Uttanlands

Tí kom Pfizer koppingin ongantíð á Indiska marknaðin

Felagið kravdi at fáa løgfrøðiligt órin, soleiðis at tað ikki kundi rættarsøkjast fyri møguligar skaðar, teirra koppingarevni elvdi til. Samstundis sum medisinframleiðarin noktaði at gera kanningar av trygd og virknaði lokalt í India, eins og onnur heiligvágsfeløg skulu, fyri at sleppa á indiska marknaðin. Tá felagið ikki fekk sín vilja, valdi tað at siga farvæl við ein marknað á 1,4 milliardir fólk.

2023-01-24 20:35 Author image
Jón Tyril

Pfizer kom ongantíð til India. Pfizer søkti um loyvi, at teirra koppingarevni kundi verða nýtt í landinum í 2020. Men indiskir eftirlitsmyndugleikar kravdu at fáa kanningar av virknaði og trygd gjørdar lokalt í India.

Pfizer noktaði at gera lokalar kanningarnar. Og kravdi harumframt at fáa løgfrøðiligt órin og verju ímóti endurgjaldsskyldu vegna koppsetingarskaðar. Hesum noktaðu Indisku myndugleikarnir. 

USA veitir koppingar-framleiðarunum løgfrøðiligt órin. India hevur ikki nakra slíka lóg og vildi ikki broyta lógina til frama fyri Pfizer.

[object Object]

Eitt sindur um søguna við løgfrøðiligum órini og koppingar-gerðarættum

Í áttatiárunum vóru mong sakarmál ímóti koppsetingarframleiðarum í USA og í summum førum var stórt endurgjald játtað saksøkjarunum. 

Heiligvágsframleiðararnir gjørdu stórt lobbyarbeiði fyri at fáa lógina um koppsetingarskaðar – the Vaccine Injury Act, frá 1986 – sum verjir framleiðararnar frá løgfrøðiligari ábyrgd í samband við sakarmál ella endurgjaldskrøv í sambandi við møguligan skaða ella deyða vegna koppseting. National Vaccine Injury Compensation Program (VICP), nationala koppsetingarskaða- endurgjalds-skipanin, vanliga kend sum koppsetingarrætturin (vaccine courts), var sett á stovn. 

Um ein koppseting elvdi til skaða, so slapp framleiðarin snikkaleysur. Harafturímóti skuldu myndugleikarnir rinda endurgjald fyri skattgjaldarans pening. Í mesta lagi 250.000 dollarar, sum var munandi lægri enn eitt vanligt endurgjald í eini vunnari rættarsak í samband við skaða av onkrari vøru í USA. Sakarmál um skaðar vóru handfarin sum skaðabótarmál, ikki sum kriminalmál.

Kovid19 panikkur, samráðingar og alheims armbending

Tá ið kovid19 rakti, fór heimurin í panikk. Stjórnir víða hvar vóru kvikar at lata undantaksloyvi undir ‘neyðstøðuheimildarloyvum’ ella ‘Emergency Use Authorisation’ (EUA). Amerikansku risafyritøkurnar, sum framleiða heiligvág sóu nú ein alheims marknað og arbeiddu hart fyri at heimsins stjórnir skuldu geva teimum løgfrøðiligt órin og verju, so tær ikki kundu rættarsøkjast fyri møguligar skaðar.

Søguliga sæð, er tað skjótasta, sum tað nakrantíð hevur gingið, at fáa eitt koppingarevni á marknaðin, tá ið koppingin fyri fárasjúku kom út. Tað tók fýra ár. PfizerBioNTech koppingarevnið var framleitt og góðkent eftir átta mánaðum. Hetta koppingarevnið var tað fyrsta at koma víða á marknaðin.

Í samráðingum um koppsetingar við hvørt landið sær, blivu armarnir bendir á myndugleikunum.

Í september 2020 gjørdu europeisku eftirlitsmyndugleikarnir av at framleiðararnir av koppingarevni skuldu haldast skaðafríir fyri møgulig óvæntað hjáárin. Ovasta europeiska koppingarnevndin skrivaði sáttmálar við endurgjaldstreytum stemplaðum í trúnaði fyri AstraZeneca og Sanofi, fyri øll 27 ES-londini. Skjótt gjørdi Australia tað sama.

(Í ES-tinginum hava tinglimir roynt at fáa innlit í avtaluna, sum Albert Bourla, stjóri í Pfizer skrivaði undir saman við Ursulu von der Leyen, forseta fyri ES-kommissiónina. Upprunaavtalan varð gjørd umvegis sms-boð, sum síðani eru horvin. Og tey skjøl, sum tinglimirnir hava fingið hendur á, eru sera nógv strikað út.)

Les eisini: Tekstboð millum Ursulu von der Leyen og stjóran í Pfizer, eru horvin - Tekstboð, sum eru send ímillum forsetan fyri ES kommissiónina, Ursula von der Leyen, og stjóran í Pfizer, Albert Bourla, stutt áðrenn ES og heilivágsfyritøkan gjørdu milliardaavtalu um koppingarevni til alt europa, eru horvin.

Í latín amerika var trýstið frá heiligvágsframleiðarunum eitt sindur ógvusligari enn aðrastaðni. Umframt løgfrøðiligt órin, kravdi Pfizer verju í samband við møguligt egið ósketni og mistøk. Argentina legði tríggjar ferðir ískoyti afturat síni koppsetingarlóg, men Pfizer var ikki nøgt. Pfizer vildi hava pengagoymslurnar í tjóðbankanum og hernaðarstøðirnar í landinum sum “trygd”.

India stóð fast

Tá heimurin fór í panikk og gav koppingarframleiðarunum frítt spæl, so helt India høvdið skrúvað væl fast á herðarnar.

Indisku eftirlitsmyndugleikarnir hildu seg til hóskandi mannagongdir í samráðingunum. Pfizer noktaði at gera lokalar royndir og helt upp á kravið um løgfrøðiligt órin. India stóð fast og segði nei.

Meðan hetta stóð upp á, fór eitt stórt PR propaganda átak í gongd. Frásøgnin var - Pfizer kann bjarga India; men at búrokratarnir sova og steðga øllum, alt meðan fólk doyggja. Ávirkarar og leiðandi fólk av ymsum komu fram at siga fólki, hvussu stóran tørv India hevði á at fáa koppsetingar frá Pfizer og at stjórnin sveik fólkið. Andstøðan ákærdi stjórnina fyri at føra protektionistiskan politikk við ikki at loyva Pfizer og Moderna at sleppa inn á Indiska marknaðin.

Hóast nógv trýst, so gav India seg ikki. Umsíðir, í 2021, tók Pfizer umsóknina hjá sær í India aftur. India helt á við koppsetingum við koppingarevnum, sum gingu undir løgligu treytirnar, sum eru galdandi í landinum. 

Í seinastuni eru heimurin byrjaður at rópa Pfizer upp fyri sín ráðisliga atburð. Herfyri var stjórin í Pfizer órógvaður á gøtunum í Davos. Í einum video, sum er farið viralt, letur hann sum einki, tá ið hann verður spurdur spurningar um hvussu væl koppingin verjir, og nær hann visti, at hon ikki vardi móti smittu osfr.

ES parlamentið hevur fleiri ferðir kallað Pfizerstjóran inn til samráð í Brússel, men hann hevur sloppið sær undan hvørja ferð. Tað einu ferðina sendi hann ein lokalan europeiskan stjóra fyri seg, og tá kom fram, at Pfizer als ikki hevði kannað, hvørt koppingin vardi móti víðari smittu.

Les eisini: At lata seg koppseta fyri hini, bygdi ongantíð á annað, enn eina lygn

Í eini hoyring í Europaparlamentinum viðgekk økisforsetin fyri koppsetingardeildina hjá Pfizer, Janine Small, at koppsetingin ongantíð var kannað fyri, hvørt hon steðgaði smittu

Spurningar vera nú settir við løgliga órinið hjá koppingarframleiðarum.

India er einasti stóri marknaðurin í heiminum, sum ikki verjir koppingarframleiðararnar móti borgarunum.

Rudyard Kipling segði áleið soleiðis, at um tú kanst halda høvdið kalt, tá øll onnur kring teg missa sítt góða skil og geva tær skyldina fyri tað, og um tú kanst líta á teg sjálvan, tá ið øll onnur ivast í tær, so verður tú til ein mann.

Kanska var tað tað, India gjørdi, og kanska var tað tað, sum vit í Føroyum eisini gjørdu, í minsta lagi í ávísan mun, tá ið vit ikki hoppaðu gleivbeint upp á øll tey tiltøk, sum onnur lond settu í verk.

Kelda: The Daily Guardian - Why India did not allow Pfizer’s Covid-19 vaccine 

Les eisini:

Video við stjóranum í Pfizer, Bourla, og spyrjandi tíðindamonnum, er vorðið viralt, hóast bann frá Facebook, Instagram og Youtube

Stjórnarlimur í Pfizer trýsti Twitter at dylja uppsløg, sum kundu órógva ógvusliga vinningin frá koronuprikunum

Stjórin í Pfizer fekk átalu fyri villleiðandi útsagnir um barnakoppsetingar

"Innkeypið av 4,5 mia skamtum til 450 mió fólk er størsta rotinskapsgøla í heimssøguni”

Pfizer setti fleiri enn 600 fólk í starv fyri at taka ímóti skaðafráboðanum fyrstu tríggjar mánaðarirnar

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst  hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald