koppsettir, ella ikki.
Tekur flokkurin undir við at seta slíka skipan í verk aftur, um vit skuldu komið í samanberiliga støðu aftur einaferð í framtíðini?
Spurn. 2
Í Føroyum vóru átøkini sum heild rættiliga lin í mun til flest onnur lond, og bygdu í mestan mun á prinsippini um samtykki, heldur enn noyðslu. Eitt nú fekk løgreglan ongantíð víðkaðar heimildir at noyða fólk at halda tilmælir, eins og í DK og flestu londum í Europa, USA og Kina.
Tekur flokkurin undir við at halda fast í prinsippinum um samtykki, ella ynskir flokkurin at ein nýggj epidemilóg skal geva myndugleikunum víðkaðar heimildir, eins og í flestu øðrum londum, soleiðis at heimild er at noyða fólk at akta heilsupolitisk tilmæli?"
Um tú ert valevni og hevur eina støðu til hesar spurningar, vinaliga skriva til mín [email protected] so eg kann skriva eitt yvirlit út við so mongum valevnum sum gjørligt, og hvønn hugburð, tey hava til spurningarnar.
Svarini verða løgd út á hinvegin næstu dagarnar áðrenn valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald