Her er ein úrdráttur úr bókini ‘Blindsight is 2020’, útgivin á Brownstone Institue.
(Men fyrst ein málslig viðmerking: Greinin nevnir hugtakið, sum Desmet er vorðin kendur fyri, ið á enskum rópast “mass formation", sum øgiliga stutt sagt, er tá ið ein fjøld av fólki hópar seg saman í ein bólk, sum ávirkar hvønn annan á ein serstakan hátt við nøkrum ávísum sálarfrøðiligum eyðkennum. Í greinini verður hetta fyribrigdi týtt til “hópfylking" á føroyskum. Hóp- sum í ‘mass’ og -fylking sum í ‘formation’. JT, ritsj.)
Desmet, professari í kliniskari sálafrøði við lærda háskúlan í Gent í Belgia, fekk ikki slept kensluni av, at eitt sinnisligt órógv var í ferð við at spjaða seg út um alla verðina og fekk fólk at skikka sær merkiliga: tey vóru illgrunasom, fíggindalig, sjálvrættvís og við sera lítlum vanligum viti og skili.
Carl Jung, sum hevði avgerandi ávirkan á Desmet, hevði allarhelst verið samdur við hugsanini hjá hesum lærusveini sínum. Eftir metingini hjá Jung "er tað ikki fátækradømi, ikki jarðskjálvti, ikki mikrobur ella krabbamein, men menniskjað sjálvt, sum er stórsti vandin fyri menniskju, av teirri einføldu orsøk, at tað finst eingin hóskandi verja ímóti sinnisligum farsóttum, sum elva til óendaliga størri skaðar enn náttúruvanlukkur."
Nei, steðga nú, sigur tú kanska. Koronavirusið var ein fúlur umgangur, sum kravdi, at vit framdu eitt sterkt felags átak. Fólk og landastjórnir bóru seg eftir umstøðunum skynsamliga at. Men Desmet helt ikki, at tað var serliga skynsamligt við einum kunda, sum stóð og skrálaði eftir einum øðrum kunda, tí hesin kundin lirkaði maskuna niður fyri at skriða sær um andlitið. Ella at fólk ringdu til eina smettulinju, tí tey høvdu sæð onkran fáa sær ein kaffimunn niðri á strondini. Ella at nokta fólki at kína eini mammu ella einum pápa, sum lá fyri deyðanum.
Kjarnin í tí, sum Desmet segði, var: "Hetta virusið er ein fúlur umgangur og øll verðin er blivin ør." Hann eins og onnur, sum vóru atfinningarsom viðvíkjandi niðurlæsingunum, kom uppaftur og uppaftur fram til tað sama: Tað ber væl til at hava eina veruliga hóttan og eina ósamsvarandi reaktión í senn. Hvørki teirra útihýsir hinum. Sum tað gamla hittinorðið sigur, er tað møguligt at vera paranoid/ur og samstundis at verða jagstraður.
At Desmet var útbúgvin bæði sum sálarfrøðingur og hagfrøðingur, gjørdi at hann hevði ein vinkul á heimsfarsóttina, sum fá onnur høvdu. Hagfrøðingurin í honum fór at síggja ávaringarlampurnar lýsa í mai 2020, tá ið nýggj kanningarúrslit bendu á, at tær fyrstu forsagnirnar høvdu yvirmett talið á teim, sum fóru at doyggja av virusinum. Samstundis vóru heimsfevnandi felagsskapir sum Sameindu Tjóðir farnir at rópa varskó, tí skaðarnir, sum niðurlæsingarnar høvdu við sær í menningarlondunum, um stígur kom í búskapin, kundu føra við sær, at milliónir av fólkum liðu hungursneyð og hungursdeyða. Men heldur enn at laga mannagongdirnar eftir hesi nýggju vitan, vórðu bæði landastjórnir og fólk tvífalt eldhugað: Haldið tykkum við hús, haldið frástøðu. Verið ósjálvsøkin. Fleiri niðurlæsingar, takk.
Tá var tað, Desmet "skifti sjónarhorn frá hagfrøðingi til sálarfrøðing…Eg royndi at skilja, hvørjar sálarligar tilgongdir vóru farnar í gongd millum fólk. Tann brennandi spurningurin var: Hví krøkti øll verðin seg so fasta í eina frásøgn, sum ikki longur passaði saman við veruleikanum? Hansara Heureka-uppliving kom í august 2020: "Hetta var ein tilgongd við hópfylking í stórum málistokki". Av tí at hann hevði hildið fyrilestrar um hetta fyribrigdi í áravís, var hann "bilsin av, at tað tók mær so langa tíð", áðrenn tíggjuoyrað fall.
Desmet fór í holt við at greiða fólki frá hugtakinum hópfylking (mass formation) í eini samrøðu fyri og aðrari eftir. (Onkustaðni á leiðini løgdu áhoyrararnir orðið "psykosa" afturat frøðiheitinum, men sjálvur hevur Desmet hildið seg til upprunaliga heitið.) Í september 2021 hevði hann eina samrøðu við bretska poddvarparan Dan Astin-Gregory; meira enn ein millión fólk sóu sendingina, hon varð lutað tíggju túsund ferðir, og aðrir ávirkarar á netinum fóru at breiða hesa vitan víðari og gjørdu hana atkomiliga. Og so kom ein uppaftur størri løta: nýggjársaftan í 2021 var amerikanski læknin og vaksinufrøðingurin Robert Malone við í The Joe Rogan Experience poddvarpinum, har hann bar upp á mál evnið hópfylking. Alt í einum tosaðu øll um Desmet og hansara hugsanarstøði.
Men hvat er tað, ið talan er um? Desmet greiðir frá, at hópfylking merkir, at ein hópur ella fjøld av fólki tekur seg upp í samfelagnum, sum ávirkar fólk á ein serstakan hátt. "Tá ið ein hópfylking fær fastatøkur á einum einstaklingi, gerst hesin einstaklingur grundleggjandi blindur mótvegis øllum tí, sum mótsigur tí frásøgn, ið hópurin trýr uppá." Heldur henda hypnotiska støða fram, fara tey "at royna at oyðileggja hvønn einasta ein, sum ikki fylgir teimum, og tað vanliga er, at tey gera hetta, sum um tað var ein etisk skylda."
Sambært Desmet mugu fýra ymiskar fortreytir vera til staðar, til tess at ein hópfylking tekur seg upp: Tvørrandi sosial sambond, (tað, sum politiski filosoffurin Hannah Arendt kallar "sosial atomisering"). At mong ikki síggja meining í lívinum. Nógvur "frítt-flótandi" ótti millum fólk (her meinast við ótta, sum ikki knýtir seg til nakað ávíst, afturímóti tí ótta, sum kemur á teg, tá ið tú sært ein tikara koma ímóti tær) og ein undirstreymur av samfelagsligari øði, sum fólk ikki sleppa av við.
Sum kliniskur sálarfrøðingur legði Desmet serliga væl til merkis tann almenna ótryggleikan, sum valdaði áðrenn heimsfarsóttina. Hetta var týðiligt, "tí tað var ein javnur vøkstur í talinum av fólki, sum fingu depressión og angist og í talinum av sjálvmorðum, og tí ógvusliga vøkstrinum í fráveru, sum stavaði frá sálarligari líðing og ómegdarkenslu." Í árinum undan kovid "merkti tú, hvussu ótryggleikin vaks eksponentielt."
Tann síðsti slóðarin fyri hópfylking er eitt narrativ – ein frásøgn – helst av mytiskum slag við hetjum og bølmennum. Í 2021 gav William Bernstein út bókina The Delusions of Crowds, sum er søgan um búskaparligan og religiøsan ørskap tey síðstu fimm hundrað árini. Hann viðmerkir, "hvussu ein hugfangandi frásøgn kann virka sum eitt smittandi patogen, sum kvikliga spjaðir seg millum fólk" á sama hátt sum eitt virus. Sum frásøgnin ferðast millum manna og millum lond, vindur hon seg upp til "eina ónda ringrás, sum vit onga neyðbremsu hava til." Tað ger tað sama, hvussu misvísandi frásøgnin er, "fangar hon væl í huganum, vinnur hon næstan altíð á veruleikanum," tí mannaheilin fær ikki staðið ímóti eini góðari lygisøgu. Sum Bernstein sigur: "vit eru eftirapararnir, sum siga frá søgum." (en: “we are the apes who tell stories." á enskum hevur setningurin tvítýdning tí ape kann bæði vera apa og ein, ið apar eftir øðrum. - ritsj.)
Kovid-frásøgnin hevði alt, sum skuldi til, fyri at seta hópfylking í gongd: eina deyðiliga pest, ein "mannaættarinnar fígginda" (orðalagið er lænt frá aðalskrivaranum í WHO, Tedros Ghebrevesus), eina ákalling um at fylkjast og berja fíggindan niður. Ein møguleika at gerast hetja. Hesin serligi boðskapurin í byrjanini av farsóttini, at øll skuldu apa eftir hvørjum øðrum, og sum segði teimum einsligu, at nú kundu tey umsíður gerast hetjur, bara tey sótu heima í sofuni, ótu kips og koplaðu úr; rakti beint í hesar viðbreknu kenslur.
Frásøgnin gav eisini fólki ein miðdepil fyri sínum ótta, eitt stað at beina óttan, ein ítøkiligan (um enn ósjónligan) fígginda. Brádliga innskrivað í ein heimsumfatandi her, sluppu tey at merkja tað, sum Desmet kallar "ein sinnisligur rúsur av at hoyra til." Endamál, meining, sosial sambond, alt hetta var nú at fáa hjá teim misnøgdu. Vísindafólkini, ið søgdu almenninginum søguna, fingu "eina ovurmikla sosiala makt" í samsýning afturfyri. Ei dáni í, at frásøgnin fekk slíkar fastatøkur á bæði serfrøðingum og vanligum borgarum. Men her er ein meinbogi: Tey sosialu bondini, sum verða fostrað av hópfylkingini, eru ikki millum einstaklingar, men millum hvønn person sær og ein abstraktan felagsskap. "Tað er avgerandi," sigur Desmet. "Allir einstaklingar binda seg hvør sær til felagsskapin."
Hetta leiðir okkum til hugtakið trongskygt ósjálvsøkni (parochial altruism), sum er kensluliga væl viðgjørt í einum essay hjá Lucio Saverio-Eastman. Tað verður skilmarkað sum "at einstaklingar offra seg til frama fyri inn-bólkin og til skaða fyri ein út-bólk," og hetta slagið av ósjálvsøkni undirgrevur samstarv millum bólkar og leiðir til sjúkligt (heldur enn væl umhugsað) lýdni – neyvan eitt hóskiligt grundarlag undir eini veruliga umsorganarfullari altjóða farsóttar-handfaring. Í staðin fyri at hugsa sjálv og taka sínar egnu avgerðir, brúka fólk tíð og kreftir uppá alt tað, sum onnur gera, tað sum Saverio-Eastman lýsir sum "eina avbending av persónligari ábyrgd yvir á tann felags inn-bólkin ella út-bólkin."
Hesin hugsunarháttur fær okkum at skilja, hví - sama hvussu nógv varð tosað um samhaldsfesti tær fyrstu vikurnar í kreppuni - fólk skundisliga rýmdu undan einum ferðafólki, ið ikki var í masku, sum kom og spurdi um veg. Tá ið onkur datt á gongubreytini, noktaðu onnur gongufólk at bróta regluna um seks-fóta frástøðu fyri at koma til hjálpar. Fólk lótu foreldrini doyggja í einsemi fyri at "verja tey gomlu".
Tá ið fólk knýta seg til eina abstraktión ("okkara felags besta"), heldur enn til onnur menniskju, missa tey sína moralsku kumpas.Tí er tað, at hópfylkingar niðurbróta menniskjansskapin hjá fólki og fær tey "at melda onnur til myndugleikarnar - enntá fólk, sum tey fyrr hava elskað - í samhaldsfesti við felagsskapin."
Áh ja, smettisøgurnar. Longu í apríl 2020 tiptu "halt-frástøðu-smettarar" í Kanada 911-neyðlinjurnar við hundraðtals uppkallum, harav 300 klagur í ein dag um fólk, sum sótu í parkum. Spurd um at smetta, søgdu fýra av tíggju kanadiarum, at teir ætlaðu at melda øll, sum lítilsvirdu kovidreglurnar. Tá ið ein strálandi várdagur fekk nakrar reglubrótarar í Montreal út í ljósið, setti løgreglan upp eina kovid-heimasíðu, sum gjørdi tað so mikið lættari at melda fólk.
Vanliga spottaðu fólk atburðin hjá trongskygdum embætismonnum, sum ikki høvdu nakra ávirkan á nakað her í lívinum, men tær fyrstu vikurnar í heimsfarsóttini bleiv smetting eitt eyðkenni fyri gott samfelagssinni. Sum sálarfrøðingurin Geneviéve Beaulieu-Pelletier sigur, "tað gevur fólki eina kenslu av, at tey hava betri tamarhald á støðuni. Tað er ein máti at stýra óttanum."
Summi halda kanska uppá, at smettarí tænir einum einskilað góðum endamáli í eini farsótt, men at eggja fólki til at leggja eftir hvør øðrum fer neyvan at birta uppundir samhaldsfesti. Tvørturímóti fær tað sosialu bondini, sum Desmet heldur vera avgerandi fyri okkara menniskjansskap, at vikna. Og tá ið smettingin hevur fingið fríar teymar, kann tað lættliga fara yvir gevind.
Ikki bara melda fólk grannarnar fyri at halda larmandi føðingardagsgildi, men eisini fyri at fáa sær ein kop av kaffi á einum beinki í parkini saman við einum vinfólki ella enntá fyri at fara ein túr á eini manntómari strond. Tá ið tað er komið so langt, gera fólk tað ikki, tí tað er ein góð borgaraskylda, men av berari trongd til at hava tamarhald; hetta heldir Desmet vera bæði drívverkið og avleiðingina av hópfylking. Tá ið fólk eru fjøtrað av hópfylking, sóknast tey eftir uniformiteti, einsháttan, og hvør seymur, sum stingur upp, verður negldur inn.
Sambært Desmet kunnu ótálmaðar hópfylkingar lættliga glíða yvir í einræði (totaliterianismu), nakað, ið hann kannar í bókini The Psychology of Totalitarianism. Bara fáa vikur eftir, at bókin var útkomin, gjørdist hon metsølubók nr.1 á Amazon í bólkinum privatlív & eftirlit. (Viðmerking til høvundar, ið vilja vinna sær pening: royn og slepp við í poddvarpið hjá Joe Rogan). Í bókini greiðir Desmet frá, at øll einræðisstýri byrja við einum tíðarskeiði við hópfylking. Inn í henda ampafulla og viðbrekna hóp trínur ein einræðisstjórn, og voilà, so klikkir einræðisstaturin upp á pláss. “Spírandi harðræði halda seg vanliga til eitt “vísindaligt" orðaskifti," sigur hann."Teimum líkar stak væl tøl og hagtøl, og hetta úrskeplast skjótt og verður til reina propaganda." Tey, sum byggja tað nýggja einræði upp, ganga ikki runt og rópa: “Eg eri óndur." Ofta halda tey, til tann vanlukkuliga enda, at tey gera tað rætta.
Summi fólk gerast rættiliga hveppin, tá ið lagt verður upp til, at kovid-reglurnar á nakran hátt skuldu mint um eitt einræðisveldi. Rætt skal vera rætt, Desmet hevur ongantíð hildið uppá, at vit eru komin har til. Hann heldur bara fast við, at kovid skapti tær røttu umstøðurnar til, at einræði kundi koma sníkjandi: ein ekkafullur almenningur, eitt neyðarróp eftir sterkum stjórnartiltøkum, og tann algildi politiski vanin við at halda fast um maktina, tá ið tú fyrst hevur fingið valdið. Europeiski felagsskapurin IDEA, sum telur 34 limalond, er samdur í, at fólkaræðið hevur verið fyri ósigri síðani kovid, “har lond fremja ódemokratiskar og óneyðugar atgerðir fyri at byrgja fyri koronavirus farsóttini."
Lukkutíð komu mótvirkandi kreftir upp í leikin í triðja pandemi-árinum og fingu skumpað flestøll burtur frá viðgongda kovid-hugburðinum. Kortini mælir Desmet til, at vit vera verðandi á varðhaldi. Eitt nýtt, lúnskt frábrigdi kundi sent okkum í beinari kós aftur til byrjanina: bangin, ill, ikki før fyri at hugsa við skili, meðan vit uppaftur bøna um at verða læst niður.
Meira enn 40 milliónir fólk lurtaðu eftir samrøðuni, sum Joe Rogan hevði við Robert Malone, tá ið hann gjørdi orðið hópfylking (mass formation) vanligt í hvørjum húsarhaldi. Mótátakið í fjølmiðlunum var skjótt og náðileyst – og um eg so má siga - ritstjórnarliga sløsut. Ein tekstur í Medpage Today, skrivaður 12 dagar aftaná samrøðuna, sigur eitt sindur um tað lága støðið: "Malone sigur, at tá ið vit koma við fráboðanum, sum skulu eggja fólki til at lata seg vaksinera móti kovid-19, millum aðrar vísindaliga góðkendar farsóttarfráboðanir, so er tað ein roynd at hypnotisera bólkar av fólkum til at fylgja hesum boðum ímóti sínum vilja."
Eitt einfalt faktatjekk punkterar hesa útlegging. Troy Nehls, kongresslimur úr Texas, helt tað vera hóskandi at hava útskriftina av samrøðuni í síni fullu longd á heimasíðu síni, og tað, sum Malone fortaldi Rogan um hópfylkingar, er at lesa á síðu 38. Til dømis: "Tá ið tú hevur eitt samfelag, har fólk ikki hava nógv sínámillum sambond og hevur frítt-flótandi ótta…og so verður uppmerksemið savnað um ein persón ella eina røð av hendingum á einum avmarkaðum øki, júst sum hypnosa, verða tey bókstavliga hypnotiserað og kunnu verða leidd hvar sum helst…Hetta er kjarnin í hópfylkingar-psykosum, og hetta er tað, sum er hent." Nakrir fáir setningar eru afturat, sum í høvuðsheitum líkjast hesum, og so er hann liðugur. Frammanundan tosar hann um manglandi gjøgnumskygni í vaksinukunningini, men ikki eina einastu ferð knýtir hann vaksinu-átakið til hópfylking ella bólkahypnosu. Eg las alla útskriftina – tvær ferðir – fyri at vera púra vís í hesum.
Onnur fróðarfólk forfjónaðu sjálvt hugtakið um hópfylkingar, kallaðu tað vísindaliga haldleyst og óprógvað. Ein fakta-tjekkara-grein í Reuters bar tey tíðindi, at hetta heiti ikki er til í orðabókini hjá American Psychology Association, og at tað, sambært nógvum sálarføðingum, ikki hevur fakligt sanngildi.
Tað er eitt falskt uppáhald. Tá ið samanum kemur, er hópfylking bara eitt annað orð fyri góða, gamla floks-sálarfrøði. Vit hava kanska onga mátiútgerð, sum vit kunnu máta hetta við, men vit hava viðurkent hetta fyribrigdi í øldir. Vísindamenn sum Freud, Jung og Gustave Le Bon hava allir lýst hetta fyribrigdi. Bæði bókin The Delusion of Crowds og íblásturin til hana, sum kom frá Memoirs of Extraordinarily Popular Delusions and the Madness of Crowds, skrivað í 19. øld, viðgera hetta. Í bókini Crowds and Power, skrivað í 1960, vísir Nobel-virðislønartakarin Elias Canetti á, at ótti fær fólk at glíða inn í floksmentalitet. Óttin fyri virusinum gjørdi júst tað og fekk fólk at skúgva sín grundleggjandi menniskjansskap og vanliga skynsemi til viks.
Minnast tit mammuna, sum legði 13 ára gamla son sín í viðførisrúmið í bilinum? Drongurin var testaður positivur, og hon fór við honum til eina eyka kanning. Til at veja seg sjálva ímóti at koma í samband við virusin, fekk hon hann at liggja í viðførisrúminum, meðan hon koyrdi hann til kanningarstaðið. "Tað, sum hon gjørdi, er ímóti øllum móðurligum instinktum, vit hava," sigur poddvarparin Trish Wood í eini samrøðu við Desmet aftaná Rogan-samrøðuna. "At ein mamma setur sín egna ótta…framum vælveru barnsins og umsorganina fyri tí…eg meini, álvaratos?"
Ella hvat halda tit um hetta? Sjúkrabilsmanningin vildi ikki loyva einum 19 ára gomlum manni, sum hevði meningitis sjúkueyðkenni, inn á sjúkrahúsið, fyrr enn hann testaði negativur fyri kovid. Starsfólkið var "so sjúkliga heft at kovid-frásøgnini," fyri at brúka orðingina hjá Wood, at tey tóku eingi atlit til týðiligu og hættisligu sjúkueyðkennini. Tá ið foreldrini komu við honum fyri aðru ferð, var hann so slekkur, at tey máttu bera hann út í bilin. Starvsfólkið noktaði at leggja hann inn, og tann ungi maðurin doyði.
Kann nakar lesa slíkar søgur og ikki koma til ta niðurstøðu, at hesi, ið sóu seg sjálv sum vaktarfólk, ið máttu verja móti virusinum, vóru gandað?
Tá ið fólk verða gandbundin av hópfylking, gerast tey út av lagi trongskygd mótvegis øðrvísi hugsandi, sigur Desmet við fleiri ymisk høvi. Tað er vist, at tey verða ikki glað, tá ið onkur rekur fram undir, at fylkingin hevur sópað tey við sær, og av tí at tey eru so mong í tali, fáa tey styrki til at skumpa slíkar tankar burtur úr tilvitskuni. Av tí sama eggjar Desmet teim, ið ikki eru samd við ráðandi frásøgnini – tað er eftir hansara meting um 10 til 30 prosent av borgarunum – at siga, sum er. "Tess færri ósamdar røddir hoyrast millum fólk, tess sterkari verður tilgongdin til hópfylking."
Tað tolir at verða endurtikið: Desmet hevur ongantíð noktað fyri, at virusið er ein lívfrøðiligur veruleiki, ella at tað er ein hóttan móti heilsuni hjá almenninginum. Hann leggur heldur ikki fólk, sum reageraðu ógvusliga uppá tað, undir at hava ónt í huga. Hann eygleiðir rætt og slætt, hvussu kreftirnar í hóp-sálarfrøði virka. Tað er einki undrunarvert í hesum: Tá ið tú blandar eitt virus við eina klótu, fulla av bangnum fólkum, hvussu skuldi hóp-sálarfrøði tá ikki gjørt seg galdandi?
Í roynd og veru hava fleiri aðrir akademikarar fingist við hóp-fylkingar hugsanarstøðið hjá Desmet, men hava brúkt eitt sindur øðrvísi fakorð fyri tað. Í eini blaðgrein frá 2021 er ein bólkur við trimum akademikarum komin til ta niðurstøðu, at "kollektivt vitloysi hevur kanska gjørt sítt til, at tað hava verið gjørd politisk mistøk undir kovid-19 farsóttini." Í tí psykoterapeutiska umhvørvinum hevur Desmet fingið ein trúgvan viðhaldsmann í Mark MacDonald, barna- og ungdómssálarlækna í Los Angeles.
MacDonald sporar útbrotið av sálarligum heilsutrupulleikum, sum hansara sjúklingar líða undir í eftir-korona-tíðini – strongdin, angistin, depressiónirnar, bundnið og harðskapurin í heimunum – aftur til allan tann ótta, sum myndugleikarnir birtu upp undir, og fjølmiðlarnir styrktu. Eins og Desmet heldur hann fast við, at fólk góvust at hugsa við skili, tá ið kovid kom, og at tann " hóp-villingar-psykosan", sum fekk fastatøkur á fólki, hevur gjørt størri skaða enn virusið sjálvt.
Sama, hvussu vit kalla hetta fyribrigdi – hópfylkingar, flokksálarfrøði ella sosial smitta – sigur Desmet, at vit kunnu viga upp ímóti tí við at fylgja ævigum leiðreglum fyri menniskjansskap. Eins og Jung heitir hann á okkum, um at lyfta okkum upp um eina rationella og mekanistiska heimsáskoðan – at menna ein "ljómandi kunnskap" (resonant knowing), sum vekir sanna innlivan og sannan skyldskap millum fólk.
__
Hendan greinin er endurgivin við loyvi frá Brownstone Institute har hon var givin út hin 04 februar 2023 undir heitinum: The Madness of Crowds
Høvundin Gabrielle Bauer fæst við at skriva bøkur, greinar og kliniskt tilfar til starvsfólk í heilsuverkinum. Hon hevur fingið seks tjóðarheiðurslønir fyri journalistiskt arbeiði viðvíkjandi heilsu. Umframt nýggju bókina Blindsight is 2020, hevur hon skrivað tvær bøkur – Tokyo, my Everest, sum var samvinnari av The Canada-Japan Book Prize, og Waltzing the Tango, sum var finalistur í The Edna Staebler creative nonfiction award – hon arbeiðir í løtuni við tveimum bókum afturat.
(S.S. týddi)
Les brot úr 'Blindsight is 2020' her
Keyp bókina ‘Blindsight is 2020 her
Les eisini greinina vit høvdu um bókina herfyri: Blindsjón er 2020
Síggj samrøðu millum høvundan, Gabrielle Bauer og útgevaran Jeffrey Tucker her
Samrøða við Mattias Desmet á The Highwire:
Samrøða við Mattias Desmet á Tucker Carlson:
Stutt samrøða við Mattias Desmet á GB News:
***
Meðan vit hava teg her.
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo
Sum tú sært, hava vit ikki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Tað kemst av tí, at vit gjarna vilja hava tilfar frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Ístaðin livir Hinvegin av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at okkara arbeiði hevur týdning og er vert at stuðla.
Um tú eisini heldur tað, so høvdu vit verið sera takksom, um tú vildi hjálpt okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við at gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald