Innanlands

Tað eru Kringvarpið og Janus Vang, sum villeiða. Her eru mínar viðmerkingar

Í gjárkvøldið kl 18 hevði kringvarpið Janus Vang í tíðindunum, har hann ákærdi hesa síðuna fyri at hava eina villeiðandi grein við villeiðandi yvirskrift, og at eg ikki hevði gjørt mítt redaktionella arbeiði. Her eru mínar viðmerkingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-16 13:07 Author image
Jón Tyril

Kringvarp Føroya lat í tíðindunum kl 18 í gjár Janus Vang frá iNova ákæra meg fyri at hava eina villeiðandi grein við villeiðandi yvirskrift á síðuni hinvegin.fo - eg visti ikki um innslagið hjá teimum og fekk ikki høvið at viðmerkja ákærurnar. Tað havi eg tískil gjørt í hesum videonum ístaðin, og mín niðurstøða er tann, at tað er Kringvarpið og Janus Vang, sum villeiða, og harvið vátta tilverugrundarlagið hjá hinvegin.fo.

Men lurtið endiliga eftir mínum viðmerkingum, nærlesi greinina og gerið tykkara egnu niðurstøður.

Eg hevði verið takksamur um so mong sum gjørligt deila hetta víðari, tí eg slapp ikki í Kringvarpið at verja meg. Hetta er tískil einasti mátin at fáa mína síðu av sakini út.

Umrødda greinin kann annars lesast her:

Gransking: Koppsetingin hevur negativan virknað fyri tey yngstu børnini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald