Reuters skrivar, at el-bilar og ‘full-size pickup trucks’ vóru teir við flest trupulleikum, tá ið tað kemur til at vera álítandi í rakstri (reliability). Árliga kanningin av nøgdsemi millum bileigarar, sum Consumer Reports magazine skipar fyri, sum kom út týsdagin, vísti, at asiatisku bilmerkini enn einaferð vóru ráðandi í samlaðum stigatali. Hybrid-bilar og sedan bilar av miðal stødd vóru millum teir sum royndust best, sambært kanningini.
Árliga kanningin hjá tíðarritinum, av hvussu álítandi nýggir bilar roynast í rakstri, sigur nakað um, hvørji bilasløg fara at geva eigarunum fleiri ella færri trupulleikar, enn teirra kappingarneytar, bygt á samlaðu dáturnar. Hvussu stigini eru býtt millum ymsu bilmerkini, hevur stóra ávirkan á bæði vanligar brúkarar og stjórar í fyritøkum.
Elbilarnir frá Tesla, sum eru teir, sum Consumer Reports fekk mest upplýsingar frá eigarum um, hava framvegis ávísar trupulleikar við billutum, stýring og upphangi, máling og trimming, og hitaskipan, men samlaða elektriska drívmegin, motorur og alt tað, ið drívur bilin fram - á enskum powertrain - er sera álítandi og hevur fáar trupulleikar hjá Tesla, sambært kanningini.
Tesla bøtti sína støðu á stigatalvuni við fýra plássum og er nr. 19 í ár, meðan Mercedes-Benz fall fimm pláss aftur eftir hæli og er nú tað minst álítandi merkið í rakstri, sambært kanningini.
Elbilaeigarar av øðrum merkjum, søgdu seg hava trupulleikar við løðing og battaríunum, eins væl og trupulleikar við drívkraftini á elektrisku motorunum. Av teimum 11 modellunum, sum Consumer Reports fekk nóg nógvar dátur um, hava einans fýra fingið skoðsmálið ‘miðal’ ella ‘betri’ fyri “predicted reliability” ella v.ø.o. hvussu álítandi bilurin kann væntast verða í rakstri.
Bilamerkini, sum fingu hægstu meting í kanningini, vóru Toyota og Lexus, og sjey av tíggju teim bestu bilmerkjunum vóru øll úr Japan ella Suðurkorea.
Av teimum, sum ætla sær at keypa bil, siga 94%, at hvussu álítandi bilurin roynist í rakstri, er “avgerðandi” (extremely) ella “sera” (very) umráðandi, vísti kanningin eisini.
Kelda: Reuters umvegis msm - EVs, full-size pickup trucks least reliable - Consumer Reports survey
Umrødda kanningin: Consumer Reports - Best Cars of the Year: 10 Top Picks of 2022 (krevur hald)
Les eisini: Yahoo! News finance - Electric vehicles are not reliable — yet: Consumer Reports
***
Takk fyri at tú lesur á síðuni.
Tú kanst hjálpa okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun. Stuðulin fer fyrst og fremst til at vit kunnu halda á, men eisini so vit kunnu víðka og vaksa um virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald