Uttanlands

Stjórnarlimur í Pfizer trýsti Twitter at dylja uppsløg, sum kundu órógva ógvusliga vinningin frá koronuprikunum

Pfizer stjórnarlimurin (sum eisini er fyrrverandi stjóri í FDA) nýtti sama Twitter-lobbyistin til at trýsta síni krøv ígjøgnum, sum umsitingin í Hvítu Húsunum eisini brúkti - eitt feskt dømi um umskaringina millum felagið, sum framleiðir og selur mRNA koppingarevnið, og myndugleikarnar, sum noyða fólk at taka tað. Her er ein søga úr Twitter-skjølunum, sum tíðindamaðurin Alex Berenson er sloppin framat at grava í.

2023-01-12 23:57 Author image
Jón Tyril

Alex Berenson er fyrrverandi tíðindamaður á New York Times og hevur skrivað 13 skaldsøgur, tríggjar yrkisbøkur og ein hóp av bóklingum. Nýggjasta bók hansara PANDEMIA snýr seg um koronuvirusin og hvussu vit handfóru hann. Alex var helst tann fyrsti, sum útfrá almennum tølum úr Ísrael vísti á, at immuniteturin frá koppingunum fánaði skjótt. Hetta skrivaði hann um á Twitter og varð síðani bannaður av sosiala miðlinum fyri tað. Tá ið so Elon Musk tók yvir Twitter, lovaði hann at avdúka allan sensurin, sum var farin fram. Hetta hevur hann gjørt við at loyva ymiskum óheftum tíðindafólkum við hvør sínum serfrøði-øki, at leita í skjølunum á Twitter høvuðssætinum. Nú var tíðin komin til at avdúka, hvat gekk fyri seg undir koronutíðini. Til tað arbeiðið bjóðaði Elon Musk Alex Berenson at koma inn og róta í skjølunum. Og hetta er fyrsta søgan frá honum, og mangar aðrar eru á veg.

Alex Berenson:

“7. august 2021 sá Dr. Scott Gottlieb - ein av stjórnarlimunum í Pfizer, og sum hevur fleiri enn 550.000 fylgjarar á Twitter - eitt tvit (uppslag á twitter), sum honum ikki dámdi, hetta var eitt tvit, sum kundi skaða søluna av mRNA koppingarevninum hjá felagnum.

Hetta tviitið greiddi, sum púra rætt er, frá, hvussu natúrligur immunitetur, sum fæst eftir at hava vunnið á koronusjúkuni, var betri sum verja, enn tað órinið, sum fæst við einans at vera koppsettur. Í tviitinum varð heitt á stjórnina í Hvítu Húsunum um at “fylgja vísindunum” og frítaka fólk, sum høvdu natúrligan immunitet, frá teimum koppsetingarkrøvum, sum stjórnin var í gongd við at seta í verk.

Hetta var ikki nakar “anti-vaxari” sum t.d. Robert F. Kennedy Jr., sum tviitaði, men Dr. Brett Giroir, ein lækni, sum í eitt stutt tíðarskeið hevði havt sama starv sum Gottlieb, sum stjóri fyri FDA ella ‘Food & Drug Administration’, sum er amerikanska mat og heiligvágseftirlið. Harumframt heitti tviitið á fólk, sum ikki høvdu natúrligan immunitet, um at “lata seg koppseta!”

Men tað hevði einki at siga.

Við at leggja upp til, at summi kanska ikki høvdu tørv á koronukoppseting, so kundi hetta tvitið jú fáa fólk at seta spurningar við prikini. Umframt at verða fyrrverandi stjóri í FDA, fastur viðmerkjari á CNBC, og ein vird rødd í sambandi við almenna koronupolitikkin, so var Gottlieb eisini partur av ovastu stjórnini í Pfizer (senior board member), har helvtin av teimum nærum 560 milliardum krónunum í inntøkum í 2021, stavaðu frá sølu av mRNA koppingarevni. Pfizer rindaði Gottlieb 2,5 mió kr í løn tað árið.

Gottlieb traðkaði til, sendi ein teldupost til Todd O’Boyle, sum er ein topp lobbyistur á skrivstovuni hjá Twitter í Washington, og sum eisini var kontaktmaður millum Twitter og stjórnina í Hvítu Húsunum.

Uppslagið hjá Giroir var “etjandi” (corrosive), skrivaði Gottlieb. Hann stúrdi fyri at tað “kundi fara út um allar geilar, og skapa nógva umrøðu í tíðindarenslinum.”

[object Object]

(Kelda: Twitter)

Eg fann teldupostin meðan eg leitaði í skjølum á Twitter í seinastu viku - ein partur av “Twitter-skjølunum”, sum er ein roynd hjá Elon Musk at avdúka tær avgerðir um sensur, sum vórðu tiknar í felagnum, áðrenn hann keypti tað í oktober.

Eg skrivaði nærri um mín leiklut í twitter-skjølunum í eini grein á Substack í gjár. Eg fari at skriva meira um skjølini hesar komandi vikurnar.

O’Boyle sendi mailin frá Gottlieb víðari við eini innanhýsis skipan, sum eitur Jira, sum verður nýtt til at handfara klagur. Telduposturin varð sendur til “Strategic Response” toymið. Hesin bólkurin hevði ábyrgdina at taka sær av málum, sum tey mest týðandi starvsfólkini og brúkararnir reistu.

“Vinaliga hygg at hesum mailinum frá fyrrverandi FDA stjóranum,” skrivaði O’Boyle, og lat vera við at nevna, at Gottlieb eisini var nevndarlimur í Pfizer-stjórnini, sum hevði peningalig áhugamál í at fáa fólk at lata seg prika við mRNA koppingunum.

Ein greinari frá Strategic-Response-toyminum kom skjótt til ta niðurstøðu, at tvitið ikki breyt nakra av reglunum um mis- ella falskunning, sum vóru galdandi í felagnum.

Men Twitter valdi hóast tað at seta frámerki á uppslagið hjá Giroir. Tað fekk eitt spjaldur á seg, sum gjørdi at nærum eingin sá tað. Og tað er framvegis spjaldrað, hóast fleiri stórar granskingarverkætlanir hava váttað sannleikan í orðum Giroirs.

[object Object]

(KELDA)

Eina viku seinni, hin 3. september, 2021, royndi Gottlieb aftur at høgga til og gramdi seg fyri O’Boyle um eitt tvit frá Justin Hart. Hart er ein sum ivast í tí skilagóða í niðurlæsingum og koppsetingunum, og sum hevur fleiri enn 100.000 fylgjarar á Twitter.

“Gassar og grót kunnu bróta míni bein, men ein virusur við eini barnadeyðiligheit á 0% hevur kostað okkara børnum nærum trý ár av skúlagongd.” hevði Hart skrivað. (Sticks and stones may break my bones but a viral pathogen with a child mortality rate of <>0% has cost our children nearly three years of schooling)

Hví Gottlieb tók sær tykni av orðunum hjá Hart, er ikki heilt greitt, men Pfizer-prikið skuldi skjótt góðkennast til børn millum 5 og 11 ár, og umboðaði harvið enn ein risastóran marknað fyri Pfizer, um so var, at foreldur kundu sannførast um at korona var ein verulig hóttan fyri børn teirra.

O’Boyle vísti enn einaferð til “fyrrverandi FDA stjóran” tá ið hann sendi teldupostin víðari, og lat heldur ikki hesu ferð við seg koma, at Gottlieb nú arbeiddi fyri Pfizer.

Hesuferð var áheitanum frá Gottlieb so langt við síðunar av, at Twitter noktaði at seta nøkur stig í verk.

Um somu tíð royndi Gottlieb eisini at trýsta Twitter til at seta stig í verk í móti mær, sum eg upplýsti á Substack hin 13. oktober, 2022, har eg brúkti skjøl frá Twitter frá tíðini undan Musk tók yvir, sum eg hevði fingið hendur á í rættarmálinum, eg hevði koyrandi ímóti Twitter. (Tað sum Gottlieb gjørdi var partur av eini størri samansvørjing, sum umfataði umsitingina hjá Biden forseta og Andrew Slavitt, har arbeitt varð bæði alment og í loyndum, fyri at trýsta Twitter til felagið ikki hevði annað val, enn at banna meg. (Eg fari at greiða nærri frá mínari søk og fari at leggja sak ímóti Hvítu Húsunum, Slavitt, Gottlieb og Pfizer í næstum.)

Morgunin eftir, at eg skrivaði ta greinina, var Gottlieb á skíggjanum hjá CNBC, fíggjar-tíðindarásini, har hann er fastur viðmerkjari, og greiddi frá, hvat og hví hann hevði gjørt, sum hann hevði, á ein í besta føri sera misvísandi hátt.

Gottlieb noktaði ikki fyri, at hann hevði trýst Twitter í samband við meg - tað kundi hann ikki, havandi í huga tey skjøl, sum eg hevði almannakunngjørt dagin fyri.

Men í eini samrøðu við Joe Kernan á CNBC, segði Gottlieb, at hann hevði spurt Twitter um at taka stig ímóti mær av tí einastu grund, at hann stúrdi fyri at hesi tvitini kundu gera hóttanina um harðskap móti teimum sum talaðu fyri at lata seg koppseta, størri.

“Tað at hesir pallarnir ikki kunnu hava eyguni við beinleiðis hóttanum, kropsligum hóttanum móti fólki, tað er tað, sum eg eri stúrin um viðv. hvat gongur fyri seg í hasi vistskipanini,” segði Gottlieb.

[object Object]

“Eg havi einki ímóti at kjakast verður,” segði Gottlieb við Kernan. “Eg stúri fyri at fysiskar hóttanir verða gjørdar ímóti trygdini hjá fólki.”

Í einum tviti henda sama morgun, skrivaði Gottlieb:

Virðiligt kjak og samskifti er eitt, og eigur at verða stimbrað og vart. Men beinleiðis málrættað plágan og misvísandi samrøða, sum kann fáa ein lítlan, men lætt yvirtalaðan bólk av fólki at fremja málrættaðar og vandamiklar hóttanir, hoyrir ongastaðni heima.

Men uppslagið hjá Brett Giroir um natúrligan immunitet var júst ímyndin av “virðiligum kjaki og samrøðu.”

Og í sínum egna telduposti til Todd O’Boyle nevndi Gottlieb einki um nakra hóttan móti trygdini hjá fólki. Hann gramddi seg bara einfalt um at tað kundi enda í tíðindarenslinum.

Gottlieb er ikki bara ein nevndarlimur hjá Pfizer.

Hann er ein av sjey limum í ovastu stjórnini, og leiðari fyri nevndina, sum hevur við reglugerðir og at lúka krøv at gera (“regulatory and compliance committee”). Hendan nevndin hevur eftirlitið við at “lógir, krøv og innanhýsis mannagongdir í samband við sølu og marknaðarføring av heiligvági verða fylgdar.”

Pfizer hevur eina langa søgu við brotum á heiligvágsframleiðara-lógirnar og etisku reglurnar. Í 2009 gjørdi felagið eina semju við amerikanska ákæruvaldið at rinda 15,81 milliardir kr í bót. Hetta var størsta mál um svik innan heilsurøkt í amerikanskari søgu nakrantíð, og snúði seg um at felagið hevði marknaðarført fleiri heiligvágsvørur á óreiðiligan hátt. Í 1996 framdi felagið eina kliniska roynd við einum antibiotika í Nigeria, har 11 børn doyðu. Hetta gjørdist íblásturin til skaldsøguna The Constant Gardner hjá John le Carre.

[object Object]

So er spurningurin hvat Pfizer hevur at siga til svørt-hvítu prógvini úr skjalagoymsluni hjá Twitter, sum vísa at ein av valdríkastu stjórnarlimunum í felagnum hevur roynt at steðga kjaki um mRNA prikini, sum hava verið teirra nógv mest seljandi vøra síðani 2020.

Og fer CNBC framhaldandi at lata Gottlieb brúka seg til at villeiða almenningin?”

Upprunagrein: From the Twitter Files: Pfizer board member Scott Gottlieb secretly pressed Twitter to hide posts challenging his company's massively profitable Covid jabs

Týtt: JT

***

Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Tú kanst eisini gera tín part fyri at hjálpa okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út á føroyskum til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald