Uttanlands

Rættargongd móti gloymsku

Jagstranin av Julian Assange er grundað á politisk motiv, og er ætlað sum ávaring til onnur, ið kunnu hugsast at farið undir at avdúka krígsbrotsverk hjá USA. Verður hann útflýggjaður og dømdur fyri sítt útgávuvirksemi, fær tað grundleggjandi og víðgongdar avleiðingar fyri miðlafólk um allan heim.

2023-01-31 01:27 Author image
Tóta Árnadóttir

Felagsskapir fyri fólkaræði og mannarættindum skipa fyri “rættargongd”

Fyri einari góðari viku síðani, 20. januar 2023, varð skipað fyri einum sokallaðum “Belmarsh Tribunal” á fjóðra sinni - hesa ferð í Washington D.C. 

Átakið er íblást av einum líknandi “dómstóli,” sum í 1966 varð skipaður við umboðum fyri 18 lond, sum savnaðust við vitnisburðum um krígsbrotsverk framd av USA undir krígnum í Vietnam - eftirsum eingin altjóða myndugleiki fanst, sum kundi átaka sær leiklutin at seta USA til svars fyri sínar misgerðir. Belmarsh dómstólurin ber fram vitnisfrágreiðingar frá serfrøðingum á ymsum økjum; miðlafólk, varskógvarar, sakførarar, útgevarar og tinglimir úr fleiri londum fáa orðið um feskan ágang á pressufrælsi og talufrælsi. 

Vestanlond forfylgja eisini miðlafólki, sum avdúka krígsbrotsverk 

Felagsskapirnir, sum skipa fyri hesum nýggja dómstólinum, eru Progressive International og the Wau Holland Foundation, og aðalmál teirra er at varpa ljós á vaksandi ágangin á miðlafólk víða um heim, bæði journalistar og útgevarar, sum ditta sær at avdúka slíkt, ið kemur illa við hjá valdshavarunum. Vit hoyra dagliga um “vesturlendsk virðir” og um, hvussu vit mugu standa saman um okkara dýrabæra frælsi - men fá geva sær far um, at vit eisini í okkara parti av heiminum forfylgja miðlafólki grundað á politisk motiv, enntá í ein mun, sum inniber píning og hóttan av lívinum. Kendasta, men kortini merkiliga burturtagda dømið um hetta, er málið um Julian Assange, australska stovnaran av Wikileaks, sum í 12 ár hevur verið fyri miðvísari atsókn frá fýra statum: Svøríki, Bretlandi, Ekvador og USA. Assange situr í løtuni á fjórða ári avbyrgdur í strangasta fongslinum í Bretlandi, Belmarsh, og bíðar eftir møguliga at verða útflýggjaður til dóms í USA, har hann kann fáa upp í 175 ár í fongsli sambært ákærunum móti honum. 

“Brotsverkið” hjá Assange

Belmarsh dómstólurin er ein roynd at varpa ljós á málið hjá Assange og at seta tað í rættan samanhang. Hesaferð var rætturin settur í somu hølum, sum Assange sýndi skelkandi upptøkuna “collateral murder” í 2010; upptøkur, sum amerikanski herurin sjálvur stóð fyri, men hevði noktað at útflýggjað til tey, ið royndu at uppklára hendingarnar, sum fóru fram í Irak 12. juli 2007. Upptøkurnar eru gjørdar úr hernaðartyrlum, ið fáast við sín “dagliga gerning,” sum eftir øllum at døma inniber óneyðug dráp á civilfólk (harímillum eisini børn) og journalistar. Í fleiri førum hoyrast hermenninir stuttleika sær óført og flenna hart, meðan særd royna at krúpa undan teimum. Upptøkan elvdi, sum vera man, til mikla øsing, og tað var eyðsýnt, at talan var um krígsbrotsverk, men eingin av teimum, ið framdu morðini, er ákærdur fyri nakað. Assange skal harafturímóti standa til svars fyri amerikanskum myndugleikum, hóast hann ikki er amerikanari, og hóast hansara leiklutur er tann hjá boðberanum – og hóast tað, hann hevur borið boð um, er staðfest sum satt.

Vitnisburður og niðurstøður á Belmarsh dómstólinum

Á tiltakinum 20. januar varð dentur lagdur á samanhangin millum hugtøkini “frælsi” og “rættindi”. Pressufrælsi og talufrælsi eru so umráðandi, tí tey tryggja fólkinum rættindi til innlit, rættindi til sannleikan um, hvat okkara stjórnir seta í verk, sum aftur er grundarlagið undir veruligum fólkaræði. Tí er tað, sum fer fram í løtuni, sera álvarsamt og ein sorgarleikur, ikki bara fyri Assange og familju hansara, men fyri framtíðina hjá frælsu miðlunum í síni heild.

Fleiri bóru hetta málið saman við Watergate gøluna og søgdu, at frælsu miðlarnir hava ikki staðið fyri størri hóttan enn tað sama higartil. Ben Wisner hevði hug at gera gjøldur burturúr, at eitt av ákærupunktunum móti Assange snýr seg um “samansvørjing”: “Sjálvandi er talan um samansvørjing - tú kanst ikki gera veruligan journalistik uttan okkurt slag av samansvørjing, um tú skalt avdúka sannleikar um tað, ið valdshavarar ynskja skal dyljast.” Wisner nevndi píningina, sum fór fram í Abu Ghraib, sum dømi um loyndarmál, ið ongantíð varð komið fram uttan “samansvørjing” við varskógvarar.

Vandar við at taka “tryggleika” fram um pressufrælsi

Jeffrey Sterling, sum er fyrrverandi starvsfólk í CIA, og sum hevur verið ákærdur eftir somu lóg, sum ætlanin er at ákæra Assange eftir, vísti á, hvussu tos um “tryggleika” verður brúkt til at staðfesta og styrkja verandi myndugleika, eisini har hesin ger seg inn á grundleggjandi mannarættindi. Hann endurgav Martin Luther King, sum ávaraði ímóti blint at halda lógir, tá hann segði, at “one has the obligation to break unjust law!” Sterling endaði við at siga, at eingin okkara kann siga seg vera frælsan, so leingi sum Assange er fongslaður.

Fleiri tóku fram, at fólkaræðið er viðbrekið og krevur støðuga verju - ikki minst frá einari fríari pressu. Stefania Maurizi, italskur journalistur frá La Republica, dró fram brotsgerðir framdar av statum, og brúkti hugtakið “the point of no return” á leiðini til fascismu um løtuna, tá farið verður undir at gera seg inn á pressufrælsið. Hetta frælsi er tað, sum ger munin á totalitera statinum mótvegis tí demokratiska.

Skal pressan veita stjórnum arbeiðsfrið til skitið arbeiði?

Jeremy Corbyn segði, at Assange er fongslaður fyri at siga sannleikan um, hvat stjórnir gera og ikki ynskja, at almenningurin skal vita av. Tøgnin um viðferðina, Assange fær, og tað hann hevur avdúkað um okkara leiðarar, ger, at fólkaræðið sum heild viknar, meðan ósek áhaldandi verða myrd av “okkara” hermonnum.

Steven Donziger, ið hevur drúgvar royndir við at umboða upprunafólk mótvegis stórum fyritøkum, eitt nú Chevron í Suðuramerika, segði, at sambondini millum stóru fyritøkurnar og bæði lóggevarar og løgreglu eru sterk og fyrilitarleys, og nevndi í hesum sambandi dráp á mótmælisfólk - eisini tey, ið mótmæla veðurlagsbroytingum - og nýggju skilgreinanina av mótmælisfólki sum “innlendis terroristar”. Hann vísti á, at tey, ið vága at ganga ímóti áhugamálum hjá stórkapitalinum, vera fyri miðvísum og hørðum aga, og tað er ein long søga fyri at undirgrava álit og trúvirði á slík fólk gjøgnum at spjaða niðrandi lygnir um tey. Um nakar skuldi ivast í, í hvønn mun Assange er offur fyri slíkari miðvísari útspilling og lygnum, mælti Donziger fólki til at lesa gjølligu gjøgnumgongdina av málinum í bókini hjá ST- serfrøðinginum í píning og forfylging, Nils Melzer : “The Trial of Julian Assange: A Story of Persecution”.

Kristinni Hrafnsson, ritstjóra á Wikileaks, varð mælt frá at fara til USA av trygdarávum, men hann luttók á video. Hann ávaraði um, at vit góðtaka, at Assange verður brúktur sum fyridømi til tess at ræða aðrar journalistar, sum royna at fremja mannarættindi kring heimin, um vit góðtaka, at tað at virka fyri mannarættindum skal bólkast sum politiskt brotsverk og elva til dóm í tí landinum, sum fremur brotsverkini, so fer hetta at fáa víðfevndar avleiðingar fyri alla pressu framyvir. Hann spurdi retoriskt um tað at avdúka brotsverk móti mannaættini skuldi síggjast sum lógarbrot ella heldur sum skylda, og endaði við at staðfesta, at Assange er “sekur í journalistikki,” og tað hevur verið nóg mikið til, at hann hevur verið avbyrgdur í áravís og miðvíst niðurbrotin sum menniskja.

Jesselyn Radack, sakførari, hevur virkað sum verji hjá fleiri varskógvarum og segði, at tað er ein hvørvisjón at hugsa sær, at tað ber til at fáa rættvísa rættargongd í USA eftir lógini um njósning, sum er frá 1919 og lagað til aðrar umstøður, nú meira enn 100 ár seinni. Hon vísti á eitt annað mál, sum myndugleikar innan hervaldið hava roynt at kávað útyvir, nevnliga hvussu skjótt tað í veruleikanum er at raka skeiv mál við dronuálopum, sum annars hava verið dúgliga marknaðarførd av hernaðarídnaðinum - her hava varskógvarar havt avgerandi leiklut í avdúkingum av, hvat veruliga fer fram, og hvussu nógv ósek eru vorðin offraði í sokallaðum “miðvísum álopum”. 

Sannleiki og miðlarnir – hvat hevði Orwell sagt?

Suchira Vijayan, sakførari, legði dent á hugtakið “sannleika” og vísti á, at uttan “sannleika” er eingin “veruleiki”. Vit hava rætt til at vita, hvat er veruligt. Tað er tað, sum ger okkum før fyri at handla sum frælsir luttakarar í fólkaræðinum. Hon bar fram áhugaverda hugtakið “Authoritarian democracies,” og vísti á, hvussu fólkaræði líðandi kunnu førka seg móti totalitarismu, tá tey ikki góðtaka frávik og andstøðu. Hon endurgav George Orwell fyri hetta beinrakna brotið frá 1944: “The really frightening thing about totalitarianism is not that it commits "atrocities" but that it attacks the concept of objective truth; it claims to control the past as well as the future.”

Brotið, Vijayan vísir til, er úr greinini hjá Orwell, “As I Please,” sum varð prentað í Tribune, 4. februar 1944. Her hugleiðir Orwell um týdningin av at virða ein sannleika uttanfyri teg sjálvan og um avbjóðingarnar, ið standast av at leita eftir sannleikanum í krígstíð, har allir partar royna at lúgva. Orwell er varliga bjartskygdur um framtíðina hjá fría tankanum, men tað er vert at geva gætur, hvat hann grundar sítt bjartskygni á, nevniliga frægari viðferðina, sum mótmælisfólk og tey, sum standa fyri ópopopulerum meiningum, fáa í samtíðini! Tað er ikki vist, at Orwell hevði verið líka bjartskygdur í dag, tá ið vit hugsa um grundarlagið undir viðferðini av Assange og vaksandi einsrættingina av fjølmiðlalandslagnum sum heild.

Samanumtøka

Niðurstøðan í Belmarsh dómstólinum var, at Assange rindar hægsta prísin fyri at royna at avdúka brotsverk móti verjuleysum offrum fyri ágang frá okkara sokallaðu “góðu” vesturlendsku hermegi. Tað er eyðsýnt, at sterk áhugamál eru fyri, at hansara mál verður burturtagt, og at almenningurin verður leiddur til at gloyma bæði Assange og tað, hann avdúkaði um illgerðir framdar av “okkara” ávum, av “okkara” herfólki. Samstundis sum vit enn eina ferð verða rikin í kríggj undir somu herrópum, sum tá vit skuldu “fría miðeystur” og “fremja fólkaræði,” valdar doyvandi líkasæla um tey vesturlendsku grundvirðini, sum krevja nakað av okkum sjálvum - tað sær út til at vera meira lokkandi at luttaka í herferðini at bumba heimin fram til frið og rættvísi, í fjálgari fullvissu um at vera í røttum parti í einum einfaldum stríði millum tey góðu og tey óndu. Tað er lítið rúm fyri ivandi røddum ella frásagnum ið skala hasa myndina.

Tað kann undra, at miðlafólk ikki í størri mun taka viðferðina av Assange at sær, tá hugsað verður um tað prinsipiella í málinum, men tað er sera langt millum, at nakað frættist um hansara støðu – nøkur góð innsløg vóru í Degi og viku herfyri í sambandi við rættargongdina um, hvørt Assange kann útflýggjast ella ikki, men tað tykist annars ikki, sum um hetta er nakað, sum vekir stórvegis áhuga ella samhuga millum starvsfelagar hansara her heima (eg spurdi felagið Føroysk Miðlafólk, um tey hava viðgjørt hetta málið og tikið nakra felags støðu, men tað hava tey ikki). Tað er ikki tí, at føroyski miðlaheimurin skal lastast meira enn aðrir – hetta sama ger seg galdandi í flestu vesturheimslondum – men tað sýnir bara, at tað man vera hugaligari at tosa um órætt, sum aðrar stjórnir fremja, heldur enn at sópa fyri egnum durum.

Hesi luttóku á The Belmarsh tribunal 20.1:

Daniel Ellsberg, varskógvari í sambandi við “the Pentagon Papers”

Noam Chomsky, málfrøðingur og aktivistur

Jeremy Corbyn, limur í bretska tinginum og grundari av “the Peace and Justice Project”

Chip Gibbons, Policy director of Defending Rights & Dissent

Kevin Gosztola, ritstjóri á Shadowproof

Margaret Kunstler, sakførari við serfrøði í borgararættindum

Stefania Maurizi, rannsakandi blaðfólk á Il Fatto Quotidiano

Jesselyn Radack, sakførari við serfrøði í tjóðartrygd og mannarættindum

Ben Wizner, leiðandi sakførari á ACLU og ráðgevi hjá Edward Snowden

Renata Ávila, mannarøttindasakførari og serfrøðingur í tøkni og samfelag

Jeffrey Sterling, sakførari og fyrrverandi starvsfólk hjá CIA

Steven Donziger, mannarættindasakførari

Kristinn Hrafnsson, virkandi ritstjóri á WikiLeaks

Katrina vanden Heuvel, ábyrgdarblaðstjóri og útgevari á The Nation

Selay Ghaffar, talsfólk fyri “Solidarity Party of Afghanistan”

Betty Medsger, rannsakandi miðlafólk

Suchitra Vijayan, høvundur, myndatakari og aktivistur


Orðstýrarar vóru Sréko Horvat og Amy Goodman

At enda var ein serlig framførsla við Roger Waters úr Pink Floyd

Upptøkan frá Belmarsh hoyringini liggur framvegis tøk á rásini hjá Democracy Now!:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald