Innanlands

Ræðumyndin um smittu uttan sjúkueyðkenni

Fjølmiðlarnir tuskaðu avstað við søguni um spjaðing uttan sjúkueyðkenni. Ræðumyndin um fólk uttan sjúkueyðkenni, sum vóru vandamiklir sjúkuspjaðarar - sum í roynd ongantíð hevði nakað vísindaligt grundarlag - broytti øll okkara medmenniskju til møguligar hóttanir móti okkara egna lívi og heilsu

Getty

Getty

2022-03-29 14:04 Author image
AARON KHERIATY

Í byrjanini av kovidfarsóttini, í januar 2020, gav The New England Journal of Medicine eitt bræv ella grein út, sum gav ábendingar um, at fólk, sum ikki høvdu sjúkueyðkenni, kundu spjaða sjúkuna. Greinin bygdi á eina einstaka sjúkufrágreiðing. Almenni heilsustovnurin í Týsklandi, Robert Koch Stovnurin, tosaði seinni við persónin, sum var umrøddur í greinini, og sum skuldi vera tann, ið spjaddi sjúkuna uttan at hava sjúkueyðkenni sjálvur. Hon gjørdi teimum greitt, at hon hevði havt sjúkueyðkenni, tá hon møtti tí næsta persóninum, sum var nevndur í greinini. So hendan sjúkufrágreiðingin, sum var givin út í einum av mest virdu læknaligu tíðarritunum í heiminum, vísti seg at vera falskur alarmur. Men einki batti. Mytan um smittu uttan sjúkueyðkenni (asymptomatiska smittu), var longu borin í heim.

8. juni 2020 kungjørdi aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus, at fólk uttan sjúkueyðkenni kundu spjaða kovid til onnur. Seinni sama dag fór Maria Van Kerkhove, tekniskur stjóri hjá WHO í sambandi við kovidfarsóttina, út, og gjørdi greitt, at fólk, sum eru smittað av kovid, men ikki hava sjúkueyðkenni, “sera sjálvdan” smitta onnur.

Dagin eftir hetta dróg heimsheilsustovnurin í land viðvíkjandi síni fyrstu ófrættakendu fráboðan. Men nakrar vikur seinni, var Kerkhove løgd undir trýst frá ymsum fólkaheilsustovnum, harímillum Harvard Global Health Institute, at taka orðini um at tað var “sera sjálvdan” at fólk uttan sjúkueyðkenni smitta onnur, í seg aftur, tí sambært teimum kundi hetta ikki sigast við vissu enn.

Hennara upprunaliga útsøgn, at fólk uttan sjúkueyðkenni, ikki vóru tey, sum drivu farsóttina, var røtt, sum vit vita nú. Serliga havandi í huga, at vit higartil í søguni ikki vistu um nakran virus í andaleiðini, sum smittaði uttan sjúkueyðkenni, so skuldi hetta ikki komið óvart á nakran.

Men skaðin var longu gjørdur. Fjølmiðlarnir tuskaðu avstað við søguni um spjaðing uttan sjúkueyðkenni. Ræðumyndin um fólk uttan sjúkueyðkenni, sum vóru vandamiklir sjúkuspjaðarar - sum í roynd ongantíð hevði nakað vísindaligt grundarlag - broytti øll okkara medmenniskju til møguligar hóttanir móti okkara egna lívi og heilsu. (“Hugsa at øll eru møguligar smittuberar”, áleið soleiðis ljóðaði boðskapurin frá ráðgevunum her á landi. JT)

Vit eiga at hugsa gjølla um, hvussu hetta koppaði okkara fatan av heilsu og sjúku á høvdið. Fyrr tóku vit sum givið, at ein var frískur, til hann var prógvaður sjúkur. Um onkur ikki kom til arbeiðis í fleiri dagar, so var neyðugt at hava læknaváttan við til arbeiðsgevaran, har ein lækni staðfesti, at viðkomandi var sjúkur. Undir kovid vóru treytirnar koppaðar á høvdið. Vit skuldu ganga út frá at fólk vóru sjúk og smittuberar, um ikki tey høvdu prógv uppá tað øvuta. Tí noyddust fólk m.a. at hava negativa test fyri at sleppa til arbeiðis.

Tað hevði verið trupult at úthugsað ein snildari máta, enn hesa útbreiddu mytuna um asymptomatiska smittuspjaðing, saman við sóttarhaldi og avbyrging av frískum fólkum, til at niðurbróta samanhangsmáttin í samfelagnum, og spjaða okkum. Fólk sum eru bangin fyri øllum øðrum, sum verða hildin innilæst, sum verða avbyrgd í mánaðir handan plexiglas, maskur og telduskíggjar, eru lættari at stýra.

Eitt samfelag, sum byggir á “sosiala frástøðu”, er ein andsøgn í sær sjálvum, eitt slag av anti-samfelag. Hugsa, hvat hendi við okkum, hugsa um menniskjaliga góðsið, vit ofraðu, til tess at varveita lívið fyri ein og hvønn prís: vinarløg, frítíð við familju, arbeiði, at vitja tey sjúku og doyggjandi, at tilbiðja Gud, at jarða okkara deyðu.

Greinin er frá BROWNSTONE INSTITUTE 

Upprunagrein: The Specter of Asymptomatic Spread, Útgivin: 28. mars 2022

Høvundur: Aaron Kheriaty (Týtt: J.T.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald