Hækkandi útreiðslur til at hita bústaðin, prísirnir og renturnar seta túsundtals familjur við ognaríbúðum í eina avbjóðandi búskaparliga støðu við stórum eykarokningum hvønn mánað.
Og tað fer at halda á.
Hetta sambært eini nýggjari umfatandi greining, sum felagið hjá bankunum, FinansDanmark, hevur latið gera. Tey hava roknað upp á, hvussu stór tøka upphæddin hjá dønum, tað sokallaða “rådighedsbeløb”, verður næsta ár.
Tvær av hvørjum trimum familjum í ognaríbúðum hava útlit til hækkingar í rokningunum fyri millum 1500 og 5000 kr tilsamans um mánaðin.
Fyri familjur, sum hava dýrar hitakeldur sum olju og gass, fara hækkaðu útreiðslurnar at liggja millum 2.300 og 6.000 kr um mánaðin.
Og teimum 120.000 familjunum, sum bæði hava dýrar hitakeldur og fáa hægri rentur á lánið, er vandi fyri at rokningarnar vaksa við millum 4.500 og 9.500 kr um mánaðin.
“Vit stúra. Eg minnist ikki nakrantíð at hava sæð eina broyting í uttanhýsis viðurskiftum sum t.d. gassprísunum, sum hava sogið so nógvar pengar úr donsku húsarhaldunum,” sigur Ulrik Nødgaard, ið er stjóri í FinansDanmark, við TV 2.
Ávirkar arbeiðsfjøldina
Stjórin er ikki í iva um, at tað, at danir hava fingið færri pengar um hendi, fer at seta sín dám á næsta ár. Hann heldur, at tað fer at hava við sær, at vit fáa lágkonjunktur og búskaparliga afturgongd í danska samfelagnum.
Tað fer eisini at ávirka arbeiðsfjøldina (beskæftigelsen). Búskaparliga ráðið (det økonomiske råd) hevur mett, at áleið 100.000 fleiri kunnu gerast arbeiðsleys í 2023.
“Tað sigur seg sjálvt, at tá fólk skulu brúka pengarnar at rinda fyri hægri rentur og gass, er minni peningur tøkur til annað. Tískil fer okkurt at henda við arbeiðsfjøldini,” sigur Ulrik Nødgaard við miðilin.
Ulrik Nødgaard leggur samstundis dent á, at greiningin hjá FinansDanmark eisini vísir, at mangar danskar familjur eru fult førar fyri at rinda meira. Hetta kemst sambært honum av at danir hava verið raskir at spara upp.
Bankarnir eru sinnaðir at hjálpa
Spurdur um búskaparliga støðan ger politiska íblanding neyðuga, svarar Ulrik Nødgaard, at “neyðugt er at hugsa um miðvísar loysnir, sum kunnu hjálpa teimum veikastu.”
“Tað ræður um at nýta almenna fígging har sum fólk ikki sjálv megna tað,” sigur hann.
Og har sum tað er smáligt við pengum, og kreppan av álvara pikkar á dyrnar, standa bankarnir til reiðar at hjálpa sínum kundum”, sigur Ulrik Nødgaard við TV2.
“Vit vilja í grundini gjarna hjálpa okkara viðskiftafólkum at koma heilskapað ígjøgnum hetta. Bankarnir hava longu rætt hondina út til kundarnar og sagt: ‘Um tit halda tað sær trupult út, so setið tykkum í samband við okkum, so finna vit loysnir.’ Bankarnir hava fíggjarligu musklarnar til at toyggja seg út til viðskiftafólkini, og eru eisini til reiðar at gera tað.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald