Uttanlands

Stuðulsskipanir til el-bilar eru ein vánalig íløga - Bjørn Lomborg

Elbilar fara ikki at taka yvir fyrr enn víðarimenning/innovatión hevur gjørt teir betri og bíligari enn brennievnisbilar. Men politikkarar vilja hava broytingina her og nú, og ætla sær at søpla túsundtals milliardir krónur í stuðli til elbilar, og forða fyri at brúkararnir fáa teir bilar, teir ynskja, alt fyri at uppnáa so gott sum einki fyri veðurlagið, skrivar Lomborg m.a. í meiningagrein í Newsweek í gjár

2022-10-19 22:35 Author image
Jón Tyril

Danski hagtalsfrøðingurin, granskarin og rithøvundurin, Bjørn Lomborg, hevði eina meiningagrein í Newsweek í gjár, 18. í 10., har hann hyggur nærri at fyrimunum og vansum við stuðulsskipanum í sambandi við umskifti til elbilar. 

Vit endurgeva her greinina hjá Lomborg í skjótari umseting:

“Veðurlagsaktivistar og politikkarar siga okkum støðugt, at elbilar eru reinari, bíligari og betri. Kalifornia og mong lond, herímillum Stóra Bretland, Týskland og Japan (og Føroyar, -red.) fara enn tá so langt sum at banna søluni av bensin- og dieselbilum innan eitt ávíst áramál (2030 hjá okkum, um eg minnist rætt -red.). Men um elbilar veruliga eru so góðir, hví er so neyðugt at banna kappingarneytunum? Og hví skulu elbilarnir stuðlast við nærum eini kvartari trillión krónum um árið (30 mia dollarar)?

Veruleikin er hópin meira gruggutur enn elbilapusjararnir vilja hava teg at trúgva. Kolevnisútlát frá einum elbili valdast, hvørt hann verður løddur við reinari orku ella kolorku. Harumframt krevur battaríframleiðsla nógva orku, sum fyri tað mesta verða framleidd við koli í Kina í løtuni. Tað er orsøkin til at Altjóða Orkustovnurin IEA (International Energy Agency) metir at elbilar, sum brúka eitt altjóða miðalbland av orkukeldum, framvegis lata helvtina so nógv CO2 út sum ein bensinbilur í síni livitíð. Tú kanst keypa somu minking í útlátinum á elsta væletableraða kolevnissølumarknaðinum fyri áleið 300 dollarar (uml. 2300 kr). Tó rinda mong lond fleiri enn 20 ferðir hasa upphæddina til tess at sannføra fólk um at skifta.

Motorurin á einum elbili dálkar ikki luftina, men bilinum tørvar el, sum kann enda við at dálka meira. Ein nýggj kanning vísti, at í tveimum av trimum statum í USA dálka elbilar meira við teimum vandamiklastu dálkingarbitlunum, enn bensindrivnir bilar gera.  Í Kina dálkar ein elbilur eitt vet minni, um hann verður koyrdur í økjum, har nýggjari og reinari orkuverk eru, meðan hann dálkar eitt sindur meira í økjum við eldri orkuverkum.

Elektrisk akfør mugu hava stóran battaríkapasitet, og hetta ger tey munandi tyngri enn samanberiligar bensin ella dieselbilar. Ein nýggj kanning vísir, at hesin vektarmunurin einsamallur ger, at elbilar framleiða meira útlát av bitlatilfari frá dekkum, vegum og bremsusliti, enn bensinbilarnir gera. Hesir tungu elbilarnir eru eisini meira vandamiklir fyri onnur, um vanlukkur henda. Ein kanning í Nature vísti, at tyngru elbilarnir tilsamans kunnu elva til so mong eyka andlát í ferðsluni, at byrðan frá tí uppvigar samlaða veðurlagsfyrimunin, sum lægra CO2-útlátið hevur við sær. Eftirspurningurin eftir akførum við størri og drúgvari battaríum, fer at gera hendan trupulleikan størri.

Meðan tað er bíligari at koyra elbil, so eru teir dýrari at keypa. Í USA kostar ein miðal bilur 48.000 dollarar (365.000 kr) meðan ein elektriskur av slagnum kostar meira enn 66.000 dollarar (502.000 kr). Ein nýggj frágreiðing frá amerikansku stjórnini  kemur til tað úrslit, at lívstíðar kostnaðurin av einum elbili er 9 prosent hægri, hóast vit geva honum fyrimunin at ganga út frá, at elbilurin verður koyrdur eins nógv og vanligi bensinbilurin. Í veruleikanum vera elbilar vanliga koyrdir minni enn helvtina so nógv, sum aftur ger elbilin munandi kostnaðarmiklari.

Ein nýggj kanning vísir at einans eitt av 10 húsarhaldum við elbili hava elbilin sum einasta álit. Hini hava øll eisini minst ein brennievnisbil afturat, tey flestu ein SUV (býardjip), lastbil ella vørubil (minivan). Fyri flestu húsarhaldini verður í minsta lagi ein av brennievnisbilunum koyrdur munandi longri vegalongdir, og harvið er elbilurin ein “eykabilur” hjá teimum flestu.

Tað skulu stórar mongdir av mineralum til at framleiða ein elbil, og eitt gramligt skifti fer at økja eftirspurningin eftir kobolt, nikkul og mangani 40 til 80 falt fram til 2050. Litiumeftirspurningurin fer at eksplodera og økjast 140 falt í mun til verandi nýtslu í elbilum, har bilar og goymsla eta meira enn 10 ferðirnar  núverandi árligu litiumframleiðsluna. Har eru etiskir trupulleikar við hesi framleiðslu. Til dømis brúka flestu koboltminur í Kongo barnaarbeiðarar, og har eru trupulleikar við trygdini, í og við at mesta víðariframleiðslan av mineralunum er miðsavnað í Kina.

Norra er í løtuni einasta landið, har flestu nýggju bilar eru elbilar. Men ein slík leið er bara gjørlig fyri tey ovurríku londini, tí Noregi rindar beinleiðis stuðul við ikki at taka sølu- og skrásetingaravgjøld inn fyri áleið 23.000 dollarar (áleið 175.000 kr) fyri hvønn bil, oman á aðrar avgjalds- og skattalættar so sum lækkaðan vegskatt. Sjálvandi, olja er stórur partur av norska búskapinum. Landið rindar so nógvan stuðul fyri so lítla minking í CO2 útlátinum, at landið noyðist at selja 100 tunnur av olju, sum hevur eitt útlát á 40 tons av CO2 við sær, til tess at stuðla einum elbili, sum einans minkar um útlátið við einum eittans tonsi.

Meðan nógvir mælskir serfrøðingar, ið eru frammi, siga, at elbilar verða teir ráðandi innan fá tíggjuár, so er tigandi veruleikin ein heilt annar. Biden-stjórnin metir at sjálvt í 2050 fara meira enn tveir triðjingar av heimsins bilum framvegis at koyra uppá bensin ella diesel. Og um meirilutin av veljarum halda á við ikki at velja elbilar sum fyrsta val, sjálvt ikki tá ið vit eru komin hálvan veg í øldini, so er tað ivasamt, um politikkarar, sum lova forboð, fara at tora at noyða tey at gera annað.

Tá alt kemur til alt, so er orsøkin til at elbilar verða prísaðir, lyftið um at teir minka um útlátið. Tó so metir IEA, at hóast allur heimurin nær øllum sínum høgt settu málum um grønt elbilaskifti fram til 2030, so hevði eyka sparda CO2-útlátið hetta tíggjuárið verið 235 milliónir tons. Standard veðurlagsfrymilin, sum Altjóða veðurlagsnevndin undir ST (Intergovernmental Panel on Climate Change) nýtir, avdúkar, at hetta fer at lækka globalu upphitingina við so lítlum sum 0.0002°F fram til ár 2100.

Elbilar fara ikki at taka yvir fyrr enn víðarimenning/innovatión hevur gjørt teir betri og bíligari enn brennievnisbilar. Men politikkarar vilja hava broytingina her og nú, og ætla sær at søpla túsundtals milliardir krónur í stuðli til elbilar, og forða fyri at brúkararnir fáa teir bilar, teir ynskja, alt fyri at uppnáa so gott sum einki fyri veðurlagið."

Bjørn Lomborg er forseeti fyri Copenhagen Consensus og Visiting Fellow við Hoover Institution á Stanford University. Nýggjasta bók hansara er: "False Alarm: How Climate Change Panic Costs Us Trillions, Hurts the Poor, and Fails to Fix the Planet."

Upprunagreinin kann lesast her: Newsweek - Electric Car Subsidies Are A Bad Investment | Opinion

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald