Vóru almennu tølini um grima deyðstíttleikan av kovid í Bretlandi yvirmett? Henda spurning hava bæði heilsustarvsfólk og vanligir borgarar spurt seg sjálvan síðani tíðliga í farsóttini.
Vit skrivaðu í gjár um at amerikanska CDC hevði framt rættiliga munandi stillingar tølunum í sínum yvirliti yvir hvussu mong vóru deyð av ella við krúnukríminum: CDC tekur tíggjutúsundtals deyðsføll úr yvirlitinum yvir kovid-deyð
Eisini í Bretlandi er ivi um, hvørji veruligu tølini eru.
Bretska blaðið The Mail on Sunday hevur í løtuni eina greinarøð, har kavað verður kritiskt niður í vísindini, sum skuldu vera stýrandi fyri hvussu farsóttin varð handfarin.
Fyri einari viku síðani var hugt at PCR kanningunum. M.a. vóru serfrøðingar, ið hildu, at upp til ein triðjingur av teimum, ið vóru send í sóttarhald, ikki vóru ein smittuvandi fyri nakran. Tann greinin kann lesast her:
Did flawed PCR tests convince us Covid was worse than it really was? Britain's entire response was based on results - but one scientist says they should have been axed a year ago
Nú sunnudagin var so onnur greinin í røðini, sum kannar, hvussu deyðsføllini vóru eyðmerkt at vera av ella vegna kovid. The Mail vísir m.a. til eina frágreiðing frá felagskapinum Collateral Global, har hugt verður at, hvussu deyðsføll verða skrásett.
Vísindafólk frá fróðskaparsetrinum í Oxford og frá Collateral Global hava greinað 800 aftursvar uppá umbønir um alment innlit, sum borgarar hava sent sjúkrahúsum, ellisheimum og øðrum stovnum. Granskararnir komu til, at grundleggjandi feilir eru gjørdir í mátanum, sum kovid-andlát vórðu skrásett.
Tilsamans 14 ymisk heiti vóru nýtt til at lýsa eitt andlát við kovid - t.d. “undirliggjandi kovid”, “vegna kovid”, “við kovid” og “deyður innanfyri 28 ella 60 dagar eftir positivan test”.
Summi sjúkrahús kravdu positiva test fyri at skráseta eitt andlát sum eitt kovidandlát, meðan summi ikki kravdu tað.
Mest skelkandi var, at á røktarheimum vóru andlátini skrásett av læknum umvegis videosamrøðu - hetta var loyvt vegna neyðleiðreglur, sum komu í gildi í apríl í 2020.
Serfrøðingarnir siga, at hetta, saman við manglandi testing á røktarheimum, merkir, at tað er sannlíkt, at niðurstøður vóru gjørdar, har kovid av órøttum var sett at vera orsøk til andlátið.
Merkir tað so, at tølini fyri hvussu mong eru deyð av kovid eru ov høg? Tað kunnu vit ikki vita við vissu - og tað heldur bólkurin frá Oxford vera alt annað enn nøktandi.
“Tað er sera umráðandi at skilja logisku røðina av hendingum, sum endar við einum andláti” sigur Professor Carl Heneghan, epidemiologur og stjóri á Centre for Evidence-Based Medicine á fróðskaparsetrinum í Oxford, og ein av høvundunum av nýggju frágreiðingini. “Men um allir heilsustovnarnir nýta hvør sína skilmarkan, hvussu kunnu vit so vita, hvørt kovid er beinleiðis orsøk til andlátið, ella um har var okkurt annað undirliggjandi? Tvey ár inni í farsóttini er tað greitt, at eingin veruliga skilir ella kann svara hasum spurninginum”’
Greinin vísir á, at tað longu tíðliga í farsóttini komu órógvandi søgur fram frá fólki, sum høvdu mist onkran kæran, ið hevði verið deyðiliga sjúkur og lá til tað síðsta, sum síðani doyði av sjúkuni, tey stríddust við, einans fyri at verða skrásett sum kovid-deyðsføll. Síðani viðgingu heilsuovastarnir, at tølini, sum stjórnin hevði fingið frá teimum, vóru bara metingar. Hetta elvdi til øsing millum ráðharrar í stjórnini. Og meira nýligani, kom fram, at ein fjórðingur av omikron-andlátunum, sum vóru við í dagligu uppgerðunum, høvdu ikki kovid skrásett, sum eina høvuðsorsøk til andlátið.
Greinin hevur søgur frá fólki, sum eru sannførd um at kovidandlátini ikki eru eftirfarandi. Ein av hesum er Gary Wylde, ein 59 ára gamal sølustjóri úr Wolverhampton, sum misti mammu sína, Jessie. Mamman var dement og leið av ringari lungnasjúku, sum gjørdi tað trupult hjá henni at anda.
Tá Jessie doyði í apríl í 2020, skrásettu læknarnir hana sum eitt kovid19-andlát, hóast hon ongantíð testaði positivt fyri virusin.
“Læknin greiddi mær frá, at tá eingin testur var framdur, so vóru læknarnir eggjaðir til at skriva kovid á deyðsváttanina”, greiddi Gary frá.
Greinin vil vera við, at ivin um rættleikan av kovid-andlátinum byrjaði veruliga at at koma fram miðskeiðis í 2020 eftir at tað var avdúkað, at nú avtikna Public Health England, roknaði síni tøl við bara at hyggja í databasuna hjá NHS (National Health Service) og vita, um ein persónur, sum var deyður, hevði eina positiva test einaferð áðrenn hann doyði. Kannað var ikki, hvussu langt áðrenn deyðan, testin var framd.
Ein kelda í stjórnini viðkekk í tí sambandinum, at “tú kanst hava fingið ein positivan test í februar, eingi sjúkueyðkenni hava havt, men so verður tú raktur av einum bussi í juli mánaða, og tú verður skrásettur sum eitt kovid-andlát.’
Stutt eftir hetta var Public Health England avtikið, og nýggi stovnurin UK Health Security Agency kom ístaðin. Mannagongdirnar vóru eisini broyttar, soleiðis at bara andlát, sum vóru innan 28 dagar frá positivari test, vóru tald við.
Bretska stjórnin byrjaði samstundis av geva upp onnur tøl, sum summi hildu vera meira álítandi. Hesi tølini komu frá Office for National Statistics og bygdu á, hvørt kovid stóð skrivað á sjálva deyðsváttanina.
Men fólk fóru eisini at ivast í hesum tølum, tí deyðsváttanir lista ofta bæði beinleiðis deyðsorsøk, tað sum viðkomandi doyði av, sum t.d. lungnabruni ella blóðeitran, og hvat leiddi til deyðselvandi støðuna - t.d. ein virusinfektión.
Deyðsváttanirnar kunnu eisini hava aðrar undirliggjandi sjúkur við, sum gjørdu viðkomandi veikan, og harvið vóru partur av orsøkini til sjúklingurin til endans bukkaði undir, og lat lív – til dømis um tey høvdu havt eina kroniska lungnasjúku ella sukursjúku.
Hesir nágreiningarnar eru týðandi, tí tað var kent, at vánalig heilsa og undirliggjandi sjúkur gjørdu tað munandi meira sannlíkt at doyggja av kovid. Ivin var, hvørt hesi, sum doyðu vegna drúgvar heilsutrupulleikar, men sum blivu smittað við kovid onkunstaðni á leiðini, vóru tald uppí almennu hagtølini. Hetta vildi verið ein reingjan av veruligu tølunum.
Í endanum av greinini verður Prof Heneghan endurgivin fyri at siga, at einans rættarlæknaligar greiningar av søguligu kovid-andlátunum, kunnu siga okkum sannleikan. “Vit eiga at taka eina royndarmongd av andlátum, sum hava kovid á váttanini, og so royna at fáa váttað ella aváttað neyvleikan. Fáa øll tilhoyrandi medisinsku skjølini, og síðani fáa óheftar serfrøðingar at kanna tilfarið. Tá fara vit at skilja røttu raðfylgjuna av hendingum, sum elva til at onkur er deyður - og um tað passar við tað, sum stendur á deyðsváttanini”
Eg havi omanfyri endurgivið partar av greinini, sum kann lesast í heilum líki her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald