Uttanlands

Stór mótmælisgonga móti krígnum í Ukraina savnar vinstra- og høgrakreftir í USA

Hin 19. februar fer ein nýggj antikrígs samgonga millum fólk frá progressiva vinstraveinginum og libertarianska høgraveinginum at ganga mótmælisgongu, har kravt verður at myndugleikarnir gevast at senda vápn og pengar til Ukraina og ístaðin seta alt inn at fáa frið í lag við vápnahvíld og diplomatiskum samráðingum.

2023-01-30 10:13 Author image
Jón Tyril

Hin 19. februar verður ein stór mótmælisgonga við kravinum “IKKI EINA KRÓNU AFTURAT TIL KRÍGGIÐ Í UKRAINU,” har bæði høgra og vinstra ganga saman í Wasington D.C. at mótmæla krígnum í Ukraina.

Vit endurgeva her úr grein hjá John V. Walsh, sum skrivar á antiwar.com. Alis Jacobsen týddi:

“19. februar fer nýggja anti-uppíleggingar-samgongan at ganga mótmælisgongu frá Lincoln Memorial til Hvítu Húsini.

Hetta verður ein heilt ørvísi mótmælisgonga móti krígnum í Ukraina, sum verður at síggja í Washington DC, enn tær mótmælisgongur, tey áður hava sæð.

Høvuðskravið hjá mótmælisfólkunum er einfalt og greitt “Ikki eina krónu afturat til kríggi í Ukrainu.” Hetta krav leggur dent á, hvat USA kann gera, fyri at steðga krígnum, og ikki, hvat onnur kunnu gera. Tí sum fyrireikararnir siga, í røttum anti-uppíleggingaranda, so er tann einasta stjórnin teir kunnu ávirka, teirra egna stjórn.

Umframt hetta kravið, so kann mótmælisgongan gerast byrjanin til eina nýggja rørslu, sum sprettir frá grasrótunum og náttúruni hjá fyriskiparunum – sum eru flokkarnir, The Peoples Party, ið er ein nýggjur vinstrahallur progressivur flokkur og flokkurin Libertarian Party. Hetta er tað, sum stórur partur av pressuni helst kallar eina “høgra-vinstra samgongu”, sum fevnir nóg breitt til veruliga at kunna steðga staðgongukrígnum (proxy-krígnum) í Ukrainu (kríggj í Ukrainu fyri at raka Rusland). Hóskandi kalla fyriskipararnir mótmælistiltakið “Rage Against the War Machine” (Vreiði ímóti krígsmaskinuni). Tá ið nú kríggið í Ukrainu tekur okkum út á upsina til eitt “kjarnorku Armageddon”, so kan sigast, at “vreiði” er ein spakfør reaktión.

Ein nýggj høgra-vinstra samgonga setur seg ímóti krígnum.

Peoples Party er tann minni kendi av teimum báðum flokkunum, helst tí at hann er nýggjari. Stovnari og formaður er Nick Brana, sum eisini er ein av høvuðsfyriskiparunum av mótmælistiltakinum 19. februar. Brana var høvuðssamskipari fyri valstríðið hjá Bernie Sanders í 2016, men hevur síðani vent demokratunum ryggin í andstygd yvir vantandi viljan hjá progressivu demokratisku politikarunum, at berjast fyri vallyftunum, sum teir høvdu givið.  Millum røðararnar, tá flokkurin Peoples Party varð settur á stovnað í 2020, vóru Cornel West, Chris Hedges, Jimmy Dore og Nina Turner (sum eisini var ein av forkvinnunum í leiðsluni fyri valstríðið hjá Sanders í 2020).

Hin flokkurin, Libertarian Party, er kendari. Hann er eldri, og sjálvt um hann er lítil, er hann triðstørsti politiski flokkurin í USA sambært veljarskrásetingini. Núverandi floksleiðarin, Angela McCardle, er hin høvuðsfyriskiparin av mótmælinum í Washington DC. Kendasta umboðið fyri libertariansk virði í amerikanskum politikki, við serligum denti á prinsippið um “anti-uppílegging” (anti-intervention) í uttanríkispolitikki, er helst Ron Paul.

Áheitanin, at enda stuðulin hjá USA til staðgongu-kríggið í Ukraina, er veruleikakent, tí ein týðandi og vaksandi partur av amerikanska fólkinum stuðlar hesum kravi.   

Høvuðskravið “Ikki ein króna meira til kríggið í Ukrainu” fær størri og størri undirtøku millum amerikanarar. Ein kanning, sum Chicago Council on Global Affairs gjørdi í november, vísti at 35% av fólkinum í USA eru ímóti at senda fleiri vápn til Ukrainu, og 34% eru ímóti at senda meira fíggjarliga hjálp. (Tá talan er um, at senda amerikanskar hermenn, eru 68% ímóti!) Hesi tøl eru vaksin síðani kanningina í juli, og vísa, at hugburðurin, ikki at leggja upp í viðurskifti í øðrum londum (anti-uppílegging) er í vøkstri. Hóast hetta ikki er ein meiriluti, so er triðingurin av fólkinum eitt nóg stórt grundarlag til at byggja upp ein anti-krígs meiriluta. Tað skulu bara vinnast 16% yvir um, fyri at fáa meirluta. Fyrsta kravið hjá februar-mótmælinum er ikki utopiskt, tað er realistiskt!

Tey 10 krøvini: 

Vert er at hyggja at øllum 10 krøvunum hjá februarmótmælinum, sum kunnu síggjast her; men tey fyrstu fýra eru serliga áhugaverd, tí at tey greitt lýsa andan og leiðandi hugsanirnar hjá rørsluni. 

Soleiðis eru tey orðað á heimasíðuni hjá mótmælistiltakinum:

Ikki eina krónu afturat til kríggj í Ukraina.

Demokratarnir og Republikanarnir hava veitt Ukrainu vápn og krígshjálp fyri tíggjutals milliardir dollarar. Kríggið hevur dripið tíggjutúsundtals fólk, rikið milliónir heimanífrá og trýstir okkum móti einum kjarnorku triðja heimsbardaga. Steðgið við at fíggja kríggið.

Samráðist um frið 

Amerikanska stjórnin eggjaði til kríggið í Ukrainu við einum kvetti ímóti fólkavaldu stjórnini í Ukrainu í 2014, og saboteraði síðani eina friðaravtalu millum Ukrainu og Russland í mars. Leggið tykkum í stundini eftir at fáa vápnahvíld í lag og síðani at nýta diplomati fyri at enda kríggið.

Steðgið krígsinflatiónini

Kríggið setir ferð á inflatiónina og økir mat-, brennievnis- og orkuprísirnar. USA sprongdi russiskar gassleiðningar til Europu, so har er orkuneyð og ídnaður flytir burtur. Endið kríggið og steðgið hækkandi prísunum.

Avtakið NATO  

Víðkanin hjá NATO móti Russiska markinum, elvdi til kríggið í Ukraina. NATO er ein krígsøsandi leivd frá kalda krígnum. Avtakið NATO á sama hátt sum Versjavapaktina.

Hini seks krøvini eru: 

Heimsumfatandi kjarnorku avspenning;

Skerja fíggingina til Pentagon; 

Taka av CIA og hernaðar-ídnaðarliga djúpa statin;

Taka av kríggj og heimsveldispolitik;

Endurreisa frælsisrættindi;

Lata Julian Assange leysan;

Mótmælisgongan verður hildin 19. februar í Washington DC. Fólkið hittist við Lincoln Memorial og gongur síðani til Hvítu Húsini. Fá meira at vita og tekna teg til tíðindadagføringar komandi vikurnar her.

Walsh endar greinina við hesari áheitan:

“Lat okkum  gera hetta. Tíðin er við at renna undan okkum, tí hóttanin um kjarnorkukríggj veksur fyri hvønn dag og hvørja herðing av krígnum í Ukrainu. Ein breið samgonga kann steðga tí. Nú er nóg mikið við ævigum kríggjum!

Millum røðararnar á mótmælistiltakinum vera:

Jimmy Dore, stand up skemtari; Medea Benjamin, med-stovnari av Code Pink; Scott Horton, ritstjóri á Antiwar.com, fyrilestrahaldari og høvundur at fleiri bestseljandi antikrígsbókum; David Swanson; Garland Nixon; Daniel McAdams; Max Blumenthal; Supreme; Scott Ritter; Kim Iversen og onnur. Síggj listan her.

John V. Walsh skrivar um fríð, kríggj og heilsurøkt fyri San Francisco Chronicle, EastBayTimes/San Jose Mercury News, Asia Times, LA Progressive, Antiwar.com, CounterPunch og onnur.

Hann býr nú í East Bay og var til fyri stuttum síðani professari í fysiologi og neurovísindum við University of Massachusetts Chan Medical School. John V. Walsh kann røkkast á [email protected]

Greinin stóð upprunaliga á Antiwar.com undir heitinum: 

Right and Left To Join in D.C. Protest: ‘Not One More Penny for War in Ukraine’

(Týtt: Alis Jacobsen)

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald