Uttanlands

Sveisiska stjórnin fellir uppskot um fleiri kyn í almennari skráseting

Sveisiska stjórnin sigur at tvídeilda kynsfatanin framvegis hevur djúpt rótfesti í sveisiska samfelagnum, og samfelagsligu foritreytirnar fyri at leggja eitt triðja kyn aftrat skrásetingini í almennum skjølum er ikki til staðar, og ei heldur eru fortreytirnar har fyri møguleikanum at sleppa undan at skráseta kyn yvirhøvur, skrivar AP m.a.

Mynd: Vaktarmaður við svørði uttan fyri Samveldishúsið í Bern. Hansjörg Keller, Unsplash

Mynd: Vaktarmaður við svørði uttan fyri Samveldishúsið í Bern. Hansjörg Keller, Unsplash

2023-01-11 18:14 Author image
Arni Zachariassen

Tíðindastovan AP skrivar at sveisiska stjórnin hevur tikið støðu til eitt lógaruppskot, sum eftir ætlan skuldi víðka um kynsvalmøguleikarnar í almennum skjølum. Umframt at kunna velja millum kallkyn og kvennkyn, so skuldu bæði eitt triðja kyn og møguleikin ikki at svara spurninginum um kyn, leggjast aftrat. 

Lógaruppskotið varð felt.

Sambært stjórnini, tí sonevnda ‘samveldisráðnum’, hevur “tvídeilda kynsfatanin [...] framvegis djúpt rótfesti í sveisiska samfelagnum.”

“Samfelagsliga eru fyritreytirnar fyri at leggja eitt triðja kyn aftrat skrásetingini í almennum skjølum ikki til staðar,” endurgevur AP samveldisráðið fyri at siga. “Ei heldur eru tær har fyri møguleikanum at sleppa undan at skráseta kyn yvirhøvur.”

Samveldisráðið, sum er útinnandi valdið ella landstýrið, stjórnin, í Sveis er mannað við sjey umboðum úr stórstu flokkum í landinum. Allir limirnir í ráðnum hava líka nógv vald og eru ráðharrar fyri hvør sítt málsøki við tilhoyrandi ráði ella stjórnardeild (departement). Á hvørjum ári skiftast teir sjey limirnir um leiklutin sum forseti í samveldisráðnum. 1. januar gjørdist Alain Berset forseti fyri 2023.

Samveldisráðið vísti í sínum viðmerkingum á, at ein etisk kanningarnevnd í 2020 var komin til, at tíðin ikki var búgvin til eina broyting í sambandi við løgfrøðiliga kynsskráseting. Skal ein slík broyting gerast, má sveisiska grundlógin broytast, umframt hópin av øðrum samveldis- og økislógum. 

Tað er tó lógligt uttan stórvegis hóvasták at skifta løgfrøðiligt kyn í Sveis. Í 2018 skjeyt samveldisráðið upp, at sveisiskir borgarar skuldu hava rætt at skráseta seg sum hitt kynið og broyta fornavn, uttan aðra grundgeving enn sjálvskunngerð. Hendan lógin varð samtykt av sveisiska tinginum í 2020 og kom í gildi eftir ársskiftið í ár. Tað merkir, at tú í Sveis ikki hevur tørv á at vísa á nakra læknaváttan ella líknandi fyri løgfrøðiliga at skifta kyn. Sigur tú teg vera hitt kynið, so verður tað skrásett í fólkayvirlitinum. Danmark var fyrsta landið í Evropa, sum samtykti sokallaða “self-ID” lóggávu, og síðani hava Belgia, Ísland, Írland, Luxemborg, Malta, Noreg og Portugal gjørt tað sama. Skotsku og sponsku tingini samtyktu somuleiðis hvør í sínum lagi meinlíkar kynsskiftislóggávur fyri jól, men ivi er um skotska lógin verður góðtikin av Westminster. 

Løgfrøðiligt kynsskifti hevur søguliga einans staðið teimum í boði, sum høvdu sálarliga diagnosu ella viðmæli, og/ella læknaliga viðgerð, eitt nú við skurði ella hormonum. Í summum førum hevur løgfrøðiligt kynsskifti havt kravdan hjúnaskilnað við sær. Tað er ymiskt, hvørjar treytir tey lond, sum loyva løgfrøðiligum kynsskifti, seta.

Her heima

Í Føroyum er einans loyvt at skifta løgfrøðiligt kyn, um so er, at viðkomandi hevur tikið kynskertlarnar, v.ø.o. at viðkomandi er geldur (steriliseraður). Undir yvirskriftini, “Vantandi rættindi”, skrivar LGBT+ Føroyar soleiðis á heimasíðu síni:

“Tað ber ikki til at skifta kyn løgfrøðiliga í Føroyum uttan verða geld/ur fyrst.

Hetta vil siga, at man sum tvørkyndur ella millumkyndur kann framvegis

ikki skifta navn og kyn á almennum og løgfrøðiligum skjølum og samleikaprógvum í Føroyum, uttan at bæði skifta sítt lívfrøðiliga kyn og gerast lívsørin fyrst.“

Á løgtingsvalinum í desember sást ein avleiðing av føroysku lóggávuni á økinum. Tá stillaði Annika Ró Samuelsen upp fyri Framsókn. Annika er tvørkynd og tí bæði lív- og løgfrøðiliga kallkyn. Tí eitur Annika løgfrøðiliga ikki Annika, men Ró. Hetta kendi hon seg noydda at kunngera á Facebook valdagin, so tey, sum ætlaði at velja hana, høvdu møguleika at finna hana á valkortinum. 

Evroparáðið setti í 2014 sokallaðu SOGI-eindina á stovn. SOGI stendur fyri, “Sexual Orientation and Gender Identity”, og virkar eindin fyri at basa “mismuni grundaðum í kynsligum áhuga og kynssamleika” í evropiskum londum. Í fjør komu fyrstu skipaðu tilmælini í samband við løgfrøðiligt kynsskifti frá Evroparáðnum. Her verður mælt til, at evropeiskir myndugleikar seta í verk løgfrøðiligt kynsskifti leyst frá “sjúkliggering” (sokallað “depatologisering”), at børn eisini sleppa at skifta løgfrøðiligt kyn, at tey, sum á onkran hátt ikki kenna seg aftur í vanligum fatanum av kyni, eisini sleppa uppí part, og at fremmandir statsborgarar eisini fáa atgongd til hesar løgfrøðiligu tænastur. 

Í eini frágreiðing frá 2014 segði Amnesty International, at “nógv tvørkynd í Evropa stríðast enn við at fáa kyn sítt viðurkent”, og at tvørkynd “eiga at hava rætt at fáa teirra løgfrøðiliga kyn staðfest á ein skjótan, lætt atkomiligan og gjøgnumskygdan hátt, sambært teirra egnu uppfatan av kynssamleika.” 

Á heimasíðu síni siga tey í Amnesty Føroyar stutt og greitt:

“Tað skal vera møguligt at fáa løgfrøðiligt kynsskifti [í Føroyum].” Fáa tvørkynd hendan rættin, “sleppa tey í gerandislívinum at liva og virka í samsvari við tað, tey eru.” Amnesty ávarar samstundis um vandan, hendir hetta ikki:

“eintáttaðar fatanir av av kyni og smaleika [sic] kunnu verða oyligeggjandi [sic] og avmarka hvussu fólk liva teirra lív. Við at basa hesum eintáttaðu fatanunum verða fólk fræslari [sic] at liva lívið, sum tey vilja og føla.”

Í august í 2018 legði uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir fram lógaruppskot um løgfrøðiligt kynsskifti. Í almennu viðmerkingunum í uppskotinum skrivar tingkvinnan:

“At geva tvørkyndum persónum møguleika fyri løgfrøðiligum kynsskifti gevur teimum møguleika í sínum gerandislívi og -virki at liva í samsvari við tað tey eru, og er ein almenn viðurkenning. Henda lítla lógarbroyting fer at gera ein ógvuliga stóran mun hjá føroyskum tvørkyndum og avvarðandi teirra.”

Í samband við uppskotið, skrivaði gudfrøðingurin og presturin Øssur Kjølbro í Trúboðanum, at

“hetta er enn eitt fet í eini kynsupploysandi ideologi, sum ger upp við áratúsund-gamla sivilisatión og sum í grundini er eitt risastórt eksperiment, har eingin kennir evstu avleiðingarnar.” 

Málið fall tó burtur, tá ið val varð útskrivað í august mánaða árið eftir. 

Seinastu ferð løgfrøðiligt kynsskifti var á breddanum í almenna føroyska kjakinum var í samband við fólkatingsvalið í fjør, tá tíðindi bórust um, at danskir myndugleikar við forsetismálaráðharranum, Mette Fredriksen, á odda, vildu geva børnum heilt niður í 0 ára aldur rættin til løgfrøðiliga at skifta kyn. Aksel V. Johannesen segði seg ikki vilja blanda seg uppí. “Hetta er eitt danskt mál, og tað skulu danskir politikarar taka støðu til,” segði Aksel í tí sambandinum.

Bæði Christian Andreasen og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum mótmæltu hinvegin. Jørgen Niclasen segði støðu sína vera greiða: “Kemur lógaruppskot í Fólkatingið um løgfrøðiligt kynskifti fyri børn, vil eg brúka mína atkvøðu og atkvøða nei.”

Í Bretlandi hava minni enn 1% hava annan kynssamleika, enn tann tey eru fødd við

Í nýggjasta manntalinum í Bretlandi og Wales, er á fyrsta sinni orðaður ein nýggjur spurningur, sum snýr seg um kynssamleika. Sambært myndugleikunum er hetta fyri at fáa eina fatan av hvussu mong fólk uppliva eina andsøgn ímillum tað lívfrøðiliga kyn, tey eru fødd við, og tað kyn, sum tey kenna seg at vera. Hetta skal hjálpa myndugleikunum í javnstøðumálum og tílíkum. Bretsku tølini vísa, at tað er áleið 0,5 %, sum siga, at tey føla seg sum annað kyn, enn tað tey eru fødd sum. Tað vil siga, eru eitt ella annað slag av trans ella non binerum persóni.

[object Object]

Í manntalinum verður eisini spurt um kynsliga orientering. Her siga minni enn 4% seg vera “ikki hinskynd”.

[object Object]

***

Meðan vit hava teg her. Takk fyri vitjan. Tú kanst gera mun og hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar. Stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald