Uttanlands

Telegraph: Soleiðis kundu bretskar starvsstovuroyndir gjørt farsóttina “meira deyðiliga”

Bretska blaðið Telegraph skrivar um bretsk vísindafólk, sum gjørdu royndir við bæði delta og omikron frábrigdunum, ið “kundu havt sameint hesi bæði frábrigdi og síðani likið úr starvsstovuni.” Síggj video har Dr. John Campell gjøgnumgongur greinina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-30 11:13 Author image
Jón Tyril

Síggj Dr. John Campell greiða sera væl frá málinum omanfyri.

Telegraph skrivar um royndir, sum fóru fram á Imperial College í London. Royndirnar, sum “kundu gera koronufarsóttina meira deyðiliga” vóru stuðlaðar av bretska heilsutrygdarstovninum UK Health Security Agency (UKHSA).

Kyknur vóru smittaðar við delta og omicron, samstundis, til tess at síggja, hvat av hesum frábrigdum var meira kappingarført.

Professari í mýl-órinsfrøði (molecular immunology), við University of Oxford, Anton van der Merwe, sigur, at við royndunum var váði fyri at hesi frábrigdi vóru sameind og okkurt “meira deyðiligt” spurdist burturúr.

Smittað vísindafólk kundu síðani gingið út og smitta onnur í býnum.

“Koronuvirusar sum t.d. Sars-CoV-2 eru kendir fyri at “mennast” við at býta um genetiskt tilfari, tá ið tveir serskiltir virusar smitta somu kyknu.”

“Hetta ger tað nógv meira sannlíkt at hesi bæði frábrigdi kunnu endursameinast og skapa eitt nýtt meira vandamikið frábrigdi, sum síðani kundi smitta tey, sum stóðu fyri royndunum, sum síðani kundu borið smittuna út í samfelagið,” sigur professarin.

At nýta omikron og delta er serliga váðið, tí talan er um tvey brigdi við ymiskum ættartræ og týðandi munum.

Dr Filippa Lentzos, frá Centre for Science and Security Studies við King’s College í London, sigur:

“Tað hevur verið eitt altjóða boom í bygging av starvsstovum, sum fáast við vandamiklar sjúkur, men hetta hevur ikki verið fylgt upp við nøktandi lívfrøðiligari trygd og trygdareftirliti.”

Imperial College í London, sum framdi granskingina sigur við avísina:

“Hendan gransking, sum er stuðlað av stjórnini, nýtti virusar, sum ikki eru vandamiklari enn teir, sum longu vóru í umferð  millum fólk í samfelagnum og fer at geva okkum týðandi innlit, sum kann stuðla myndugleikunum, tá ið avgerðir skulu takast, hvussu farsóttin skal handfarast.”

Og:

“Royndirnar vóru gjørdar á eini starvsstovu við 3. lívfrøðiliga trygdarstigi (biosafety level three) sambært strongum reglugerðum frá myndugleikunum, og royndirnar fingu góðkenning frá ovastanum fyri heilsu og trygd (Health and Safety Executive).”

Dr. John Campell vísir í videonum á, at tað er mangt, sum hevur stuðul frá myndugleikunum, sum er farið fram seinastu tíðina, sum ikki er álitisvekjandi, m.a. er tað nógv sum bendir á, at koronuvirusurin sjálvur lak út úr eini starvsstovu, sum hevði hægri trygdarstig enn starvsstovan hjá Imperial College.

Hann vísir til heimasíðuna: Consteril, sum hevur yvirlit yvir starvsstovur, ið arbeiða við slíkum. Sambært heimasíðuni hevur Wuhan Institute of Virology trygdarstig 4, ella biosafety level 4 (BSL4) og er ein av 59 stovnum kring heimin við 4. trygdarstigi.

Tríggir fjórðingar av hesum liggja í býum, sum t.d. London.

Hann vísir eisini á at vit søguliga hava havt smittu úti í samfelagnum fyrr, sum hevur stavað frá lekum úr starvsstovum. M.a. pokur (Smallpox), svínakrím, SARS kov 1, miltbrand (anthrax), umframt munn og kleyvsjúku, sum rakar húsdjór.

Campell vísir til hesa frágreiðingina frá King’s College London: Fifty-nine labs around world handle the deadliest pathogens – only a quarter score high on safety


Greinin setir spurningin, hvørt SARS-CoV-2 koronuvirusurin stavar frá váðafullari gransking, sum gekk galin. 

Greinin vísir eisini á, at vandin fyri at framtíðar heimsfarsóttir fara at stava frá gransking við vandamiklum sjúkum, er veruligur.

Hesum seinasta er fyrrverandi stjórin fyri amerikanska CDC, Dr. Robert Redford, sum sat fyrra partin av farsóttarskeiðnum, samdur við. Hann segði í eini hoyring í senatinum herfyri júst hetta. If the White House doesn’t change course, the next pandemic could come from a lab too

Hendan greinin er skrivað útfrá notunum hjá Dr. John Campell í hansara gjøgnumgongd av grein í Telegraph. Video hjá Campell kann síggjast ovast.

Greinin hjá Telegraph kann lesast her: How British experiments risked making the Covid pandemic ‘more lethal’

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.

Hjálp okkum at halda hinvegin koyrandi og í menning við at stuðla arbeiðinum við eini fastari mánaðarligari upphædd ella eingangsupphædd á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald