Danmarks Radio skrivar í dag um eina kineskiska kanning av niðurlæsingunum í Shanghai, sum vísir at álvarsom sjúka millum omikronsmittaðu sjúklingarnar hesar tveir mánaðirnar undir niðurlæsing, at sjáldsamt.
Samanlagt vóru 626.863 fólk staðfest at hava kovid í tíðarskeiðnum frá 1. mars til 4. juni millum teir 26 mió íbúgvarnar í býnum.
Kanningin vísir at millum 33.816 kovidsjúklingar uttan aðrar undirliggjandi sjúkur, fingu bara 22 álvarslig sjúkueyðkenni. Hetta svarar til 0,065%. Millum ein kanningarbólk av sjúklingum í vandabólki, fingu 0,24% álvarsom sjúkueyðkenni.
Fyrstu mongu vikurnar av niðurlæsingini manglaði matur og medisin ymsastaðni í býnum. Enn er ikki nóg nógv dátutilfar klárt til at seta eitt roknistykki upp, sum sigur nakað um endaligu heilsuavleiðingarnar av at læsa býin niður.
Kelda: DR.DK
Les eisini:
Íbúgvarnir í Shanghai í vónleysari støðu - innilæstir við mattroti og manglandi heilsurøkt
Smittað børn verða skild frá foreldrunum í niðurlæsta Shanghai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald