Høvundur:
Tey fyrstu 62 árini av lívi mínum kann eg ikki minnast, at nakar hevur kallað meg ein egoistiskan idiot, enn minni ein sosiapat ella brekaðan Trumpist. Alt tað broyttist tá Kovid trein á pallin, og eg dittaði mær, á sera varisligan hátt, at lufta onkra hendinga stúran í sambandi við niðurlæsingarpolitikkirnar. Her eru nøkur dømi um, hvat eg fekk aftur í høvdið.
- Njót títt samvitskuloysi
- Far og sleik ein steyra og blív smittað
- Vónandi fert tú at hugna tær, tá tú kvalist í tínum egna vatni á lungunum á intensivu deild
- Nevn mær trý av tínum kæru, sum tú vilt ofra fyri kovid. Ger tað nú, ræðuskítur
- Gekst tú á Harvard, ja so rímiligt, og eg eri Gud. Seinast eg kekkaði tók Harvard ikki ímóti tápulingum.
Heit síðani byrjanina av farsóttini var okkurt innan í mær, í sálini, um tú vilt, sum vakti stikni mótvegis politisku og almennu handfaringini av virusinum. Einki av tí kendist rætt ella sterkt ella satt. Hetta var ikki bara ein epidemiologisk kreppa, men eisini ein samfelagslig, so hví lurtaðu vit einans eftir nøkrum ávísum epidemiologum? Hvar vóru serfrøðingarnir í sálarheilsu? Serføðingarnir í hvussu børn mennast? Søgufrøðingarnir? Búskaparfrøðingarnir? Og hví eggjaðu okkara politikkarar til ótta heldur enn sinnisró?
Spurningarnir, sum plágaðu meg mest, høvdu minni at gera við farsóttarfrøði enn við etikk: Var tað í lagi at krevja størstu offrini frá teimum yngstu limunum í okkara samfeløgum, hesi sum stóði til at missa mest vegna smittuverndartiltøkini? Kunnu vit bara avtaka persónligt frælsi tá ein farsótt rakar, ella eiga vit at javnviga almenna heilsutrygd við mannarættindi?
Býtt sum eg var, helt eg at internetið fór at loyva mær at taka lut í “gevandi kjaki” um hesi viðurskifti. So eg fór online, og restin var hysterí.
Bygdabýttlingur, tú trýrt eisini jørðin er fløt, innannørdi lúshundur, negativt IQ……
Lat meg bara siga, at eg fekk tjúkka húð hesa tíðina.
Og tað var ikki bara eg. Ein og hvør, sum setti spurningar við røttu læruna, veri tað seg ein serfrøðingur ella ein vanligur borgari, fekk líknandi viðferð. Sum ein kommunulækni (community physician) segði: “Mangir læknar, harímillum eg sjálvur, mætlu saman við virologum, epidemiologum og øðrum vísindafólkum til at velja eina meira málrættaða kós, har vit miðsavnaðu okkum um at verja teir mest sárbaru og veiku samfelagsbólkarnar. Men vit vóru bara skúgvað til viks sum antivísindi, súllpappírshattar, samansvørjingarástøðingar, antivaxarar og mong onnur slík litrík niðrandi spjaldur.
Tíðliga í dystinum avgjørdi eg, at eg vildi ikki svara slíkari háðan aftur við meira háðan. Ikki tí at eg eru serliga góð í mær, men tí at tað, at kappast í runublaking bara ger meg illa, og tað er einki stuttligt at ganga ill og mala allan dagin. Ístaðin tók eg skammingina á kjálkan (og gekk framvegis ill runt).
Skammispælið
Innskotið at skamma fólk út, tók dik á seg heilt frá byrjanini av farsóttini. Á Twitter fór #covidiot at trenda um kvøldi 22. mars 2020, og tá náttin var farin, vóru yvir 3.000 endurtweet, sum fordømdu vánaligar heilsumannagongdir. Tá ið CBS News legði eitt video út við ungfólkum, sum hildu várfrí-veitslu í Miami, so byrjaðu uppøstir borgarar at deila nøvnini hjá ungfólkunum á sosialu netverkunum við slíkum viðmælum, sum “gev ikki hesum egoistisku reyvarholunum sengur og/ella andingartól.”
Tíðliga í farsóttini, tá ið ræðsla og hurlivasi ráddu, høvdu vit kanska kunna fyrigivið slíkari útspilling. Men skammingin vant bara uppá seg og spann seg sjálvan uppí tíðarandan. Harumframt, so riggaði tað ikki.
Sum Harvard Medical School epidemiologurin, Julia Marcus, viðmerkti, so er “skamming og ákæra ikki besti mátin at fáa fólk at broyta atferð, og kann ístaðin virka øvut, tí tað far fólk at vilja dylja sín veruliga atburð.” Nakað líknandi sigur Jan Balkus, serfrøðingur í smittandi sjúkum á University of Washington, útskamming kann gera tað truplari hjá tólki at “viðurkenna støður, har tey kunnu vera í vanda”.
Um tað, at útskamma “covidiotar” fyri hvussu teir bóru seg at, ikki riggaði so væl, so kanst tú vera vísur í, at útskamming av fólki fyri rang-hugsan (wrongthink), ikki fer at broyta nakað í sinninum á fólki. Ístaðin gevast vit trúarvillingar at siga skammarunum, hvat vit hugsa. Vit nikka bara og smílast. Vit lata tey fáa stigini og halda á at viga fyri og ímóti í okkara egna høvdi.
Handskarnar av
Í tvey ár havi eg verið tann. Eg havi smílst fryntliga ímeðan eg havi bukkað meg undan spottandi viðmerkingum. Fyri at sissa tey, eg havi prátað við, eri eg byrjað við at siga sovorðið sum “mær dámar líka illa Trump sum tú” ella “bara so tú veitst tað, so havi eg fingið øll trý prikini”, áðrenn eg havi nevnt nakran av mínum ivum um røttu trúnna.
Bara í dag, so fari eg at loyva mær sjálvari at sleppa blídliga gekkaskortinum, og siga tingini, soleiðis sum eg síggi tey.
Øll tit, sum eru lopin á meg fyri at seta spurningar við um tað var so skilagott at læsa sivilisatiónina niður, og fyri at rópa varskó um skaðan, tað ger á tey ungu og tey fátæku: Tú kanst taka tína útskamming, tínar vísindaligu lótir, tína ótolandi moralisering, og stappa tað upp har sólin ikki sær. Hvønn dag kemur nýggj gransking, sum bankar luftina meira og meira úr tínum uppblástu sjálvfeitu útsagnum.
Tú segði, at uttan niðurlæsingar hevði kovid dripið ein triðjing av heiminum, áleið sum Svarti Deyði, ið herjaði í Europa í 14. øld. Ístaðin er ein meta-analysa frá Johns Hopkins komin til, at niðurlæsingarnar í Europa og USA bara minkaðu 0,2% í miðal um deyðiligheitina.
Tú segði mær, at sosial sambond vóru ikki veruliga lívsneyðug. OK, men veruleikin er, at sosial isolatión drepur. Sum tað bleiv víst á í grein í Cell í september í 2020, einsemi "er møguliga tann sterkasta hóttanin móti yvirlivilsi og tí at liva eitt langt lív.” Greinin greiðir frá, hvussu sosial isolatión lækkar fatanarligur menningina, ger immunverjuna veikari, og setur fólk í vága fyri at enda í rúsevna- ella rúsdrekka-missbrúki. Og tað er ikki so, at vit ikki vistu hetta áðrenn kovid. Í 2017 vísti granskingin hjá Julianne Holt-Lunstad, professara á Brigham Young University, at sosial isolatión styttir eins nógv um lívið, sum tað at roykja 15 sigarettir um dagin. Hennara úrslit vóru polstrað um tíðindaforsíður kring alla verðina.
Tú segði mær, at vit nýtast ikki stúra fyri árinunum, sum kovidavmarkingarnar hava á børnini, tí børn eru so stinn og røsk, og forrestin, so høvdu tey tað nógv verri í heimskríggjunum, enn nú. Samstundis vaks talið av ávísingum til barnalækna vegna sovorðið sum at gera skaða á seg sjálvan og sjálvmorðstankar við 77% eitt seksmánaðatíðarskeið í 2021, í mun til sama tíðarskeið í 2019. Og um tað ikki ristir í teg, so sigur ein meting frá Heimsbankanum, at í láginntøku londum hevur versnandi búskaparstøðan, sum er íkomin vegna niðurlæsingarnar, elvt til at 1,76 børn doyggja fyri hvørt deyðsfall av kovid, sum slapst undan vegna okkara niðurlæsingar.
Tú segði mær, at koppsett fólk bera ikki virusin, tí tað segði stjórin í CDC, Rochelle Walensky. Nú vita vit øll, hvussu væl tann útsøgnin eldist.
Tú segði mær, at eg hevði ongan rætt ella førleika at seta spurningar við tað, sum smittuserfrøðingar søgdu okkum. (Nú umorði eg tað. Tað sum tú veruliga segði var: “Halt teg til títt, og halt skarpan kjaft”.) Eg fekk mína uppreisn frá Dr. Stefanos Kales, enn ein frá Harvard Medical School, sum í samrøðu við CNBC herfyri ávaraði um “vandarnir við at lata almennan politikk og heilsupolitiska ráðgeving í hendurnar á fólki, sum einans hava eyguni eftir smittsomum sjúkum”. “Fólkaheilsa er ein javnvág” segði hann. Og tað er tað. Í bókini “Fólkaheilsulóg: Vald, plikt og afturhald” (Public Health Law: Power, Duty and Restraint), argumenterar Lawrence Gustin fyri betri og meira skipaðum váðametingum av vansum og fyrimunum vegna fólkaheilsulig átøk, og eisini fyri stinnari verju av persónliga frælsinum.
Ja, eg eri uppreitt, og tín fingrapeikandi flokkur fekk meg so mikið fremandagjørda, at eg mátti fara at leita eftir nýggjum ættfólki, og í tí leitaninni hevur tað gingið sera væl. Eg havi funnið fleiri andsvinir enn eg dugdi at ímynda mær. Í Toronto, higani eg eri, og kring allan knøttin, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, vísindafólk, bóndur, tónleikarar og góðar hús-møður og -faðrar, sum deila mítt stikni fyri tínum uppblástu kávalótum. Epidemiologar eisini. Tað vóru hesi fínu fólkini, sum syrgdu fyri, at eg ikki bleiv svøk.
So takk fyri. Og skrubba so av burtur av stykkinum hjá mær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald