Í ein tíma hvørja viku, sleppa fólkini, sum keypa og selja el-orku í Stóra Bretlandi, at spyrja stjórarnar fyri elkervini um ymiskt. Hendan tele-ráðstevna, sum øll kunnu fylgja við í, gevur eitt innlit í, hvat teir menn og kvinnur, sum eru á sjálvum hermótinum á orkumarknaðinum, eru stúrin um. At lurta eftir teimum gerst meira ræðandi fyri hvørja viku, og bendir á, at tað, at klára at hava ljósini tendrað í vetur, fer at vera munandi truplari, enn europeisku stjórnirnar vilja viðganga.
Tað er nóg ringt við prísunum. Húsarhaldini í Bretlandi fingu fríggjadagin at vita, at teirra el- og gassrokningar frá 1. oktober hækka við 80%. Sonevnda orku-prísloftið (energy price cap) var sett til 3.549 pund (31.079 kr) um árið, frá 1.971 pundum (17.260 kr) hesar seinastu seks mánaðirnar, og 1.277 pund (11.183 kr) seinasta vetur.
Men teleráðstevnan bendir á, at trupulleikarnir eru størri enn bara hækkandi prísir. Meira og meira verða orðini “neyðstøða” og “trot” brúkt, og har luttakararnir hugsa meira um nær, heldur enn um, ein kreppa fer at raka. Hugsa tær at sloppið at lurta eftir samrøðum ímillum stjórar á Wall Street og amerikanska miðbankan, Federal Reserve, í døgunum, tá í alheims fíggjarkreppan setti inn í 2008.
Her er ein spurningur frá ráðstevnuni í seinastu viku: “Spælir tú tær við møguleikunum um ella tá handilin tvørtur um landamørk steðgar vegna trýst av atlitum til vetingartrygd í vetur?” Og ein annar spurningur: “Kunnu vit hava ein fund, har vit tosa ígjøgnum neyðstøðutilbúgvingina?” Ein annar luttakari segði at forsøgnirnar fyri eftirspurning- og útboðs javnvágina á elmarknaðinum vísti “øllum sum duga at eitt sindur av matematikk, hvussu ringur veturin kann gerast.” Sami persónur legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann segði um framrokningarnar hjá kervisveitarunum sjálvum: “Eg haldi ikki tit sjálv trúgva uppá tað, sum tit hava skrivað, og tað ger heldur eingin annar.”
Eitt ískoyti var serstakliga avdúkandi. “Bygt á hvat framleiðslan fyri veturin ’22 verður handlað fyri, hvat heldur tú so sjálvur um møguleikarnar at tryggja orkuveiting gjøgnum veturin?,” spurdi ein luttakari. Bakgrundin fyri hesum spurningi er, at í framlítandi marknaðinum (forward market) er streymurin í Stóra Bretlandi skjótt við at koma uppá 1.000 pund (8.757 kr) fyri megawatt-tíman, hetta er ein hækking uppá 50% í mun til núverandi prísir. Hvat merkir tað? Trot.
Samanber so tónan her, við hvussu bretska stjórnin heldur uppá, at einki er at stúra fyri. “Húsarhald, vinnurekandi og vinnulív kunnu kenna seg trygg í, at tey fara at fáa tað gass og el, sum teimum tørvar gjøgnum veturin,” vóru boðini úr Downing Street fyrr í vikuni. “Hetta tí at vit hava eina av heimsins mest álítandi og fjøltáttaðu orkuskipanum í heiminum.”
Hendan vikuliga ráðstevnan kallast offisielt fyri “ESO Operational Transparency Forum,” og letur aktørar á marknaðinum spyrja tey, sum stýra og umsita sokallaða Electricity National Control Centre, sum er miðstøðin, sum flytir elkraft kring Stóra Bretland frá framleiðarum til handilsfólkini (treytararnar) til brúkararnar. Vanliga eru tað fløktir spurningar, sum hava við handil av elkraft at gera, sum vera umrøddir. Men hesar seinastu vikurnar eru fólkini farin at hugsavna seg um kreppu-stýring. Tað, sum er serliga órógvandi, er, hvussu lítið umfatandi tilbúgvingarætlanirnar eru, um so er, at vit enda einari neyð-orkustøðu.
Ein meginstúran er, hvat sker, um so er, at londini í Europa seta politikkir í verk, sum steðga streymveitingum tvørturum landamørk, sum eitt nú Norra longu hevur boðað frá, at landið umhugsar at seta í verk.
Eitt annað evni er, hvussu nógv nýtslan kann falla, um so er, at húsarhaldini og vinnulívið ikki hava ráð til hækkaðu el- og gassprísirnar. “Hvussu nógvum falli í eftirspurninginum (demand destruction) rokna tit við frá ídnaðarbrúkarum í vetur, sum reaktión uppá prísirnar?” spurdi ein. Ein annar endurtók spurningin: “Hvat fyri fall í eftirspurningi millum íbúðar- og ídnaðarøki er tikið við í tykkara framroknningar fyri í vetur?” Netstjórarnir vóru ikki førir fyri at koma við nøkrum tølum til spyrjararnar.
Greinskrivarin hjá Bloomberg, Javier Blas, endar soleiðis:
“Tað er ein royndur lutur, at hesar telestevnurnar eiga at miðsavna seg um møguligar trupulleikar fyri framman - endamálið er at gera vart við og loysa trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp. Men eftir at hava lurtað við í fleiri førum hesar seinastu mánaðirnar, havi eg trý viðurskifti, sum eg havi lagt mær í geyma. Fyri tað fyrsta er komandi orkuneyðstøðan verri enn mangir stjórar í ídnaðinum viðurkenna alment, og nógv meira vandamikil, enn myndugleikarnir viðurkenna. Fyri næsta, so eru høgir prísir ein stórur trupulleiki, men veitingartrygdin er eisini í vanda. Fyri tað triðja, so er tíðin við at ganga undan, um vit skulu fyrireika okkum, áðrenn hitastigini byrja at falla.
Stjórin fyri finska elkervið sýndi nakað av tí sjáldsama gjøgnumskygni, sum tað er so stórur tørvur á, tá ið hann í vikuni segði við íbúgvarnar í landinum, at tey skulu fyrireika seg til trot í vetur. Europeisku stjórnirnar hava eina skyldu at siga sum er við sínar veljarar, um hvussu umfatandi komandi kreppan verður. At káva útyvir og gera trupulleikarnar minni, ella enn verri, at látast sum um at eingin trupulleiki er, fer ikki at syrgja fyri at orka er tøk í vetur.”
Greinin kann lesast í síni heild her: Listening to European Electricity Traders Is Very, Very Scary
Les eisini: El-prísirnir í Týsklandi og Fraklandi hækkaðu við meira enn 25% bara í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald