Uttanlands

Tað byrjaði áðrenn útbrotið: Ein tíðarlinja fyri koppsetingar-verkætlanina hjá BioNTech-“Pfizer"

Við øllum hesum slepst ikki uttanum, at koppsetingarverkætlanin hjá BioNTech í roynd og veru fór í gongd áðrenn nakar tilburður av kovid-19 var staðfestur! Eyðsýndi spurningurin er: Hvussu ber hetta til?

2023-02-14 23:38 Author image
Robert Kogon

Margháttligu “loyni-upptøkurnar” hjá Project Veritas (sum vit á Hinvegin hava skrivað um her og her og her - ritstj.), eru farnar í kring sum eldur á Twitter og hava uttan iva ørkymlað almenningin enn meira. Men fyritøkan, sum í roynd og veru bæði hevur ment og eigur sonevndu ”Pfizer” kovid-19 koppsetingina, er týska fyritøkan BioNTech. BioNTech eigur undirliggjandi mRNA-tøknina, og – um vit ganga útfrá, at hetta í roynd og veru er hent yvirhøvur – at nøkur fyritøka hevur broytt mRNA til at koda fyri einum heimabryggjaðum frábrigdi av virusinum - so má tað vera BioNTech.

Hvussu er og ikki, sum eg viðgjørdi í míni seinastu grein, so er tað so, at hóast Ugur Sahin, forstjórin hjá BioNTech, í bókini ‘The Vaccine’, heldur uppá, at BioNTech fór undir kovid-19 koppsetingarverkætlanina hin 27. januar í 2020, so vita vit, at hetta ikki er satt: Ein kanningarfrágreiðing frá BioNTech, sum var útgivin sum svar uppá eina umbøn um alment innlit, vísir, at fyritøkan longu var farin í gongd við undankliniskar (djóra-) royndir hin 14. januar.

Hetta er longu undranarvert, tí at 14. januar í 2020 er einans var tvær vikur eftir fyrstu skráseting av kovid-19 tilburðum í Wuhan. Júst henda sama dagin segði WHO, at eingi ”greið prógv” vóru fyri, at fólk kundu smitta sínámillum. (Tweetið hjá WHO liggur her .) Hví í allari víðu verð skuldi BioNTech byrjað at arbeitt uppá kovid-19 koppsetingar, uttan at tað var ávíst, at fólk kundu smitta sínámillum? 

Um hetta mundið var Pfizer ikki partur av koppsetingarverkætlanini hjá BioNTech. Sum bókin ‘The Vaccine’ greðir frá, eydnaðist tað ikki lítlu týsku fyritøkuni, sum ongantíð hevði havt nakra vøru á marknaðinum, at fáa samstarv í lag við amerikonsku fleirtjóðafyritøkuna, fyrrenn tríggjar mánaðar seinni (s.156).

Vit vita, at BioNTech byrjaði undanklinisku royndirnar 14. januar. Men tað merkir sjálvandi, at farið var undir verkætlanina enn fyrr. Evnið, sum bleiv roynt, má vera framleitt fyrst. Í hesum føri merkir tað fyrst at framleiða mRNA’ið og síðani at formulera tað inn í lipidar nanobitlar.

Sum nevnt í míni seinastu grein, var hetta júst endamálið við kanningini: at vita, hvussu mRNA’ið hja BioNTech, formulerað inn í lipidir, sum kanadiska fyritøkan Acuita hevði framleitt, royndist. BioNTech var enn ikki ført fyri at framleiða mRNA sum kotaði fyri nøkrum parti av SARS-CoV-2 virusinum – fulla genomið var ikki útgivið fyrr enn dagin fyri – og brúkti ístaðin mRNA, sum kotaði fyri einum proxy antigeni (luciferase).

So hvussu langa tíð hevði tað tikið at gera frymilin tilreiðar at verða royndan? Tíbetur veitir bókin sum Sahin skrivaði saman við konu síni, Özlem Türeci, og journalistinum Joe Miller, viðkomandi kunning um tekniskar og logistiskar smálutir. At framleiða mRNA’ið – ein tilgongd sum inniber “tíggjutúsundtals stig” (s.182) – tekur fimm dagar (s. 170 og 171).

Fimm dagar leiðir okkum so aftur til 9. januar. Men mRNA’ið mátti tá verið hylkjað inn í lipidir og hetta inniber eitt ávísan logistiskan trupulleika: BioNTech kundi ikki sjálvt gera hetta á høvuðsstøðini í Mainz í Týsklandi enn.

BioNTech hevði sínar egnu lipidir, men hesar vóru ikki egnaðar til endamálið. Fyri at fáa mRNA’ið hylkjað inn í lipidirnar frá Acuitas, mátti mRNA’ið vera sent til ein eysturríkiskan undirveitara uttanfyri Wien, ið rópast Polymun.

mRNA’ið var flutt við bili – sambært Sahin og Türeci vardi henda ferðin við bili 8 tímar –, síðan formulerað inn í lipidirnar av Polymun, og so var frymilin koyrdur aftur til Mainz. Í bókini lýsa Sahin og Türeci, at eitt rað av mRNA, sum seinni skulda nýtast í djóraroyndum, var liðugt 2. mars, síðan sent til Polymun, og so sent aftur til Mainz, hylkjað inn í lipidir, 9. mars (s. 116 og 123).

Hetta leggur fimm dagar aftrat tíðarlinjuni, sum so leiðir okkum til 4. januar. Men tað ber so á, at BioNTech framdi ikki djóraroyndirnar. Eisini hesum tóku undirveitarar við royndarhentleikum sær av aðrastaðni. Í bókini ’The Vaccine’ siga Sahin og Türeci, at seinna undankliniska royndin byrjaði 11. mars, tveir dagar eftir at mRNA’ið, hylkjað í lipidum, kom til høldar.

Við at leggja tveir dagar afturat tíðarlinjuni, eru vit nú við 2. januar. Dagfestingin 2. januar í 2020 var ikki tvær vikur, men einans tveir dagar, eftir, at fyrstu tilburðirnir av kovid-19 vóru staðfestir í Wuhan tann 31. desembur í 2019.

Men áðrenn frymilin kundi fara í framleiðslu, er óneyðugt at siga, at hann fyrst mátti upphugsast og sniðgevast; og samband mátti fáast við Polymun og Acuitas, fyri at útvega neyðugu loyvini og at fáa samstarvið í lag. Alt hetta tekur tíð. 

Við øllum hesum slepst ikki uttanum, at koppsetingarverkætlanin hjá BioNTech í roynd og veru fór í gongd áðrenn nakar tilburður av kovid-19 var staðfestur! Eyðsýndi spurningurin er: Hvussu ber hetta til?

Greinin er endurgivin við loyvi frá Brownstone Institute eftir grein sum var givin út 30. januar 2023 við heitinum:

It Started Before the Outbreak: A BioNTech-“Pfizer” Vax Project Timeline

Høvundur

Robert Kogon er eitt dulnevni hjá einum búskapar-journalisti og týðara, sum ger kanningararbeiði og arbeiðir í Evropa og er útgivin víða um. Tað ber til at fylgja honum á Twitter her. Hann skrivar á edv1694.substack.com

(Týtt: J.P.)

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo

Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað er tí at vit vilja hava tíðindi frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning og virði.
Um tú eisini heldur tað, so kanst tú hjálpa okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta upphædd ella gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald