Granskarar frá fróðskaparsetrinum í Lund í Svøríki sameindu koppingarevni við kyknum av mannalivur á eini starvstovu, og komu fram til, at messenger RNA frá kovid19-koppingarevninum hjá Pfizer kann treingja inn í livrakyknurnar og konverterast til DNA innanfyri eitt tíðarbil á 6 tímar.
Hetta er í andsøgn til tað, sum myndugleikar áður hava sagt. CDC sigur á síni heimasíðu at “Kovid19-koppingarevni hvørki broytir ella ávirkar DNA á nakran hátt”. Pfizer hevur sagt nakað líknandi: “Okkara kovid19-koppseting broytir ikki DNA-sekvensin í eini mannakyknu.”
Svenska granskingin er fyrsta dømi um, at granskarar kunnu vísa, hvussu mRNA koppingarevni kann umskapast til DNA. Meira gransking skal til fyri at staðfesta, um transkriberaða DNA-ið integrerast inn í menniskjaliga genomið, og hvørjar avleiðingarnar í so fall kunnu verða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald