Uttanlands

Tekstboð millum Ursulu von der Leyen og stjóran í Pfizer, eru horvin

Tekstboð, sum eru send ímillum forsetan fyri ES kommissiónina, Ursula von der Leyen, og stjóran í Pfizer, Albert Bourla, stutt áðrenn ES og heilivágsfyritøkan gjørdu milliardaavtalu um koppingarevni til alt europa, eru horvin.

2022-07-05 22:50 Author image
Jón Tyril

Forsetin í ES Kommissiónini viðgekk fyri meira enn einum ári síðani, at hon hevði havt regluligt samband við stjóran í Pfizer, um hvussu ein avtala skuldi snikkast saman millum partarnar. Men tá eitt tíðindafólk bað um alment innlit í málið og um at síggja tekstboðini millum Bourla og von der Leyen, so bar ikki til. Umsitingin í ES kommissiónini segði, at smsboðini ikki vóru atgongilig longur, og at slík ikki eru fevnd av lóggávu um alment atgongilig skjøl.

Svarið hjá kommissiónini gjørdist alment seinasta mikudag tá Europeiski Umboðsmannastovnurin, sum er almenni eftirlitsstovnurin í ES, kunngjørdi úrslitið av eini kanning av málinum, eftir at onkur hevði klagað um manglandi gjøgnumskygni.

Í januar mánaða hevðist Europeiski Umboðsmaðurin hvassliga at ES leiðsluni fyri vánaliga fyrisiting. Hon segði, at tekstboð eiga at vera handfarin sum skjøl, ið eru undirløgd ES reglur um gjøgnumskygni.

Fyrsta frágreiðingin frá umboðsmanninum avdúkaði, at kommissiónin als ikki hevði gjørt nakra roynd at finna tekstboðini. Umboðsmaðurin gav síðani boð um at embætisfólkini skuldu leita eftir tekstboðunum.

Men í treiskandi svari segði kommissiónin, at slík stuttlivað skjøl ikki verða goymd og ikki vóru í varveitslu hjá kommissiónini.

Umboðsmaðurin lýsti svarið frá kommissiónini sum “problematiskt upp á fleiri mátar”, men vildi ikki koma við fleiri viðmerkingum, fyrr enn ein formell niðurstøða verður gjørd um nakrar vikur.

Kathleen Van Brempt, sum limur í ES-tinginum fyri belgisku sosial demokratarnar, og sum er forkvinna í serligu kovid19 nevndini hjá ES tinginum, segði at svarið frá kommissiónini kundi als ikki góðtakast. “Hesin fulkomni mangulin uppá gjøgnumskygni gagnar ídnaðinum, ikki europeisku borgarunum,” segði hon við The Guardian.

Ein annar politikkari, sum hevur funnist hvassliga at øllum málinum, er Sophie in ‘t Veld, sum er hollendskur ES-tinglimur. Hon skrivar í Politico tann 30. juni m.a.

“So forkastiligur, sum atburðurin hjá kommissiónini einaferð er, so er alt hetta málið - delete gate (sletti-gølan), sum tað nú verður rópt - einans eitt sjúkueyðkenni fyri ein størri trupulleika: Ein kreppa innan fólkaræðisliga ábyrgd á hægsta stigi í ES-stovninum. Tað er hesin skipanarligi trupulleikin, sum átti at elvt til nógv meira øsing enn hann hevur higartil.

Tað nýtist ikki eitt toymi av sakførarum at koma til somu niðurstøðu sum ES Umboðsmaðurin. Tá ið risastórar koppsetingaravtalur verða gjørdar umvegis tekstboð, so er sjálvandi neyðugt, at eftirlitismyndugleikarnir sleppa at síggja hesi tekstboð. Við at nokta atgongd hevur von der Leyen valt eina leið, sum einans hevur vansar. Hon hevur ikki bara givið fólkaræðisligari ábyrging eitt skot fyri bógvin, hon kastar eisini illgruna á seg sjálvan, og ES stovnarnar við.

Gjøgnumskygni er hornasteinurin í ábyrging. Og í tí høpinum er tað sera órógvandi, at kommissiónin er vorðin minni gjøgnumskygd allan vegin ígjøgnum - ein gongd, sum er beint ímóti tí sum von der Leyen lovaði, tá ið hon tryggjaði sær undirtøku í tinginum til at gerast forseti.

So hví hevur hon svikið síni lyfti? Tí hon kann. Eins og nógvir leiðarar kring heimin, so fekk kommissiónin nógv rásarúm at stýra til kreppustýring til at fáa okkum ígjøgnum heimsfarsóttina. Fyri stóran part av hesum seinastu tveimum árunum hevur ES-tingið latið leiðaran, sum tingið eigur at hava eftirlit við, sleppa ov lætt, og har leiðslan í tinginum hevur vart kommissiónina móti umsjón, sum kann kennast óhøglig.”

[object Object]

Tey bæði, von der Leyen og Bourla, eftir at Leyen hevur handað honum eina heiðursløn.

Keldur:

The Guardian - European Commission defiant over Von der Leyen’s Pfizer texts

Poltico - Delete-gate is bigger than the texts

____

Hjálp okkum at fáa gott tilfar á føroyskum út á síðuna við at flyta eina upphædd ella stovna fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald