Uttanlands

Sveits umhugsar at revsa tey, sum hita rúmini til meira enn 19C, við fongsli í upp til 3 ár

Í Sveits er uppskot frammi um at fongsla fólk, sum hava bústaðin ov heitan. Ella at geva teimum bót upp til 3000 sveisarafrankar (22.886 kr). Harumframt skal ikki vera loyvt at hita vatnið meira enn upp á 60C, eins og stráluhitaskipanir (hitalampur o.tl.) skulu bannast, og saunur og svimjihyljar skulu haldast køld.

2022-09-09 01:56 Author image
Jón Tyril

Daily Mail skrivar, at í Sveits er uppskot frammi um at seta tey í fongsul, sum hita rúm hjá sær upp á meira enn 19 stig celsius, tá ið landið er í lýstari orkuneyðstøðu. Ein annar møguleiki er eisini at geva teimum bøtur, ið bróta hesar nýggju lógirnar, sum eru í uppskoti.

Í samrøðu við Blick, sigur Markus Sporndli, sum er talsmaður fyri fíggjarmálaráðið hjá samveldisstjórnini, at dagsbøtur kundu byrjað við 30 sveisarafrankar (223 kr).

Hann legði afturat, at størstu bøturnar kundu verið upp til 3.000 frankar, tað er áleið 22.886 kr.

Hann segði, at fyritøkur, ið við vilja brúka meira gass, enn teimum er tilskilað, kunnu verða revsaðar.

Harumframt er møguligt, at bann verður sett fyri at hita bygningar, ið eru hitaðir við gassi, meira enn upp á 19 stig C, og vatnið upp á 60 stig C.

Blick skrivar eisini, at stráluhitarar (hitalampur og líknandi, en.: ‘radiant heaters’) vera bannaðir, eins og saunur og svimjihyljar skulu vera verandi køld.

Tiltøkini eru nevnd í einum uppskotið um eina samveldislóg.

Summi hava funnist at uppskotinum, at tað fer at elva til avbjóðingar og ósemjur, og geva rættarskipanini eyka arbeiði.

Kantonirnar í landinum hava til 22. september at koma við sínum viðmerkingum til samveldisstjórnina.

Sveits er ikki limur í ES, men tað er mangt sum bendir á, at vit fara at fáa strong tiltøk og møguligar niðurlæsingar fyri at spara orku, í øllum Europa. Eitt nú segði Ursula von der Leyen í gjár, at vit noyðast at javna kurvuna við orkueftirspurninginum. Tað er myndamál, vit kenna. So er spurningurin bara, hvussu umfatandi tað verður, og hvussu leingi. Verður tað kanska tað nýggja normala við ógvusligum avmarkingum á lív okkara vegna orkutrot?

Les meira um uppskotið í Daily Mail.

Daily Mail - Switzerland considers JAILING anyone who heats rooms above 19C for up to three years if the country is forced to ration gas due to Ukraine war


***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald