Stjórin fyri týska Bundesnetzagentur, sum er týski samveldisstovnurin fyri elveiting, gass, telesamskifti og toksamferðslu, Klaus Müller, málaði eina heldur døkka mynd av komandi vetrarmánaðunum, nú hann var við á eini ráðstevnu í Berlin. Hetta skrivar týski tíðindamiðilin Die Welt í gjár, 28. juni.
Hóast hásummar er í løtuni, so troyttast stjórin fyri Bundesnetzagentur ikki at tosa um komandi vetur. Hann roknar við at vit fara at hoyra um nógvar vanlukkuligar lagnur hjá fólki, sum ikki longur hava ráð at rinda sínar rokningar vegna høgar gassprísir.
Müller heitti á fólk um at brúka summarmánaðirnar til at fyrireika seg til heystið og veturin, táið brúk verður fyri at hita bústaðirnar. T.d. gjørdi hann vart við, at annarhvør gassbrennari (í Týsklandi verður gass brúkt til at hita heimini) ikki er stillaður rætt inn, og hetta elvir til økta nýtslu og meira útlát.
Müller fanst eisini hvassliga at týska orkupolitikkinum seinastu árini. “Tað er ilt at skilja,” at tað landið í Europa, sum næst eftir Italia er mest bundið at gassi og gassinnflutningi, og sum hevur bygt sín vælstand á bíligt brennievni, “ikki á nakran hátt” hevur hugsað um veitingartrygdina. Í mun til olju ella kol, so er gassveiting bundin at netverkum við rørleiðingum.
Tað at gass-fýrd orkuverk nú verða skift út við gomlu kol-fýrdu orkuverkini er ikki gott í mun til veðurlagspolitikkin, men í løtuni er eingin annar møguleiki, segði Müller m.a. sambært Die Welt.
Málið hjá samveldisstjórnini er at fylla gassgoymslurnar til 90% pr 1. november. Um hetta fer at eydnast er ivasamt, tá minkandi floymurin og møguliga fulkomni steðgurin av veitingum úr Russlandi verður havdur í huga.
Gassgoymslurnar hava til endamáls at javna út ójavnar í nýtsluni. Tær virka sum eitt slag av buffaraskipan og hava týdning fyri orkumarknaðin. Men teirra týdningur er avmarkaður, tí hóast gassgoymslurnar eru 100% fullar, so innihalda tær ikki nóg stórar nøgdir til at nøkta tørvin fyri heyst-vetrar hálvuna.
Sambært Bundesnetzagentur høvdu gassgoymslurnar ein miðal vetur einans vart í tveir og ein hálvan mánað, um russiska gassveitingin skuldi steðgað. Tískil leitar Týskland í neyð eftir øðrum innflutningsmøguleikum í løtuni.
Kelda: Die Welt - „In drei Monaten werden Menschen ihre Rechnung nicht mehr zahlen können“
_____
Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald