Uttanlands

BUMBA: Pfizer-stjóri fortelur í loyniligum upptøkum at fyritøkan “muterar Kovid við stýrdari evolutión” við vinningi fyri eygað

Skakandi upptøkur, sum eru gjørdar í loyndum, eru komnar fram, har ein av hægstu stjórunum í Pfizer viðgongur, at felagið arbeiðir við at ‘mutera Kovid við “stýrdari evolutión” fyri at felagið kann halda á at vinna pening frá koppingarevnum og at “kovid fer at verða ein peningalig mjólkikúgv fyri okkum.” Men “tað siga vit ikki við almenningin” … “Tað fer fólki ikki at dáma” … “Ikki siga tað við nakran”

2023-01-27 13:09 Author image
Jón Tyril

Síggj video her:


  • Jordon Trishton Walker, stjóri fyri gransking og menning, strategiskt virksemi - vísindaliga ráðlegging viðv. mRNA: “Eitt sum vit eru í gongd við at kanna nærri, er, hví taka vit ikki bara og mutera tað [KOVID] sjálv, soleiðis at vit kunnu skapa — fyribyrgjandi menna nýggj koppingarevni, skilir tú? So, tað mugu vit gera. Men um vit gera tað, so er vandi fyri at, tú veitst, sum tú kanst ímynda tær — eingin vil hava heiligvágsfeløgini at mutera f**king virusar.”
  • Jordon Trishton Walker: “Sig tað ikki við nakran. Lova mær, tú ikki sigur hetta víðari. Mátin sum vit høvdu gjørt tað [eksperimentið/royndina], hevði verið, at vit smitta apur við virusinum, og so syrgja vit fyri at tær áhaldandi smitta hvørja aðra, og so taka vit royndir av teimum.”
  • Jordon Trishton Walker: “Tú mást hava øgiliga gott tamarhald, fyri at tryggja tær, at virusurin [KOVID] sum tú muterar, ikki skapar okkurt, sum bara fer allastaðni. Sum er tað, eg rokni við hendi tá virusurin byrjaði í Wuhan, um eg skal vera erligur. Tað gevur onga meining, at hesin virusurin bara kemur burturúr ongum. Tað er nakað h**vitis tvætl.”
  • Jordon Trishton Walker: “Eftir hvat ið eg havi hoyrt, so eru tey [Pfizer vísindafólkini] í gongd við at optimera tað [KOVID mutatiónsgondgina], men tey gera tað spakuliga, tí øll eru sera varin —sjálvandi vilja tey ikki seta ov nógva ferð á. Eg haldi tey royna bara at gera tað sum eina granskingar roynd, tí tað er sjálvsagt, at tú vilt ikki skilta við, at tú roknar út, hvussu framtíðar mutatiónir fara at vera.”

Project Veritas gav eitt nýtt video út mikukvøldið, sum avdúkar ein stjóra í Pfizer, Jordon Trishton Walker, sum sigur, at felagið hjá honum roynir ein máta at “mutera” kovid við “stýrdari evolutión” til tess at forkeypa menningina av framtíðar koppingarevnum.

Walker sigur at skipað menning/evolutión (Directed Evolution) er øðrvísi enn sokallað ‘Gain-of-Function’ gransking, sum verður skilmarkað sum “ein mutatión, sum gevur einum proteini nýggjar ella styrktar virkismøguleikar.” Við øðrum orðum merkir tað, at ein virusur sum KOVID kann gerast sterkari, alt eftir hvør mutatión ella vísindalig broyting er framd við honum.

Pfizer-stjórin greiddi einum tíðindamanni frá Veritas frá ætlanunum hjá sínum felag við KOVID-koppingarevnum, samstundis sum hann viðurkendi, at fólki hevði ikki dámt hetta, um vitanin um hetta skuldu sloppið út til almenningin.

“Eitt sum vit eru í gongd við at kanna nærri, er, hví taka vit ikki bara og mutera tað [KOVID] sjálv, soleiðis at vit kunnu skapa -- fyribyrgjandi menna nýggj koppingarevni, skilir tú? So, tað mugu vit gera. Men um vit gera tað, so er vandi fyri at, tú veitst, sum tú kanst ímynda tær — eingin vil hava heiligvágsfeløgini at mutera f**king virusar,” segði Walker.

“Eftir hvat ið eg havi hoyrt, so eru tey [Pfizer vísindafólkini] í gongd við at optimera tað [KOVID mutatiónsgondgina], men tey gera tað spakuligt, tí øll eru sera varin —sjálvandi vilja tey ikki seta ov nógva ferð á. Eg haldi tey royna bara at gera tað sum eina granskingar-roynd, tí tað er sjálvsagt, at tú vilt ikki skilta við, at tú roknar út, hvussu framtíðar mutatiónir fara at vera,” segði hann.

“Sig tað ikki við nakran. Lova mær, tú ikki sigur hetta víðari. Mátin sum høvdu gjørt tað [eksperimentið/royndina], hevði verið, at vit smitta apur við virusinum, og so syrgja vit fyri, at tær áhaldandi smitta hvørja aðra, og so taka vit royndir av teimum.”

Walker samanbar hesa núverandi verkætlanina hjá Pfizer við tað sum kann vera hent á virusstarvsstovuni í Wuhan, Wuhan Institute of Virology, í Kina.

“Tú mást hava øgiliga gott tamarhald fyri at tryggja tær, at virusurin [KOVID] sum tú muterar ikki skapar okkurt, sum bara fer allastaðni. Sum er tað, eg rokni við hendi tá virusurin byrjaði í Wuhan, um eg skal vera erligur. Tað gevur onga meining, at hesin virusurin bara kemur burturúr ongum. Tað er nakað h**vitis tvætl,” segði hann.

“Mann eigur ikki at gera Gain-of-Function gransking við virusum. Vanliga ikki. Vit kunnu gera hesar útvaldu struktur muteringarnar fyri at fáa teir sterkari. Tað er gransking í gongd, sum hyggur upp á tað. Eg veit ikki hvussu tað fer at ganga. Vit skulu helst ikki fáa fleiri útbrot, tí Jesus Kristus,” segði hann.

Walker greiddi eisini Veritas tíðindafólkinum frá, at KOVID hevur munað væl í góðu forrætningsgongdini hjá Pfizer í seinastuni:

Walker: Tað sum tey [Pfizer vísindafólk] lutvíst vilja gera, er í ein vissan mun, royna at finna útav, tú veitst, tað eru øll hesi nýggju brigdini og variantarnir, sum taka seg upp. So, tað er sum at royna at fanga tey áðrenn tey taka seg upp, og vit kunnu menna eitt koppingarevni fyribyrjgandi, sum, fyri nýggj brigdi. So tað er tað, sum tey akkurátsum, gera á skipaðan hátt á eini starvsstovu, har tey siga, at hetta er ein nýggj  epitopa, og so, um hon seinni breiðist út millum almenningin, so hava vit longu eitt virkandi koppingarevni.

Veritas journalisturin: Oh my God. Hatta er perfekt. Er hatta ikki bara ta besta business modellið alíkavæl? Bara at stýra náttúruni, áðrenn tað náttúrliga hendir av sær sjálvum? Ikki so?

Walker: Jææ. Um tað riggar.

Veritas journalisturin: Hvat meinar tú, um tað riggar?

Walker: Tí at summar tíðir eru tað mutatiónir, sum stinga seg upp, sum vit ikki eru fyrireikað til. Sum t.d. við Delta og Omikron. Og sovorðnum ymiskum. Hvør veit? Líka mikið, tað fer at vera ein penga-mjólkikúgv. KOVID fer at vera ein penga-mjólkikúgv fyri okkum í eina tíð framyvir. Tað er líkasum sjálvsagt.

Veritas journalisturin: Well, eg haldi alt hatta við at granska virusar og mutera teir, tú veitst, hevði verið tann ultimativa penga-mjólkikúgvin.

Walker: Jæ, tað hevði verið perfekt.

Walker helt fram við at greiða frá, hvussu stóru medisinfeløgini (Big Pharma) og embætisfólk hjá myndugleikunum, so sum tey í matvøru og heiligvágseftirlitinum, Food & Drug Administration [FDA], hava samanfallandi áhugamál, og hvussu hesi tæna áhugamálunum hjá amerikanska fólkinum:

Walker: [Stóru medisinfeløgini / Big Pharma] eru ein sveighurð (revolving door) fyri øll embætisfólkini.

Veritas journalisturin: Vauv.

Walker: Men hetta er so í øllum ídnaðum. So, í heiligvágsídnaðinum, øll tey fólkini, sum kanna okkara heiligvágir — við tíðini koma tey flestu av teimum at arbeiða fyri heilivágsframleiðararnar. Og í herinum, verjuembætisfólk hjá stjórnini koma við tíðini at arbeiða fyri verjuídnáðin aftaná.

Veritas journalisturin: Hvussu hevur tú tað við hasi sveighurðini?

Walker: Hon er rættiliga góð fyri ídnaðin, um eg skal vera erligur. Men hon er ring fyri øll onnur í Amerika.

Veritas journalisturin: Hví er hon ring fyri øll onnur?

Walker: Tí at tá ið eftirlitisfólkið, sum kannar okkara heiligvág, veit, at so skjótt sum tað er liðugt at at vera eftirlitismyndugleiki, skal arbeiða fyri framleiðaran, so fara tey ikki at vera so hørð ímóti tí felagnum, sum fer at geva teimum arbeiði.


Hvør er Jordon Trishton Walker?

James O’Keefe frá Project Veritas váttar á Twitter, at hava fingið hendur á innanhýsis skjølum hjá Pfizer, sum vátta, at Jordan Trishton Walker er lækniútbúgvin frá medisinska skúlanum við fróðskaparsetrið í útsynnings Texas (University of Texas Southwestern medical school) og at hann er stjóri í Pfizer fyri gransking & menning strategiskt virksemi (Pfizer Director, Research & Development Strategic Operations).

Tann sum er omanfyri hann, vísir til Mikael Dolsten, sum aftur vísir til Albert Bourla, ovasta stjóra í Pfizer.

We’ve obtained internal Pfizer docs verifying Jordan Walker as Pfizer Director, Research & Development Strategic Operations Graduated Yale 2013 Doctor Med at U of Texas Southwestern medical school. His supervisor reports to Mikael Dolsten who reports to Albert Bourla, CEO

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Um Project Veritas

James O'Keefe stovnaði í 2010 Project Veritasas sum eitt non-profit tíðindafelag til at halda á við hansara loyni-blaðmannavirksemi. Í dag kannar og avdúkar Project Veritas korruptión, fals, sjálvstænastu, oyðsl, svik og annan óreiðiligan atburð bæði millum almennar og privatar stovnar og fyritøkur við tí endamáli at náa einum meira etiskum og gjøgnumskygdum samfelag, og at taka lut í sakarmálum fyri at: verja og víðka mannarættindi og sivilrættindi, sum lógin tryggjar, ítøkiliga rættindi tengd at fyrsta ískoytinum til amerikanska forfatningin, herundir at virka fyri frælsum og fríum umbýti av hugsanum í einum digitalum heimi; at stríðast ímóti og vinna á sensuri av eini hvørjari hugmyndafrøði; virka fyri sannførum tíðindaflutningi; og verja viðurskifti tengd talufrælsi og samkomufrælsi, herundir rætturin at vera ónevndur/anonymur. O'Keefe er stjóri og nevndarformaður soleiðis at hann kann halda á at leiða og upplæra sínar tíðindastarvsfelagar, eins væl og verja og nøra um Project Veritas mentanina.

Project Veritas skrásett sum ein 501(c)3 organisatión. Project Veritas mælir ikki til ávísar loysnir upp á tey mál, sum verða lýst í tess kanningum.

Kelda: Project Veritas og Twitter

Síðani søgan kom út hevur Jordan T. Walker slettað sín LinkedIN vanga og slóðin eftir hann hvørvir skjótt. Ein sum bar seg skjótt at við at kanna nærri um mannin, er Brian O’Shea, hann skrivar á Substack: Who is "Jordon Trishton Walker"?

Vit hava fyri ikki so langari tíð síðani havt eina søgu um aðra gain-of-function gransking í USA: Vísindafólk í USA hava skapt nýtt lívshættisligari kovidfrábrigdi

Eitt toymi av vísindafólkum við Boston University hava framleitt eitt nýtt brigdi av kovid19, sum drap 80% av mýsnum, ið vóru smittaðar við nýggja variantinum á starvsstovuni. Roger Marshall, lækni og senatorur, segði granskingin er “lívhættislig ‘gain of function’ virusgransking,” sum “hevur potentialið at taka fleiri mannalív enn nøkur einstøk kjarnorkubumba.”

Og vit høvdu eisini herfyri hesa søguna um umstrídda virusgransking:

Peter Daszak og hansara EcoHealth Alliance fáa meira pengar til at granska krúnukrím frá flogmúsum

NIAID, við Anthony Fauci á odda, hevur játtað meira pengar til umstrídda EcoHealth Alliance, sum m.a. fæst við gransking, har koronuvirusar vera snikkaðir til genetiskt, soleiðis at teir gerast meira vandamiklir fyri fólk.


***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst eisini gera tín part fyri at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald