Russiski miðilin, Russia Today (RT), skrivar, at Russland hevur í umbúnað at vaksa kornúflutningin upp á 30 mió tons í ár. RT endurgevur russiska forsetan, Vladimir Putin, sum sigur, at tað verða tey londini, ið eru ringast fyri, og sum hava vánaligastu matvørutrygdina, sum fáa fyrstu raðfesting.
“Vit halda tað er rætt at økja útflutningin til tey fátækastu londini,” segði forsetin sambært RT á einum fundi í trygdarráðnum fríggjadagin.
“Samanlagt fara vit at útflyta áleið 30 mió tons av korni, og eru til reiðar at økja hetta til 50 mió tons ella meira, tí vit hava havt so mikið góða heysting í ár, takk fái Gud,” legði hann afturat.
Russland ætlar sær eisini at útvega fátækastu londunum kunsttøð ókeypis, segði russiski forsetin. “Okkara framleiðarar eru til reiðar at veita teimum menningarlondum, ið hava bráfeingis tørv, potøsku kunsttøð uttan kostnað,” segði Putin m.a. sambært RT.
Russiski forsetin nam eisini við kornavtaluna millum ST, Turkaland, Russland og Ukraina, sum tryggjar kornútflutning úr Ukraina. Hetta kornið fer sambært russiska forsetanum í høvuðsheitum til ES, heldur enn til menningarlondini í Afrika, sum hava mest brúk fyri matvøruveitingum.
“Av 87 skipum, sum eru farin úr Ukrainskum havnum við korni, so eru 32 vorðin verandi í Turkalandi. Og tað haldi eg er púra natúrligt, tí Turkaland, vertslandið fyri allari hesari avtaluni, sanniliga hevur rætt til at gera so,” segði Putin.
Onnur 30 skip vóru sambært send til ES-londini, meðan einans tvey skip fóru til “fátækastu londini í ST matvøruskipanunum,” Jemen og Djibuti, segði Putin. Hesi skipini høvdu bara áleið 60.000 tons av korni umborð, sum einans er áleið 3% av tí korni, sum higartil er útflutt úr Ukraina undir kornavtaluni millum ST og Russland, Ukraina og Turkaland, endurgevur russiski miðilin forsetan.
Kelda: RT - Russia makes grain promise to poorest nations
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald