Ávaringar frá Mat- og landbúnaðarstovninum FAO (Food and Agroculture Organization), Heims matvøruskipanini (World Food Programme) og Barnagrunninum undir ST (UNICEF) komu sum eitt aftursvar til IPC greiningina av Jemen, sum gevur áhaldandi krígnum í landinum høvuðsábyrgdina av matvørukreppuni.
IPC greiningin er eitt samstarv, sum fylgir við, hvussu ógvuslig og umfatandi, akutt og varandi matvøru-ótrygd er í ávísum støðum kring heimin.
“Tann rungandi niðurstøðan vit kunnu gera okkum frá frágreiðingini, er at vit mugu gera okkurt nú,” segði ST samskiparin fyri humanitera hjálp í Jemen, David Gressly.
IPC greiningin peikar á nøkur viðurskifti, sum elva til serliga stúran, m.a. at 31.000 fólk í landinum í løtuni liva í ekstremari hungursneyð, tað sum verður bólkað sum fasu 5 katastrofa, og at tað talið fer at hækka til 161.000 gjøgnum seinnu helvt av hesum árinum. Frágreiðingin bólkar eisini 17,4 milliónir fólk í Jemen sum verandi á einum støði við í minsta lagi fasu 3 “álvarsligum” bráðfeingis føðslutroti, sum hava tørv á hjálp. Hetta talið fer væntandi at hækka til 19 milliónir í byrjanini av juni.
Harumframt eru 2,2 milliónir børn við bráðfeingis føðslutroti - harav 538.000 við álvarsligum føðslutroti. Sera ørkymlandi er eisini, at 1,3 milliónir kvinnur, sum antin eru við barn ella sum geva bróst, eisini líða av bráðfeingis føðslutroti.
“Fleiri og fleiri børn fara svøltandi í song í Jemen. Hetta setir tey í vanda fyri bæði kropsligum og sálarligum menningartarni og enntá at tey doyggja,” segði Catherine Russel frá UNICEF.
Hesi nýggju tølini koma út, júst sum kríggið millum Russland og Ukraina hevur fingið 2,5 milliónir Ukrainar at flýggja, og ein kreppa við mangli av brennievni og mati hevur tikið seg upp.
Jemen er sera bundið at matvøruinnflutningi og innflytur umleið 30% av sínari hveiti úr Ukraina.
Fyrr í hesum mánaðinum segði David Beasly, leiðari í World Food Programme, at "heimurin hevur gloymt tey svøltandi børnini í Jemen".
Sum aftursvar uppá IPC frágreiðingina segði Beasly mikudagin, at “hesi skelkandi tølini vátta at vit eru í ferð við eina niðurteljing móti eini katastrofu í Jemen, og at tað er næstan eingin tíð eftir fyri at sleppa undan henni.”
“Uttan so at vit fáa munandi nýggja fígging alt fyri eitt, so verður úrslitið hungur og neyð fyri stórt tal av fólki. Men um vit handla nú, so er framvegis ein møguleiki at sleppa undan ræðuleikanum, sum stendur í durinum, og ístaðin bjarga milliónum.”
Samstundis sum hungurin nívur, so halda bumbuálopini fram ímóti Jemen við vesturlendskum vápnum og í stórum vinalagi við Saudi Arabia, sum fremur álopini.
Kelda: Commondreams.org
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald